úr Skopun, og tá hesin eina tíð hevði konfererað við tær hægri maktirnar í sínum loynikamari, kunngjørdi hann fyri pressuni, at hann fyribils tók seg burtur úr politikki. Og alt gott um tað. Og fyri so vítt [...] Petersen var ákærdur, og seinni dømdur sekur, so var Anfinn Kallsberg bert skuldsettur. Men hin vegin, so var tað ikki hvør sum helst, ið skuldsetti hann. Skuldsetarin var bæði prestur og løgtingslimur. Sp [...] fyrr enn dómur er fallin. Og tað var fyri so vítt eisini eitt svar, ella eitt sjónarmið, sum man kann taka undir við. Skuldu øll farið úr politiskum størvum, sum eru baktalað og løgd undir illgruna her á
við Davinu og royndi her í hesi álvarsløtu at troysta, so væl sum hann kundi. Tvey tey yngstu, Kirstin og Bjarni, minnast Tummas, tá hann av og á kom heim millum túrarnar við »Tjaldur«, og hann sat inni [...] lýsa hansara ætt og ættarsøgu. Keldurnar eru Jákup í Gerðinum, ættaður úr Vestmanna, og Føroya Siglingarsøga. Foreldrini hjá John vóru Hanne Pauline Margrethe f. Michelsen (1871-1946) og Johannes Johannesen [...] skiparan Johan, og Jákup Jacobsen úr Kollafirði druknaðu. Sagt verður í Dimmalætting, at skiparin royndi tað hann kundi at bjarga hinum og eisini pápanum. Men »denne havde sikkert tabt bevidstheden og var ikke
(sum Jeremias og Paulus, við kalli Guds, við gávum Guds á teimum, og við Guds setan teirra í Hansara ríki. Teir eru eisini menn kosnir til evangeliið av teirra egna, altíð vaksandi gudsótta og áseting (Rómbrævið [...] evangeliið og bara tað, er ein tænari Jesu Krists. Prædikarar evangeliums eru viligir, sjálvkravdir trælir Sonar Guds. Legg til merkis hvussu Paulus lýsur seg sjálvan. Tað er ikki Paulus prestur, Paulus doktari [...] hann prædika evangeliið, sum síðani kom aftur og ivaðist um hann var ella ikki var sannførdur um at Gud hevði kallað hann til verkið, sum hann gjørdi. Móses og Jóhannes vóru báðir djarvir sum leyvur tíat
norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga. Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr [...] amboðskassa) hevur avrikað. Hann vísir til almanna- og heilsumál, til undirvísing og gransking, til nýtt sandoyarskip, nýtt suðuroyarskip og til nýtt landssjúkrahús. Jú loysingarfólk duga eisini at menna [...] slíkt, og tá ræður um at fáa revolvaran niður í slíran aftur. (sambært bløðunum frá 23. og 27 mai í ár). Greitt alternativ Ivaleyst hevur Høgni Hoydal nú loksins sæð, at álitið hjá Sambandsflokkinum og Ja
sunnimuslimar, kristin og drusar. Meira enn 1000 fólk eru dripin, og mong 100.000 rikin úr sínum heimum og av síni jørð. Brýr eru sorlaðar, vegir oyðilagdir, vatnverk og ravmagnsverk og íbúðarhús bumbað í [...] ótøki er dialogur. Ísraelskur og amerikanskur dialogur við Hamas og við Sýria og, í evstu syftu, eisini við Iran. Næsta stigið er ein handil, har allir partar bæði fáa og lata. Og grundin undir øllum er ein [...] Síðani er mangt broytt, og tað dámliga bílæti, ein tá hevði av Ísrael, er í dag væl minni dámligt. Hetta kemur bæði av, at eins egna heimsmynd er broytt og av, at støðan bæði í heiminum og í Miðeystri veruliga
meg siga ósatt, og at eg enntá spreiði lygnir. Somuleiðis flytir hann fokus, heldur enn at afturvísa tað eg havi skrivað. Í grein míni endurgav eg nakað av tí hann áður hevur sagt, og vísti á avleiðingarnar [...] verið í iva um, at vit eiga at hava eitt skott ímillum býráðs- og landspolitikk. Ikki minst nú, so nógv øki eru løgd til kommunurnar at umsita, og politikkarar tíðum koma í tvístøður. At borgarstjórin sjónliga [...] tíðina eitt samt býráð, ið hevur tikið undir við málinum og sum vit øll kunnu fegnast um. Arbeiði við miðbýarætlanini hevur strekt seg yvir nógv ár og hevur kravt sína búningartíð. Alt fyrireikandi arbeiði
kiftunum eins og avgreiðsluna og flyting av loyvum í smb. við keyp og sølu av fiskiførum. Tí varð uppskotið um missálit á Bjørn Kalsø framlagt. Hetta hendi sum áður sagt 18. desember og longu 21. desember [...] royndir at sáa illgrunasemi um keyp og sølu, og at Kári P. skal vera í lummanum á samgonguni, má ásannast, at trúvirði er ikki nøkur gáva, men nakað ein vinnur sær og prógvar í verki. Tað verður veljarin [...] frá. Trúvirði Í skrift og talu hevur Torbjørn Jacobsen hoyrt til tann militanta vongin í Tjóðveldisflokkinum, og onkuntíð hava skotríðurnar móti Kára P. Højgaard verið ógvusligar og krútroykurin so tættur
hinkyndum heima í Føroyum, á bygd og í bý, eins og uttanlands, mennandi og spennandi frá vøggu í grøv, og at vit kunnu liva í friði og gleði saman við foreldrum, systkjum, vinfólki og fólkinum í Føroyum sum heild [...] ”Tey standa og vagga.” har millum annað stendur: Tey standa og vagga og tráa, á akrinum stadnandi øks og deila hin bjartoygda dáa, ið upp millum teirra vóks: ”Vit áttu at plágað og pínt teg og altíð at stungið [...] alvársligum og likamligum ágangi og eisini hóttan um lív, og av teirri orsøk varð innlagdur á sálardeildina. Tað er skammiligt fyri Føroyar. Tað er eisini skammiligt, at Hvalvíkar prestur og ein Sandoyar
at sami politikkur verður førdur, at samsvar er millum lyfti og seinni gerðir, og at tað ber til bæði at løna og revsa flokkarnar. Men mong halda, at tað er lítið pláss fyri flokspolitikki, og enn minni [...] ið kappast og vigast. Størri kommunalt vald merkir, at tað ber til at snikka loysnirnar til umstøður og tørv á staðnum, og tað dámar okkum. Men samstundis merkir tað vandan fyri (ó)vina- og kenningapolitikki [...] skipan fyri henda uppstillingarfundin, sum ger, at bæði menn og kvinnur, bæði tey har úti og tey har inni, eldri og yngri, vinnulívsfólk og pensjonistar eru á listanum. Tí verður ofta annar listi gjørdur
Stýra landinum Sum skilst, gongur prátið bæði lætt og væl, og evnini eru nógv, tá teir hittast runt runda kaffiborðið. Ofta er politikkur á skránni, og tað er helst so sum Arthur tekur til: - Tað var kanska [...] vitja bókasavnið. Fyri teimum liggja bløðini klár, og á borðinum stendur altíð ein heitur og góður kaffimunnur. Og smákøkur afturvið. Hesin munnurin ger uttan iva sítt til, at tað gongst væl hjá heimum [...] føroysku bløðini og at tosa saman. Onkutíð eru teir 12 í tali. - Tað er altíð hugaligt at lesa bløðini, sigur Arthur, sum næstu ferð fyllir 70 ár. Hann er ein av teimum trúføstu monnunum, sum dag og dagliga vitja