Fótbóltur
Linjudómarin í dystinum millum GÍ og B36, sigur í viðmerking við Sosialin, at málið um tilburðin í Gøtu hevur stóran principiellan týdning fyri fótbóltsdómararnar í Føroyum.
- Dómarayrkið er eitt frítíðarítriv, og vit mugu hava tryggar karmar at døma undir í framtíðini, og tí kunnu slíkar hendingar ikki endurtaka seg, sigur Magni Hansen.
Spurdur um, hví hann valdi at melda málið til løgregluna, svarar Magni, at hann hevði gjørt upp við seg sjálvan, at um hann ikki fekk eina umbering frá áskoðaranum, so vildi hann ikki lata tilburðin fara framvið borðinum.
- Eg bíðaði til mánadagin á døgurða, og tá eg ikki hoyrdi nakað frá áskoðaranum, valdi eg at melda tilburðin, greiðir linjudómarin frá.
Magni Hansen leggur dent á, at málið ikki er persónligt, og at hetta vildi verið støðan, líka mikið hvønn persón talan er um.
Dómarafelagið stuðlar
Formaðurin í dómarafelagnum, Petur Skarðenni, tekur undir við Magna Hansen í, at málið er eitt principp mál.
- Úrskurðurin í málinum hevur stóran týdning fyri dómararnar í framtíðini, tí hann kann gerast fordømi fyri líknandi tilburðir í framtíðini, sigur formaðurin í domarafelagnum.
Dómarafelagið stuðlar Magna Hansen í rættarmálinum, og vónar, at áskoðarin verður revsaður fyri at hava gjørt seg inn á linjudómaran.
- Vit stuðla Magna í málinum, tí dómararnir mugu verða tryggjaðir ímóti, at slíkir tilburðir ikki endurtaka seg í framtíðini, sigur Petur Skarðenni at enda.