TÓNLEIKUR Manningin í Gluntan gleðir seg óføra nógv at koma aftur til Føroya at spæla. Teir hava vitjað her sjey ferðir áður, og nú skulu teir aftur á eina stutta konsertferð í Føroyum. 30. og 31. august [...] til dans í Suðuroy og í Fuglafirði, og líkt er til, at nógv fólk ætla sær til dansirnar. Forsølan av atgongumerkjum gongur væl, og tað eru longu seld fleiri enn 400 atgongumerki til tiltakið í Fuglafirði [...] ferðir kring jørðina í tónleikaørindum. Manningin í bólkinum hevur verið fyri nøkrum útskiftingum hesi mongu árini, men hóast talan er um 37 ár, hava ikki fleiri enn 14 tónleikarar spælt í bólkinum. Teir, sum
Fiskivinna Higartil í vikuni hava seks línubátar landað til Fiskamarknaðin í Klaksvík. Ein partur av veiðini er seldur um uppboðssøluna og ein partur beinleiðis til Kósina í Klaksvík. Í dag kemur Núpur undan [...] fyrsti túrurin hjá teimum undir Íslandi á hesum sinni. Fyrr í vikuni hava fimm aðrir línubátar selt um uppboðssøluna. Jákup B, sum royndi undir Føroyum, hevði 130.000-140.000 pund, meginparturin hýsa og toskur [...] 000 pund av toski, hýsu, brosmu og longu. Kvikk, Skørin og Váðasteinur hava eisini lagt fiskin upp í Klaksvík. Kvikk hevði 130.000-140.000 pund, meginparturin hýsa, Skørin 70.000 pund, størri helmingurin
sum varð tikin við 20 kilo av hassji uppi á sær á veg í land av Norrønu, hevur nú sitið avbyrgdur í tvær vikur. Hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur tilsamans, og tá næstu tvær vikurnar eru farnar [...] Tað upplýsir Georg Otthamar, kanningarleiðari. Løgreglan ger framvegis kanningar í málinum, og kannað verður bæði í Føroyum og uttanlands, hvør ætlanin var við stóru nøgdini av hassji. ? Vit kanna, hvaðani [...] sum menn royna at etablera á føroyska marknaðinum, nú stóra rúsevnismálið í fjør steðgaði fleiri føroyskum bakmonnum. Tað er í øllum førum greitt, at kanningarnar snúgva seg um at finna aðrar persónar
inum í P/F Vaðhorn Seafood á Strondum. Felagið, sum burturav framleiðir saltfiskafløk, hevði eitt metár í 2002. Fiskasølan hevur eisini sett á stovn eitt dótturfelag í Fuglafirði, sum 6. januar í ár keypri [...] at bæði fiskiskapur og marknaðarviðurskifti vóru góð í 2002, tá ið ráddi um okkara botnfiskavinnu. - Fiskiskapurin undir Føroyum gjørdist metstórur í 2002, og prísstøðið á marknaðinum fyri botnfisk hevur [...] føroyska útflutningin meinari í 2003. Tískil eru marknaðarútlitini fyri botnfisk ikki eins góð sum fyri ár 2002, hóast alheimsútboðið av botnfiski í ár helst verður á sama støði sum í 2002. Fiskasølan heldur
hjá føroysku umboðunum at vísa fram oljutilgongdina í Føroyum og hvar vit standa, umframt at umboðini hava møguleika at kunna seg við oljutilgongdina í heiminum uttan um okkum. [...] tiltak verður hildið annaðhvørt ár í Stavanger og Aberdeen. Og eins og undanfarnu árini verða eisini fleiri føroysk virki við á messuni, tó at talið er nógv avmarkað í mun til fyrr. Hetta kemst helst av [...] neyvan verður borað aftur á landgrunninum fyrr enn um tvey ár. Áhugavert er í hesum sambandi at merkja sær, at føroyski offshorebasin í Runavík er ikki við hesaferð. Oljumessan er so fyrst og fremst karmur um
ið veruliga upptekur føroyingin og hevur stóra ávirkan á gerandisdagin í Føroyum. Tað kann vera, at tað er litað at siga sparingar í mun til fíggjarlógaruppskotið fyri 2003, tá skarvast skulu útvið 200 milliónir [...] nakað, sum brævið frá Kristinu Háfoss í bløðunum í gjár ivaleyst eisini stuðlar undir. Man tað verða soleiðis, at ein óheftur fjølmiðil eftir høvdinum hjá viðmerkjarnum í Fregnum, hevði skýrt fíggjarlógaruppskotið [...] eru tað ikki konspiratiónsteoriir lyftar upp á eitt hægri plan, tá høvundurin av fjølmiðlatáttinum í seinastu Fregnum finst at okkara tíðindaflutningi. Tátturin hevði yvirskriftina ?Fátt veit, sum ilt
upp í ES. Sosialdemokratiet hevur sum er ongan formann, og sjálvandi vildu hesir imperialistar ikki vera verri fyri enn Vinstri, so tað næsta vit síggja er grein frá formanninum í deildini í Føroyum. Tað [...] kanska var vorðin valdur til formann í Sosialdemokratiet??? Tankar mínir leitaðu aftur til einaferð í 70-árini, tá hesin imperialistiski flokkur var, sum ikki einaferð, í leiðarakreppu, og onkur til stuttleikar [...] r blanda seg uppí grønlendskt valstríð. Hetta hendi nú formaðurin í føroysku deildini av Sosialdemokratiet, beinleiðis legði seg út í grønlendska valstríðið, sjálvan valdagin. Eftir at hava hugsa meg um
Fótbóltur Linjudómarin í dystinum millum GÍ og B36, sigur í viðmerking við Sosialin, at málið um tilburðin í Gøtu hevur stóran principiellan týdning fyri fótbóltsdómararnar í Føroyum. - Dómarayrkið er eitt [...] stuðlar Formaðurin í dómarafelagnum, Petur Skarðenni, tekur undir við Magna Hansen í, at málið er eitt principp mál. - Úrskurðurin í málinum hevur stóran týdning fyri dómararnar í framtíðini, tí hann [...] hann kann gerast fordømi fyri líknandi tilburðir í framtíðini, sigur formaðurin í domarafelagnum. Dómarafelagið stuðlar Magna Hansen í rættarmálinum, og vónar, at áskoðarin verður revsaður fyri at hava gjørt
bingospælið í Føroyum verður roynt í Vágum sunnudagin. Tiltakið er liður í Vestanstevnuni, hóast tað liggur eina viku undan sjálvari stevnuni. Sunnudagin klokkan 15 verður farið at spæla bingo í Vágum. Nú [...] seldar á økinum, og alt fer annars fram, soleiðis sum vanligt er í slíkum førum. Tó verður mint á, at tann, sum ætlar sær at luttaka í hesum spælinum, skal sjálvur hava undirlag til at leggja pláturnar [...] hvørja viku, upp til fleiri ferðir um vikuna. Men hetta bingospælið er øðrvísi enn hini, tí spælt verður í bilinum, sum fólk koyra inn á flúgvarabedingina Niðri við Vatn, har tey so sita og fylgja við, hvørji
kunngerð nú næstu yvirlýsingina í átakinum, har floksins politikkur verður útgreinaður og dagførdur. Arbeiðið byrjaði í vár og verður hildið áfram allan vetur, har limafeløgini í tøttum samstarvi við tingmanning [...] hendingarnar seinastu dagarnar - at verulig framtøk í føroyskum sjálvstýri skulu grundast á eina tjóðskaparliga semju, sum vit sjálvi koma fram til her í Føroyum. Tórshavn 16. okt. 2003 [...] og starvsnevnd viðgera ymiskar politiskar høvuðstættir í okkara samfelag. Hvørja ferð ein táttur er endaliga viðgjørdur, verður niðurstøðan fest í eina politiska yvirlýsing, sum síðani verður almannakunngjørd