Hvør hóttir Ísrael?

Tað er søgunnar spei, at George W. Bush og hansara nýkonservativu ráðgevar, saman við víðgongdum ísraelum, hava komið Ísrael í størri vanda, enn landið nakrantíð fyrr hevur verið í.

Eftir Hanus Kamban

Theodor Herzl
Nøkur av okkum, sum á ungum árum fóru at leita okkum kunnleika um tað nýggja ríkið Ísrael, blivu skjótt hugtikin av landsins merkiliga, dramatiska og upplyftandi uppruna. Hetta var søgan um, hvussu Theodor Herzl, tann ungarsk-jødiski løgfrøðingurin og blaðmaðurin, árini 1894-95 upplivdi ta ræðuligu Dreyfus-gøluna í Fraklandi. Forfardur um jødahatrið í einum europeiskum landi, har vegurin móti upplýsing og framburði lá greiður, kom hann til ta niðurstøðu, at jødar máttu stovnseta sítt egna ríki. Antisemitisma var ein rótfrek urt, sum eingin upplýsing nakrantíð fór at megna at lúka burtur.
Hetta var søgan um jødajagstran í Russlandi, fyrst árini 1881-84, eftir at Aleksandur II var myrdur, og síðani árini 1903-6, eftir ófriðin, sum tók seg upp í sambandi við uppreisturin í 1905. Um sosialistar úr Póllandi og Russlandi, sum streymaðu til Palestina, fyrst í smáum løkum, síðani í áum, at byggja upp eitt nýtt land. Hetta var søgan um jarðarkeyp, um ta zionistisku rørsluna, um Balfour-kunngerðina, um vaknandi arabiska mótstøðu, um palestinskan tjóðskap, um borgarakríggj og kríggj. Hetta var eisini søgan um, hvussu hebraiskt gjørdist eitt endurskapt nútíðarmál. Høvuðshendingin fór fram í 1948, tá ið ríkið Ísrael varð til.

Søgan endurskoðað
Tá, fyri 40 árum síðani, hevði ein, sum ungfólkum vant, hug at síggja hesa søgu í rættiliga svart-hvítum litum. Síðani er mangt broytt, og tað dámliga bílæti, ein tá hevði av Ísrael, er í dag væl minni dámligt. Hetta kemur bæði av, at eins egna heimsmynd er broytt og av, at støðan bæði í heiminum og í Miðeystri veruliga er broytt. Men hetta kemur eisini av, at ísraelskir søgufrøðingar, m.a. tann gitni Benny Morris, hava endurskoðað sína egnu søgu.
Sum dømi kann eg nevna, at vit tá veruliga hildu, at teir mongu palestinar, o.u. 700.000, sum rýmdu úr sínum landi eftir 1948, gjørdu hetta lokkaðir av teimum arabisku grannalondunum. Soleiðis var hetta tá lagt fram av vesturlendskum søgufrøðingum. Í dag siga ísraelskir søgufrøðingar, at hetta bara er ein partur av sannleikanum. Ikki fáir palestinar rýmdu, tí teir blivu jagstraðir úr sínum landi av ísraelskum terroristum. Ísrael framdi etniska útreinsing, á sama hátt sum týskarar gjørdu í Póllandi í 1939 og serbar í Bosnia fyrst í nítiárunum í farnu øld.

Ein ræðulig brotsgerð
Kríggið í Libanon, sum nú er ella sigst vera av, tykist stuðla hesi ódámligu mynd. Í fyrsta lagi tykist kríggið at vera eitt ræðuligt mistak. Gløggir eygleiðarar, eitt nú tann gitni amerikanski hernaðarstrategurin Harlan Ullman (sí Information 11.8.2006) vísa á, at kríggið var óneyðugt, og at Ísrael ikki átti at havt latið seg lokka til leypa framav og at fara undir henda bardaga.
Men hetta kríggj er eisini ein ræðulig brotsgerð. Tí Ísrael hevur her, uttan rættvísa grund, rakt eina heila tjóð, sakleys fólk, shiamuslimar, sunnimuslimar, kristin og drusar. Meira enn 1000 fólk eru dripin, og mong 100.000 rikin úr sínum heimum og av síni jørð. Brýr eru sorlaðar, vegir oyðilagdir, vatnverk og ravmagnsverk og íbúðarhús bumbað í spønir.
Kríggið hevur serliga rakt sivilfólk, og eitt óvanliga stórt tal av børnum. Ísraelar siga seg hava havt til mál at raka Hizbollah. Men eygleiðarar siga, at teir við vilja hava skotið eftir flýggjandi familjum. Hvar er nú hugmyndin av landinum, ið sum ein friðarins boðberi skuldi fáa fólkaræði og semju til at floyma út um alt Miðeystur? Grivin, so tykist, saman við børnum og konum, undir gróti, ími og múrsteinum í Suðurlibanon.

Irgun
Í eini stuttari viðmerking er sjálvsagt ikki gjørligt at viðgera hetta, ógvuliga fløkta, mál út í æsir. Ætlanin er bara at bøta eitt sindur um ta skeivu javnvág, sum eyðkennir føroyska skriving um hetta evni og føroyska miðlaviðgerð av tí. Tá ið ein lesur føroysk bløð ella sær ella hoyrir føroyskar miðlar, fær ein ta fatan, at tað eru tveir partar í hesum stríði, sum moralskt sæð eru sum dagur og nátt. Øðrumegin eru ísraelskir politikarar, ísraelski herurin og ísraelska loynitænastan, sum øll til samans fremja eitt gott og rættvíst stríð. Hinumegin eru eitt nú Hamas og Hizbollah, sum allir eru yvirgangsmenn. Tey góðu mótvegis teimum óndu.
Hetta er ikki rætt. Veruleikin er, at eisini mangir ísraelskir politikarar eru ella vóru yvirgangsmenn. Bæði Menahem Begin og Ariel Sharon eru ella vóru terroristar, og tá saman um kemur, er eingin munur millum teir og eitt nú ein yvirgangsmann sum Hassan Nasrallah frá Hizbollah. Ariel Sharon var í fimtiárunum við til at fremja etniska útreinsing móti palestinum, og hann hevði ábyrgdina av teirri ræðuligu misgerðini í Libanon í 1982, tá ósek flóttafólk í Sabra og Shatilla vórðu saksað niður av kristnum falangistum.
Og, fyri at taka tvey dømir aftrat, so hava, sambært Henry Siegman, bæði Ehud Olmert, tann núverandi ísraelski forsætisráðharrin, og uttanríkisráðharri hansara Tzipi Livni sín ættarliga uppruna í tí jødiska yvirgangsfelagsskapinum Irgun. Um Irgun skrivar Benny Morris í í tí stak áhugaverdu bókini Righteous Victims (John Murray, s. 147):

6. august 1938 legði ein Irgun-maður tveir stórar mjólkadunkar fyltar við TNT og granatpettum á tað arabiska marknaðartorgið í Haifa. 21 vóru myrd og 52 særd av spreingingunum. 15. juni drap ein onnur bumba tíggju arabarar og særdi meira enn 30 í Dávidsgøtu í tí gamla býnum í Jerusalem. Ein onnur bumba á torginum í Haifa  hesa ferð fjald sum ein stór kanna við súrum agurkum  drap tann 25. juli 1938 minst 39 arabarar og særdi minst 70.

Hamas
Irgun var soleiðis við til at skapa ta siðvenju at drepa sivilfólk, sum í dag er vanlig millum arabiskar yvirgangsmenn. Nú vilja mangir ísraelar sjálvandi siga, at tá teirra politikarar og hetjur eru ella hava verið terroristar, so hevur hetta sína góðu grund. Men júst tað sama siga eisini arbarar um sínar hetjur. So her er valla nakar veruligur munur. Veruleikin er tann, at mong rørsla í kúgaðum hjálondum ella undir órættvísum korum byrjar við yvirgangi, men fer frá hesi leið, tá hon fær politiska ábyrgd ella fær síni krøv uppfylt.
Felagsskapurin Hamas, sum vesturheimurin í heilum dømir niður og norð, tykist standa mitt í eini slíkari menning. Henda rørsla hevur í ár vunnið eitt val og tikið við politiskari ábyrgd. Sambært tí jødisk-amerikanska serfrøðinginum Henry Siegman (sí New York Review of Books 27.4.2006) eru stórir partar av Hamas til reiðar ikki bara at venda yvirganginum bakið, men  um ávísar, rættvísar treytir verða loknar  eisini at taka undir við, at gjørd verður ein langtíðar hudna, t.e. vápnahvíld, við Ísrael. Teir eru somuleiðis fúsir til at revsa palestinskan yvirgang, veri hann framdur av Islamskum Jihad, Al-Aqsa Intifaduni ella teirra egna fólki.

Trupulleikanna rót
Her er við øðrum orðum ein palestinsk rørsla, har ein partur er fúsur at venda terrorismuni bakið. Og ikki bara tað, henda rørsla umboðar sítt fólk og tykist vera sør fyri ta korruptión, sum hevur spilt Fatah-felagsskapin hjá Arafat.
Men hvussu er svarið frá vesturheiminum og Ísrael? At kalla øll europeisk lond vilja einki hava við Hamas at gera. Og síðani Hamas kom fram at valdinum, hevur Ísrael roynt at seta fót fyri teirra arbeiði, m.a. við peningaligum atgerðum. Og ikki bara tað, tann ísraelski verjumálaráðharrin Shaul Mofaz hevur kunngjørt, at hvør einasti av teimum 74 valdu Hamas-tinglimunum nú er mál fyri tilætlaðum ísraelskum morði. Hvør er her terroristur?
Sannleikin tykist vera tann, at allir partar noyðast at venda aftur til trupulleikanna rót, um tað nakrantíð skal lýsa fyri degi í Miðeystri. Rótin er tað mikla órættvísi, sum hevur verið palestinum fyri. Bæði teir sjálvir og tey arabisku grannalondini hava ein part av skyldini fyri hesa støðu, einamest tí tey sýttu fyri at góðtaka tað sundurbýtingaruppskot, sum ST legði fram í 1947. Og m.a. av hesi grund má útgangurin helst vera okkurt slag av millumloysn. Eitt nú er tað púra óhugsandi og órealistiskt, at palestinar nakrantíð kunnu fáa tað ríki, sum stóð teimum í boði undan krígnum í 1948. Málið kundi verið greitt á tann hátt, at teir fingu eina umbering og eitt risastórt endurgjald.

Vestari áarbakki
Øðrvísi er við Vestara Áarbakka. Hetta var at kalla tað einasta, palestinar høvdu eftir av sínum ríki og landi. Tá ið Sharon, Peres, Dayan og Yigael Allon, eggjaðir av víðgongdum, gamaltestamentliga blindaðum ísraelum, gjørdu av eftir bardagan í 1967 at ræna partar av hesum øki, sum teir ikki høvdu minsta rætt til, gjørdu teir bæði eitt stórt mistak og eina ræðuliga illgerð. Semja tykist vera millum eygleiðarar um, at skal tað bera til at fáa frið við Hamas, er tað ein minsta treyt at teir fáa hetta øki (ella at kalla alt hetta øki) aftur og ein part av Jerusalem. Somuleiðis vísa summir eygleiðarar, teirra millum bæði Herbert Pundik (sí Politiken 30.7.2006) og Gideon Levy (Information 8.8.2006), á, at um Ísrael læt Sýria Golan-heyggjarnar aftur, kundi hetta havt ta avleiðing, at Hizbollah fór at vikna.
Kríggj móti Iran
Tíverri er ikki nógv, sum bendir á, at USA ella Ísrael fyribils ætla at brúka skil ella fara fram við hógv. Tann amerikanski blaðmaðurin Seymour Hersh upplýsti nú ein dagin (sí The Independent 14.8.2006), at kríggið í Libanon varð fyrireikað longu fyri nøkrum mánum síðani. Tað er ætlað at vera forleikur til eitt annað kríggj, sum USA ætlar at føra móti Iran við tí endamáli at oyðileggja førleikan hjá hesum óndskaparins landi til at framleiða kjarnorkuvápn.
Henda ætlan minnir nógv um tað, sum viðhvørt verður rópt ein flýggjan frameftir. Tá ið USA í 2003 gjørdi av at fara í kríggj móti Irak, var ætlanin (1) at rudda veg fyri fólkaræði í Miðeystri, (2) at beina fyri yvirgangi í heiminum og (3) at skapa frið millum Ísrael og tess arabisku ella muslimsku grannalond. Á øllum trimum økjum hevur kríggið ført til tað øvugta av ætlanini. Ja, við hesum bardaga hava George W. Bush og Tony Blair, stuðlaðir av m.ø. Danmark, í roynd og veru borið so í bandi, at Iran er nógv styrknað, at landið hevur fingið náðir til at menna sín kjarnorkuførleika, og at støðan hjá Ísrael er blivin meira hættislig.

Ein uttanríkispolitikkur í spønum
Eitt kríggj móti Iran fer neyvan at føra til eitt frægari úrslit. Tí hvussu verður støðan, tá Iran kanska um tíggju ár aftur megnar at framleiða kjarnorkuvápn, og eingin Bush er meira, og USA kanska liggur á knøunum orsakað av høvuðsbragdinum hjá Bush-stjórnini, eini ófatiliga stórari skuldabyrðu?
Lagnan hjá Ísrael tykist vera at kalla óloysiliga knýtt at uttanríkispolitikkinum hjá USA. Hesin politikkur hevur, sum eitt nú Peter W. Galbraith (í bókini The End of Iraq, Simon & Schuster, 2006) og Francis Fukuyama (sí hansara After the Neocons. America at the Crossroads, Profile Books, 2006) hava víst á, síðani á heysti 2001 verið vandamikil, skilaleysur og sørur fyri nakra veruliga gjøgnumhugsaða strategi. Bush-stjórnin hevur valt einagongu fram um altjóða samstarv, kríggj fram um dialog og eina utopiska, dagdreymakenda idealismu (sum teir nýkonservativu hava lænt frá síni gomlu fyrimynd, marxistinum Leo Trotskij!) í uttanríkismálum fram um skynsama pragmatismu.

Jødanna ríki
Theodor Herzl (1860-1904) var ikki tann fyrsti, sum heitti á jødar og bað teir sjálvar frígera seg. Undan honum bóru m.a. Moses Hess (1812-75) og Leo Pinsker (1821-91) fram sama boðskap. Men tað var Herzl, sum við bókini Der Judenstaat, sum kom út í 1896, skapti ta politisku zionismuna. Tá ið zionistanna felagsskapur var stovnaður í Basel á heysti 1896, skrivaði Herzl í síni dagbók:

Í Basel skapti eg tað jødiska ríkið. Kanska um fimm ár, og í øllum førum um 50 ár, fara øll at vita tað.

Ísrael varð til, 51 ár eftir at hesi orð vórðu fest á blað. Hvørja framtíð landið hevur, veit sjálvandi eingin í dag. Men tað tykist greitt, at landið í dag er hótt, ikki bara av Irans ábyrgdarleysa forseta, men eisini av sínum egna tørvandi vilja til frið og síni egnu víðgongdu leiðslu. At ísraelar nú hava bumbað Libanon, sum fyri stuttum framdi sína egnu demokratisku kollvelting, í sor, hevur hvørki bøtt um framtíðina hjá Ísrael ella um tess umdømi. Ísrael hevur her lutvís sløkt ein demokratiskan neista, lutvís skapt eitt jørðildi av vónloysi, sárum og tómleika, har lagamanni er hjá framtíðar Hizbollah-hermonnum at vaksa fram.

Aftur til dialogin
Tað er somuleiðis søgunnar spei, at George W. Bush og hansara neokonservativu ráðgevar  við at fremja Irak-kríggið og við at eggja ísraelum til bardagan í Libanon  hava komið ríkinum, sum Theodor Herzl skapti, í størri vanda, enn tað nakrantíð fyrr hevur verið í.
Vegurin burtur úr hesum ótøki er dialogur. Ísraelskur og amerikanskur dialogur við Hamas og við Sýria og, í evstu syftu, eisini við Iran. Næsta stigið er ein handil, har allir partar bæði fáa og lata. Og grundin undir øllum er ein hugburður, sum ikki býtir lond, fólk, átrúnað og mentanir sundur í ónd og góð, men ásannar, at øll, sum sólarklárt er, eru borgarar í ófullkomileikans ríki.