Vit eru fegin um, at onkur óheftur, ið skrivar fyri eitt blað, har sjálvt ítrottartíðindini fáa eitt politiskt perspektiv, vurderar hvussu óheftur, okkara tíðindaflutningur er.
Kanska eru tað ikki konspiratiónsteoriir lyftar upp á eitt hægri plan, tá høvundurin av fjølmiðlatáttinum í seinastu Fregnum finst at okkara tíðindaflutningi. Tátturin hevði yvirskriftina ?Fátt veit, sum ilt grunar?, men ein næstan líka góð og greið yvirskrivt kundi verið ?Tjóvur trýr, hvør maður stjelur?.
Kanska er tað skeivt at befatta seg við banalitetir sum landsins fíggjarlóg og gapandi tómar sjúkrahúsbygningar, tá man kundi skrivað um Sean Connery, SNP og annað, ið veruliga upptekur føroyingin og hevur stóra ávirkan á gerandisdagin í Føroyum.
Tað kann vera, at tað er litað at siga sparingar í mun til fíggjarlógaruppskotið fyri 2003, tá skarvast skulu útvið 200 milliónir av nevnda uppskoti. Kanska eru tað bert littar fjølmiðlafabrikatiónir, at Fíggjarnevndarformaðurin og Fíggjarmálaráðharrin eru ósamdir um komandi fíggjarlóg. Teir eru kanska rørandi einigir ? nakað, sum brævið frá Kristinu Háfoss í bløðunum í gjár ivaleyst eisini stuðlar undir.
Man tað verða soleiðis, at ein óheftur fjølmiðil eftir høvdinum hjá viðmerkjarnum í Fregnum, hevði skýrt fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 fyri tað besta nakrantíð? Áttu vit ikki øll at átalað Sosialin og SVF fyri at ditta sær at siga nakað annað, enn at friður valdar í samgonguni, og at fíggjarlógarviðgerðin er fyrimyndarlig?
Nei ? ikki hesuferð.
Sosialurin










