Høgni Hoydal skrivar um tað føroyska samfelagið, sum er niðurpínt, og hann argast stórliga inná øll tey, sum koma við atfinningum. Hann viðgongur kortini, at tað eru ótrúðliga nógvir trupulleikar á grundleggjandi samfelagsøkjum her á landi.
Jólamenn við ongum høvdi
Men síðani heitir Høgni á politikarar um ikki at spæla jólamenn við at blása yvirskotið á fíggjarlógini út til tey øki, sum tørvur er á.
Hann minnir á, at slíkur politikkur krevur ongan førleika. Tað krevur bara, at vit skrúva høvdið av og stinga tað undir armin.
Hetta má sigast at vera ein grov ákæra ímóti teimum, sum vísa á tann tørvin, sum Høgni sjálvur viðgongur er í okkara samfelag.
Varaløgmaður man ivaleyst kenna seg kroystan, tí hann heitir eisini á politikkarar um at hava "dykkarasjúkuna" í huga tá teir viðgera okkara samfelag.
Vit eru mong, sum ikki longur kunnu fylgja Høgna í hansara myndatalu. Eg kundi til dømis spurt, hvussu ein við ongum høvdi kann fáa "dykkarasjúku" ?
Vevjir alt saman
Mær kemur fyri, at Høgni Hoydal er við at vevja seg upp í alt fleiri mótsigandi frásagnir. Hann hevur nevniliga fleiri ferðir skrivað um, hvussu óvanliga nógv okkara samfelag hevur ment seg síðani 1948, og við nevndu grein (har høvdið verður skrúvað av), sigur hann somuleiðis frá, hvussu nógv núverandi samgonga og landsstýrið (við heimastýrislógini sum amboðskassa) hevur avrikað.
Hann vísir til almanna- og heilsumál, til undirvísing og gransking, til nýtt sandoyarskip, nýtt suðuroyarskip og til nýtt landssjúkrahús.
Jú loysingarfólk duga eisini at menna samfelagið við heimastýrislógini í hond.
Blokkstuðulin er eingin trupulleiki
Men hóast hesa frásøgn um menning, skrivar Høgni eisini, at vit eru í kreppu, og at vit koma ikki úr kreppuni, fyrr enn blokkstuðulin er burtur.
Poul Nyrup Rasmussen sigur, at Høgni kann fáa allan blokkstuðulin burtur um 3 ? 4 ár, men tá sigur Høgni Hoydal kortanei. Ein skal hava rættiliga kalt blóð í æðrunum, tá ið ein hoyrir Poul Nyrup Rasmussen siga slíkt, og tá ræður um at fáa revolvaran niður í slíran aftur. (sambært bløðunum frá 23. og 27 mai í ár).
Greitt alternativ
Ivaleyst hevur Høgni Hoydal nú loksins sæð, at álitið hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum er einasta gongda leiðin. Umrødda álit hevur ongar trupulleikar við blokkstuðlinum og heldur ongan trupulleika við skiftistíð. tað verður heldur ikki neyðugt at møta upp við revolvara og slíra.
Nevnda felags álit byggir á eitt gevandi og mennandi samstarv í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland, har givnir verða møguleikar fyri reellum sjálvstýri í Føroyum.
Tórshavn tann 3. juni 2000
Trygvi F. Guttesen vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.
Vit hava góðar fortreytir
Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.
Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.
Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.
Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.
Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.
Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum