"Børnini eru betur stikað inni enn bæði seyður og gás!" Soleiðis tók ein bygdarráðslimur til um nýggja barnagarðin har í bygdini. Bygdin hevði ikki havt dagstovn fyrr, men tað var vorðið neyðugt nú, tí góða samferðslan gjørdi, at tað bar til hjá mongum at vinna sær breyð á størri plássum.
Kommunurnar hava vald á barnaøkinum, men landið leggur mangar treytir við. Fyri hesa lítlu bygdina, har børnini eru von at reika frítt frá fjalli í fjørðu, merkti tað, at summi børn máttu stikast inni á dagstovnaøkinum samsvarandi tulkingum hjá landsins miðstýri.
Hendan frásøgnin ber í sær fleiri sannleikar um stýri í Føroyum. Rákið hevur verið móti størri ræði til kommunurnar. Avgerðirnar skulu takast "so nær at borgarunum sum gjørligt." Men samstundis velur landið bæði at samtykkja drúgvar lógarásetingar um tey málsøki, sum kommunurnar fáa í sín part, umframt at lata miðfyrisitingina ansa eftir, at allir borgarar fáa somu rættindi.
Talan er um ymisk virði, ið kappast og vigast. Størri kommunalt vald merkir, at tað ber til at snikka loysnirnar til umstøður og tørv á staðnum, og tað dámar okkum. Men samstundis merkir tað vandan fyri (ó)vina- og kenningapolitikki, fyri fakliga og fyrisitingarliga vánaligum avgerðum. Tí krevja vit samstundis, at kommunurnar skulu fara líka við øllum og skulu halda seg til bæði tilmæli og tulking hjá fakfólki. Hetta merkir so afturfyri, at tey í staðnum mugu skipa sumt øðrvísi enn tey ætlaðu, í hesum førinum avbyrgja dagstovnin meira enn tey sjálvi hildu vera neyðugt.
Ongin heilt greið linja tykist vera. Tað velst um einstaka heimildarøkið, hvussu teir hægru myndugleikarnir virka. Hetta er kjakið um at skipa markið og samvirkið millum land og kommunur.
Komin á listan
Mong fólk eru í hesum døgum komin á listan. Í summum førum er hetta líka ørkymlandi fyri valevnið sum fyri veljran. At stilla upp er ikki bert borgararættur, men borgaraskylda, og fleiri verða uppstillaði uttan at vilja tað.
Men eisini, hvør stillar upp saman við hvørjum, kann volda høvuðbríggj. Á stórplássum stilla politisku flokkarnir upp. Hetta kann geva borgarunum trygd um, at sami politikkur verður førdur, at samsvar er millum lyfti og seinni gerðir, og at tað ber til bæði at løna og revsa flokkarnar. Men mong halda, at tað er lítið pláss fyri flokspolitikki, og enn minni sæst nakað til floksdisiplin.
Hin mátin gevur ofta ta løgnu støðu, at veljarin sær bæði tað valevni, hann vil hava vald, og tey, sum hann ikki vil skulu vera vald, á sama lista. Mangur hevur atkvøtt fyri einum og sæð verða valdan. Tí uppstillingin er fyri alla kommununa, og tað eru listarnir, ikki persónarnir, sum í fyrstu atløgu eiga atkvøðurnar.
Í summum kommunum gera tey tí ein felags lista, har øll eru vælkomin, men ein almennur uppstillingarfundur ger av, hvørji sleppa á listan. Hetta riggar viðhvørt, men trupult er eisini at finna eina skipan fyri henda uppstillingarfundin, sum ger, at bæði menn og kvinnur, bæði tey har úti og tey har inni, eldri og yngri, vinnulívsfólk og pensjonistar eru á listanum. Tí verður ofta annar listi gjørdur fyri ónøgdu á almenna uppstillingarfundinum. Eisini eru ofta listar fyri smærru plássini í kommunum við fleiri bygdum. Síðani koma flokslistar, kvinnu-listar og listar, ið eru avgjørt fyri ella ímóti onkrari einstakari verkætlan ella einstøkum spurningi.
Ofta er ringt at skilja, hví kommunur ikki sleppa gera sína egnu stjórnarskipan. Hví kunnu kommunur ikki halda aðalfund, har alt fólkið kann atkvøða, ella í minsta lagið kjakast um summi mál? Hetta kann eisini gerast við fleiri fólkaatkvøðum. Hví ber ikki til við valdømum? Bar tað til at býta kommununa upp í samband við kommunuval, ja so vóru kommunurnar í til dømis Suðri ella í Vágum kanska betur hugaðar at leggja saman. Tí vandin liggur í, at matematiska tilvildin gevur eini bygd meirilutan, men bar til at tryggja hvørji bygd sína støðugu um-boðan, og so javna millum listarnar, so kendu øll seg møgu-liga tryggari. Tær mongu bygdanevndirnar byggja á júst áneyð-irnar at lata øll plássini koma til orðanna. Ella hvat við at hava fleiri kommunustýrislimir? Hví skal samanløgd Suðuroyarkommuna hava so og so nógvar limir, alt eftir onkrum formli í kommunstýrislógini? Hví ikki velja eitt tal, sum ger, at tað ber til at kenna seg tryggan, at alt fjølbroytni í oynni er umboðað. Hví er tað gott, at samlaða talið av fólkavaldum í Suðurstreymi lækkar, tá kommunurnar leggjast saman, hví ikki hava 26 heldur enn 13 limir, so ikki allir nývaldir býráðslimir í samgongu gerast nevndarformenn, og so hesi fólkavaldu fáa betri tíð til ymsu málini?
Eg skal ikki siga, hvat er best og rætt í øllum hesum førunum. Tað er ikki nøkur røtt loysn á hesum. Tað eru ymsar loysnir, ið bera til, og mæli eg bert til, at kommunurnar fáa størri frælsi at smíða sína egnu skipan hóskandi til virði og viðurskifti hjá teimum.
Kvinnulistar
Á fleiri plássum hava tey havt kvinnulistar, og fleiri slíkir taka seg upp. Hetta er bæði gott og ikki. Í sjálvum sær er tað løgið, at fólk bjóða seg fram eftir kyni. Er tað kanska nakar serliga kvinnuligur máti at taka støðu til lyktapelar, skattaprosent og útstykkingar? Tað er eisini okkurt ófrættakent við samleika knýttum at kyni. Summi okkara gerast ongantíð verdug at koma á kvinnulista, og hvat høvdu vit sagt til samkomulistar, ítróttar-listar ella mannfólkalistar?
Hóast tað løgna í at stilla upp fyri aðra helvtina, so hava kvinnulistar sín týðandi boðskap at bera. Fyrst og fremst, at politikkur snýr seg um virði. Um at velja, um at raðfesta, um at taka støðu. Tey fakligu tilmælini røkka bert eitt vist.
Tað ber ikki til fakliga at siga, júst hvar næsta útstykking skal vera ella hvat hevur størri týdning júst nú, keikantur, barna-garður ella eldrasambýli. Hetta er at velja ímillum ymisk virði. Kvinnulistarnir hava víst á, hvussu virðini virka og hava týdning. Tað er nevniliga ikki bert spurningur um at velja ímillum listar við ymsari valskrá. Val er helst meira enn valskráir spurningur um persónligar eginleikar, persónlig virði og raðfestingar.
Tí er tað vit frá gamlari tíð hava fleiri fólk at stýra. Vit hava í túsund ár valt fólk á løgting. Ikki ein persón. Ikki nøkur fólk, men fleiri, mong. Tað er tí, at mong megna betur at umboða virði í kapping og ymiskar raðfestingar, enn fá gera. At fleiri fólk taka prinsippiellu støðurnar er vernd ímóti harðræði, vernd ímóti grunnum og ófyrireikaðum tilmælum. At føroyingar eru herviligir ikki at góðtaka og stuðla teirri felags avgerðini, tá hon er tikin, tað er ein onnur søga.
At taka støðu til nýggjan dagstovn er at raðfesta hann ímillum hinar íløgurnar. Tað er at taka støðu til, hvar hann skal vera, og hvussu vit lagaliga fáa til vega lendi til hansara, hvør skal smíða, hvussu hann skal innrættast og rekast - og stikast inni. Fleri fólk eru við at skifta orð, størri er kjansurin at minnast til bæði parkeringsumstøður, umstøður til fólk við breki, hvussu stovnurin verður sam-skipaður við annað virksemi, og hvussu skattaprosentið kemur toluliga óskalað frá hendingini. Fleiri virði eru umboðaði, størri er kjansurin fyri, at vektingin millum virðini verður tað hepnasta.
Kvinnulistarnir hava fram um alt annað víst á, at virðini í bygdarráðunum høvdu slagsíðu. Tað var ov nógv betong og atløgupláss, ov nógv vøllir og vegir, sum vórðu raðfest, tá bert mannfólk vórðu vald í stýrini. Kvinnulístarnir hava víst á, at sera nógvir av teimum gomlu listunum í veruleikanum vóru mannfólkalistar heldur enn skila-fólkalistar.
Men allar slagsíður kunnu órógva kós og ferð. Bara at velja kvinnur fyri kynið, og í bygdarráðnum at forsmáa øll mannfólk, er uppá sikt líka óheppið sum tað øvugta og kann gerast líka vandamikið sum at stilla upp fyri listar, ið á annan hátt umboða stongdar bólkar.
Tað er at vóna, at alt kjakið um kvinnulistar fær fólk at viðurkenna, hvussu stóran týdning persónlig virði og eginleikar hava. Rákið hevur annars verið tað, at miðlafólk og tey klóku hava tosað forhánisliga um fólk, ið stemma uppá valevni út frá persónligum virðum. Í mong ár hava fólk ikki torað at sagt, at tey atkvøða fyri hesum ella hasum, tí viðkomandi umframt vit og skil og førleika eisini: "veit hvussu verkafólkið hevur tað," ella "byggir sítt lív á Harran," "er góður við um-hvørvið," ella "býr her úti hjá okkum." Kvinnulistarnir kunnu vónandi gera tað legitimt aftur at velja bæði eftir skili og virðum.