Olja
Hetta stóra tiltak verður hildið annaðhvørt ár í Stavanger og Aberdeen. Og eins og undanfarnu árini verða eisini fleiri føroysk virki við á messuni, tó at talið er nógv avmarkað í mun til fyrr. Hetta kemst helst av, at tað enn ikki er gjørt nakað lønandi oljufund á landgrunninum, og av tí sannroynd, at ein møgulig føroysk oljuvinna liggur nakað frammi í tíðini.
Feløgini, ið luttaka á Offshore Europe 2003, eru: Atlantic Airways, Tor Shipping, Beras, Normek, Virkisráðgeving, Thor, Skipafelag Føroya, Vágar Airport, Menningarstovan, Oljumálaráðið og Oljuvinnufelagið.
Vit síggja, at tað eru serliga teir heilt stóru veitararnir og áhugafelag og so myndugleikarnir, sum eru umboðaðir. At mongu smærri virkini, sum fyrr vóru við á oljumessum, ikki eru við er helst væl skiljandi, nú tað vísir seg, at tað neyvan verður borað aftur á landgrunninum fyrr enn um tvey ár. Áhugavert er í hesum sambandi at merkja sær, at føroyski offshorebasin í Runavík er ikki við hesaferð.
Oljumessan er so fyrst og fremst karmur um eina risastóra framsýning, har hundraðtals virki kring allan heim vísa fram sínar vørur og tænastur til oljuvinnuna. Haraftrat verður ráðstevna hildin, har kolvetnisspurningar sum heild verða viðgjørdir.
Á ráðstevnuni verður tað so høvi hjá føroysku umboðunum at vísa fram oljutilgongdina í Føroyum og hvar vit standa, umframt at umboðini hava møguleika at kunna seg við oljutilgongdina í heiminum uttan um okkum.