Nes kommuna og Fótbóltssamband Føroya eru í felag farin undir at byggja út húsið við ovara vøll á Svangaskarði. Hetta er tann vøllurin, sum áður varð nýttur sum tjóðarleikvøllur.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, sigur, at talan er um eina ætlan, sum nú hevur verið nakað leingi ávegis.
- Tað eru longu fleiri ár síðani, at vit tóku fyrsta stigið, sum var at skifta grasvøllin út við graslíkisvøll. Nú eru vit so farnir at byggja húsið eitt sindur út, fyri millum annað at fáa fleiri skiftingarrúm, sigur hann. Arbeiðið skal vera liðugt í mai.
Fyrr var vanligt, at fólk svóvu í húsunum í samband við venjingarlegur og annað, men so fór at leka illa. Nú hevur Nes kommuna tó skift takið, so tað aftur verður gjørligt at liggja nátt har.
- Hugsanin er, at vøllurin á Svangaskarði skal nýtast meiri sum eitt tekniskt sentur. Umvælingarnar fara at betra nógv um umstøðurnar at skipa fyri venjingarlegum og øðrum, sigur Virgar Hvidbro. Annars verður vøllurin á Svangaskarði nýttur til u21-dystir, kvinnulandsdystir og dystir í evropisku kappingunum.
Tað eru Nes kommuna og FSF, sum í felag standa fyri umbyggingini á Svangaskarði.