Seks línubátar landað í Klaksvík

- Flakavirkið, Kósin, hevur keypt ein part av veiðini beinleiðis frá skipunum. Restin fer so um uppboðssøluna, sigur Kristian Fr. Olsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík.

Fiskivinna

Higartil í vikuni hava seks línubátar landað til Fiskamarknaðin í Klaksvík. Ein partur av veiðini er seldur um uppboðssøluna og ein partur beinleiðis til Kósina í Klaksvík.
Í dag kemur Núpur undan Íslandi við 140-150.000 pundum av toski, hýsu, brosmu og longu. Hetta er fyrsti túrurin hjá teimum undir Íslandi á hesum sinni.
Fyrr í vikuni hava fimm aðrir línubátar selt um uppboðssøluna.
Jákup B, sum royndi undir Føroyum, hevði 130.000-140.000 pund, meginparturin
hýsa og toskur og Polarstjørnan, sum var undir Íslandi, hevði 180.000 pund av toski, hýsu, brosmu og longu.
Kvikk, Skørin og Váðasteinur hava eisini lagt fiskin upp í Klaksvík.
Kvikk hevði 130.000-140.000 pund, meginparturin hýsa, Skørin 70.000 pund, størri helmingurin toskur, og Váðasteinur hevði eisini 130.000-140.000 pund. Hjá Váðasteini var eisini størra helvtin toskur.

Landa fyri Kósina
Kristian Fr. Olsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík, sigur, at fleiri av bátunum seldu ein part av veiðini beinleiðis til Kósina, meðan restin fór um uppboðssøluna.
- Men allur fiskurin verður landaður og vigaður her á Fiskamarknaðinum. Vit landa bæði fyri okkum sjálvar og Kósina. Síðan gera vit skipini út við kassum, ísi og agni, sigur hann.
Kristian Fr. Olsen sigur, at toskaprísurin hevur verið í lagi hesar dagarnar, og prísurin á hýsu hevur verið sámuligur.