Bingospæl
Fyrsta Drive In bingospælið í Føroyum verður roynt í Vágum sunnudagin. Tiltakið er liður í Vestanstevnuni, hóast tað liggur eina viku undan sjálvari stevnuni.
Sunnudagin klokkan 15 verður farið at spæla bingo í Vágum. Nú er tað ikki nakað serligt sum so, tí tað verður tað gjørt hvørja viku, upp til fleiri ferðir um vikuna.
Men hetta bingospælið er øðrvísi enn hini, tí spælt verður í bilinum, sum fólk koyra inn á flúgvarabedingina Niðri við Vatn, har tey so sita og fylgja við, hvørji tøl verða drigin.
Stórir hátalarar veðra settir upp á økinum, so lætt verður at fylgja við, hvsuu gongur. Og tann, sum so hevur fingið bingo, skal so trýsta á hornið og floyta fyri at gera vart við, at hann hevur vunnið.
Sum undir vanligum bingospæli verða pláturnar seldar á økinum, og alt fer annars fram, soleiðis sum vanligt er í slíkum førum.
Tó verður mint á, at tann, sum ætlar sær at luttaka í hesum spælinum, skal sjálvur hava undirlag til at leggja pláturnar á, og skriviamboð við sær, siga fyrireikararnir.
Er onkur, sum ætlar sær til hetta forkunnuga tiltakið, men ikki hevur bil, ber til at ringaja á tlf. nr. 22 34 17, og verður ein so heintaður við bussi, sum koyrir fólk á staðið. Tað ber so til at sita í bussinum, meðan spælt verður. Og koyrt verður heim aftur, tá liðugt er.









