Gera kanningar í hassjmáli uttanlands

Løgreglan kannar, hvørjir persónar standa aftan fyri stóru nøgdina av hassji, sum varð roynd at smugla inn í landið. Kanningarnar ganga fyri seg bæði í Føroyum og uttanlands

Danski maðurin, sum varð tikin við 20 kilo av hassji uppi á sær á veg í land av Norrønu, hevur nú sitið avbyrgdur í tvær vikur. Hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur tilsamans, og tá næstu tvær vikurnar eru farnar, roknar løgreglan við, at málið er klárt at koyra fyri rættin.
Tað upplýsir Georg Otthamar, kanningarleiðari.
Løgreglan ger framvegis kanningar í málinum, og kannað verður bæði í Føroyum og uttanlands, hvør ætlanin var við stóru nøgdini av hassji.
? Vit kanna, hvaðani maðurin hevur fingið rúsevnini, og hvagar tað skuldi fara, sigur Georg Otthamar, sum ikki fær sagt so nógv, so leingi málið verður kannað.
Líkt er til, at løgreglan hevur fingið um endan á einum nýggjum neti, sum menn royna at etablera á føroyska marknaðinum, nú stóra rúsevnismálið í fjør steðgaði fleiri føroyskum bakmonnum. Tað er í øllum førum greitt, at kanningarnar snúgva seg um at finna aðrar persónar enn tann eina. Spurningurin er eisini, um tað eru »felagsskapir« uttanlands, sum royna at koma inn í landið við rúsevnum.
? Nøgdin er so mikið stór, at talan ikki bara kann vera um ein persón, sigur Georg Otthamar, sum kortini ikki vil siga nakað um, hvørt aðrir persónar eru handtiknir ella avhoyrdir í málinum.
Søluvirðið á hassjinum verður mett til 2,5 milliónir krónur, og tað klárar neyvan ein einsamallur at bera kostnaðin av.