Øll manningin á Queen Victoria varð bjargað, og tann stóra hetjan í hesum sambandi var John Johannesen, John á Bakkanum, úr Vestmanna.
Hann bjargaði beinleiðis trimum monnum frá tí vissa deyða, og hann hevði í hvussu er ein stóran – kanska ein avgerandi - leiklut í, at restin av manningini varð bjargað. Men sjálvur fekk hann deyðamein av hesi hending og doyði tvey ár seinni.
Tað hevur verið roynt at fáa meira at vita um John. Men tað hevur ikki verið lætt. Fyri tað fyrsta doyði hann so skjótt. Hann var ógiftur, og hevði tí ongar beinleiðis eftirkomarar, sum kunnu spyrjast. Hetta er eisini so langt síðani, at tey flestu, sum kendu John eru deyð.
Men tað finst tó ein sjófartsbók hjá John í ættini. Her sæst, at hann tann 22. juni 1925 mynstraði á Seyðisfirði við Storholmen. Navnið sigur, at hetta helst er eitt norskt skip. Hildið verður, at teir hava verið á sildaveiðu.
John tykist ikki at hava fingið nakran almennan heiður, hóast nokk so nógvir føroyingar hava til dømis fingið Carnegie-heiðurmerkið, sum verður latið fyri bjargingaravrik. Hansara avrik tykist ikki heldur at hava verið nevnt í bløðunum, har hendingin sum so er umrødd. Á landsskjalasavninum er nakað tilfar um Queen Victoriu, men einki serstakt um John.
Her kann í fyrsta umfari ikki gerast annað enn at lýsa hansara ætt og ættarsøgu. Keldurnar eru Jákup í Gerðinum, ættaður úr Vestmanna, og Føroya Siglingarsøga.
Foreldrini hjá John vóru Hanne Pauline Margrethe f. Michelsen (1871-1946) og Johannes Johannesen, seinni Vørmadal, (1877-1959), bæði úr Vestmanna.
John var næstelstur av systkjunum. Eldri var Malvina Jacobine Olvine Sophie (1897-1968), vanliga kallað Malla.
Hon giftist til Havnar við Óla Arge, Bil Óla, og vóru tey foreldur til millum onnur til Niels Juel Arge. Einkjan eftir Niels Juel, Petra, greiðir frá, at Malla ofta tók til syndarligu lagnuna hjá beiggjanum.
Næstur John var Johannes Martin Johan Hjalmar Ivan (1902-1981), vanliga kallaður Jóhannes á Bakkanum ella sjaførurin, tí hann koyrdi lastbil, vist fyrsta lastbil í Vestmanna. Hann varð giftur við Mariu Elisabeth f. Simonsen (1912-1977.) Hon var ættað úr Sørvági og varð vanliga kallað Sørvágs Maria.
Fjórði í røðini var Karl Arne Fredag, kallaður Arne (1904-1969). Hann var ógiftur.
Fimta av systkjunum var Johan Jacob Faber Vørmadal (1906-1993), róptur Johan.
Yngstur var Ernst Johan Sophus (1912-1977.)
Abbin fórst á sjónum
Pápi John, Johannes, skuldi føra Borghild, sum Ólavur á Heygum keypti úr Hull í 1901. Jóannes var eftir henni, men fyrsta ella annan túrin undir Føroyum varð Borghild ásigld av Suðuroynni á Norðhavinum.
Borghild fekk so stóran skaða, at hon sakk beinanvegin. Pápi skiparan, sum eisini æt Johannes, beiggi skiparan Johan, og Jákup Jacobsen úr Kollafirði druknaðu.
Sagt verður í Dimmalætting, at skiparin royndi tað hann kundi at bjarga hinum og eisini pápanum. Men »denne havde sikkert tabt bevidstheden og var ikke til at løsrive fra storriggen paa Borghild, til hvilken han havde klamret sig.«
Keypti skip
Johannes Vørmadal keypti Portland í 1937 úr Grimsby og gav skipinum navnið Realist. Tað varð brúktur til snurriváðveiðu í Norðsjónum.
Í 1940 varð Realist latin til eitt partafelag hjá synum hansara Arne, Johan og Ernst saman við svági teirra Óla Arge, sum var reiðari á skipinum.
Johannes førdi Realist til 1941, tá ið sonur hansara Johan loysti hann av og førdi bátin fram til 1948. Tá varð báturin seldur til Einar Waag og aðrar, og hann gjørdist seinni til Føroya Bjór. Undir krígnum sigldu teir við fiski til Onglands.
Jóannes legðist uppi, táið hann fór av Realist. Men so leingi hann orkaði, róði hann út og arbeiddi á landi.
Johan tók skiparaprógv veturin 1940/41. Hann fór fyrstu ferð til skips við einum norskum sildabáti, sum pápi hansara førdi. Síðan var hann við Mariu, Havfrúnni, Emanuel og í 1936 við hvalabátinum Falki.
Eftir kríggið sigldi hann við ymiskum skipum og trolarum, men starvaðist síðani í mong ár sum havnarumsjónarmaður í Vestmanna.
Um svágin Óla Arge kann sigast, at hann var sonur Óla Arge, sum var framúr grótmaður, og sum hevur gjørt fleiri minnisvarðar yvir farnar sjómenn bæði í Íslandi og Føroyum.
Yngri Óli Arge, kendur sum Bil-Óli, fór til skips nýkonfirmeraður við tí fyrsta Smirli. Í 1926 fekk hann sær koyrikort og bil. Í 1930 fekk hann sær kiosk, og í 1936 var hann ein av partaeigarunum í felag, sum fór at reka hvalaveiðu. Av nýhugsanum kann nevnast, at hann eina tíð hevði almenna baðstovu. Hann var ein virkin maður, og hansara eftirkomarar hava eisini sett síni spor í Føroyum.
Meira um Queen Victoria
Um forlissið av Queen Victoria er okkurt at finna á landsskjalasavninum. Millum annað finst eitt yvirlit yvir tað, sum varð bjargað av skipinum.
Tað kann vera áhugavert at endurgeva listan:
2 Storsejl, 2 Mesansejl, 2 Stagfokker, 1 Stormklyver. 1 Femdugsklyver, 1 Syvdugsklyver, 1 Storbom, 1 Storgaffel, 1 Mesangaffel, 1 Pikfald til Storsejlet, 1 Klofald til Storsejlet, 1 Storskøde, 1 Pikfald til Mesanen, 5 Pikfaldsblokke til Storsejlet, 1 Klofaldsblok til Storsejlet, 2 Stødtaljeblokke, 1 Storskødsblok, 2 Pikfaldsblokke til Mesanen, 2 Klofaldsblokke til do., 1 Stødtalje, ca. 25 Favne 1½” Manila, ca. 24 Favne 3½” Manilla, 1 Storbaad, 1 Ks. Krudt 5 Kg, 3 Tdr amerikank Saltkød, 5 Ks. Kiks 25 Kg, 4 Sk Flormel á 65 kg, 1 Sk. Rugmel á 50 kg, 150 kg margarine, 15 kg br. Kaffe, 24 stk 2½ lbs Snører, 12 stk Teinasnøre, 15 Stk Fiskelodder, 20 Stk. 14” Lampeglas, 15 stk. 10” Lampeglas, 2 Bøsser, dobbelte Bagladere Kal. 16, 1 do. Kal 12, ca. 25 kg Hagl, 1 Kompas, 1 Gryde, 1 grønt Sidelys, 5 Tdr Raaolie, 1 Td. Smøreolie.
Hetta er nokk so áhugavert. Ikki minst at síggja alla seglútgerðina, sum var tá. Hetta var vist alt selt á uppboði. Tað sum kom inn, varð brúkt til at gjalda útreiðslurnar av fólkinum. Tað komu inn kr. 1.308. Umframt varð vrakið selt fyri kr. 600.
Flutningurin heim kostaði tilsamans kr. 1.234. Av hesum vóru kr. 579,64 fyri ferðaseðlar við Botniu. Kr. 300 kostaði flutningurin til Reykjavíkar.
------------------
Eitt 50 ára minni:
Tummas úr Streymnesi gongur burtur við »Hanne S«
Í hesum døgum eru 50 ár síðani, at tað seinast frættist frá danska farmaskipinum »Hanne S«, sum tá var statt sunnanfyri Kappan í Grønlandi á veg til Danmarkar. Umborð vóru 18 fólk. Manningin var 15, og harafturat vóru trý ferðafólk. Kokkurin umborð var tann 25 ára gamli Tummas Zachariassen úr Streymnesi
Tað var ikki meira enn eitt ár farið, síðan Hans Hedtoft hvarv við øllum fólkinum umborð og eisini tveimum føroyingum. Greitt varð frá hesum í Sosialinum í samband við, at 50 ár vóru liðin síðan hesa hending. Tí var tað skakandi, at tað aftur nú var eitt danskt skip á somu leið, sum ikki gav boð frá sær. Royndirnar frá árinum fyri vístu, at her var einki gott at vænta, og tað vísti seg eisini at vera so. Skipið hvarv við mann og mús.
Í 2004 varð givin út ein bók um hesa hending. Mogens Bøeg Jensen, sum áður hevði siglt við skipinum, skrivaði bókina: »Sidste melding - kraftig storm M/S Hanne S forlis«, og varð hon útgivin av Marstal Søfartsmuseum.
Til minnis um føroyingin, sum her fekk eina váta grøv, vilja vit, grundað á hesa bók og tilfar frá familjuni, greiða frá hesi sorgarsøgu.
Seinasti túrur
Seinasti túrurin hjá skipinum byrjaði, tá manningin mynstraði í Svendborg hin 30. mars 1960, eftir at skipið hevði verið á verft í 57 dagar, har tað hevði fingið átta ára klassing. Tískil skuldi alt verið í fínasta lagi við skipinum. Skipið var 500 tons til støddar, longdin var 65 m og maskinan var 900 hk.
Manningin var sum sagt 15 mans. Skiparin var tann royndi Erik Peter Marius Petersen, sum var 48 ára gamal.
Hovmeistarin var Tummas, sum var kendur sum ein góður kokkur, og sum hevði orð fyri at vera ein »matkunstnari.«
Tann 5. apríl fer »Hanne S« úr Svendborg til Keypmannahavnar, har skipið skal lastast. 9. apríl verður farið vestur í hav til Grønlands. Fyrsta havnin var Frederikshåb, og higar komu teir tann 20. apríl. Haðani verður farið til Nuuk, hagar tað longu kom dagin eftir. Fyrst verður lossað og síðani verður innskipað, so farast kundi aftur til Danmarkar.
Hevði frætt um tann góða kokkin
Trý ferðafólk skuldu við til Danmarkar. Ein av teimum var tann 26 ára gamli Jens Erik Jensen, sum hevði arbeitt hjá KGH í nøkur ár. Hann hevði bílagt sær ferðina heim við ferðamannaskipinum »Umanak« og hevði enntá innskrivað sítt viðføri. Men tá hann frætti, at »Hanne S« fór avstað undan »Umanak,« og hann eisini hevði frætt um tann fantastiska kokkin umborð, broytti hann hugsan og fór umborð á »Hanne S« einans við hondviðføri, meðan restin av viðførinum fór til Danmarkar við »Umanak«.
Tað verður so farið avstað úr Nuuk tann 24. apríl við kós til Grønnedal, donsku marinustøðina. Hagar kemur skipið 25. apríl eftir at hava siglt í eitt knapt samdøgur. Dagin eftir verður byrjað at skipa upp. Síðani verður siglt tann stutta teinin til námsbýin Ivigtut, har lastin verður fylt við kryolit. Tá farið verður úr Ivigtut tann 27. apríl kl. 02.00 var samlaða lastin 848 tons, íroknað olju og aðra útgerð. Veðrið var als ikki so galið, men veðurforsøgnin boðaði frá meira vindi, upp í vindstyrki 7 eftir gamla skalanum og samstundis fall barometrið. Ættin var eystan, og sum frá leið kom vindstyrkin uppá 11, 30 m/sek, og í hvirlunum munandi meira. Tískil var rættiligt ódnarveður. Tað gekk seint við siglingini, og var ferðin sum frá leið bert 3 míl. Aldan var í miðal 17 metrar høg, so roknast kundi hava verið við brotum, sum vóru tvær ferðir so høg. Afturat storminum var so eisini vandin við ísi á hesum leiðum, hóast tað ikki sást nakað serligt til ís.
Seinasta fráboðan um positiónin
»Hanne S« boðaði seinast frá síni positión tann 29. apríl kl. 5.56. Tá verður boðað frá: »Total skydække, vind ONO. Styrke 11, sigtbarhed 2,2 sømil, stærk regn, + 4 Celsius.«
Ferðin hevði verið 4,2 míl síðan midnátt. Tá eru teir einar 50 fjórðingar sunnanfyri Kappan við kós eysturyvir. Hetta er tað seinasta, sum hoyrist frá skipinum.
Tann 1. mai fara so øll at órógvast, tí onnur skip høvdu hvørki sæð ella hoyrt nakað til »Honnu S«. So tað varð beinanvegin byrjað at kalla og at leita bæði frá sjónum og frá luftini. Tað var ein stórur floti, sum leitaði, eins og flogfør fóru á flog. Tann 1. mai var veðrið batnað, so møguleikarnir at leita vóru betri. Dagin eftir fann verjuskipið »Thetis« vraklutir, sum kundu verið av »Honnu S«, og skip vórðu beind á hesar leiðir at leita. Seinni funnu teir enn fleiri lutir, sum kundu verið av horvna skipinum.
Sum frá leið minkaðu vónin um at finna nakran á lívi. Nógv bendi á, at skipið var farið, og møguleikin at lívbjarga sær undir slíkum umstøðum var sera vánaligur. Tann almenna leitingin helt eisini uppat tann 7. mai, tá øll vón var brostin.
Føroysk skip í sama veðrinum
Fleiri føroysk fiskiskip vóru stødd í hesum økinum í hesum illveðrinum. Eitt av teimum var »Marité«, sum Janus Petersen í Kollafirði var bestimaður á. Hann hevur greitt frá, at tað var eitt ræðuligt illveður og brotini vóru so stór, sum eingin áður hevði sæð. Janus var vísir í, at hevði eitt av hesum brotum rakt »Marité«, so høvdu teir ikki borið boð í bý. Á somu leið var »Yvonna.« Danska fiskiskipið »Hertha« við føroyskari manning var eisini statt har.
Vónin brostin
Táið reiðaríið A. E. Sørensen fekk almennu boðini um, at »Hanne S« mátti roknast fyri at vera burturgingin, fóru øll fløgg í Svendborg á hálva stong. Danski kongurin sendi samkenslufjarrit. Samstundis sendi reiðarin bræv til øll tey, sum varaðu av teimum farnu, har hann eisini lýsti sína samkenslu. Tann 10. mai hevði fólkatingið fund, og her var lýst tøgn í tveir minuttir fyri at minnast tey farnu, eins og tað vóru fleiri minningargudstænastur í býum, har manningin var frá. Almenn minningargudstænasta var hildin í Vor Frue Kirke í Svendborg hin 29. mai, har tey avvarðandi vóru boðin við. Ein minnistalva varð seinni sett upp í kirkjugarðinum í Svendborg. Í kirkjuni í Hvalvík hevði Peter Petersen, prestur, minningargudstænastu, og kirkjan var fullsett.
Fyrsta sjóforhoyr
Sjóforhoyr var 3. juni 1960 í rættarhúsinum í Svendborg. Rættarformaður var Erik Rendal, sum hevði verið dómari í Føroyum. Her kom fram, at reiðarin helt, at fjølmiðlarnir í sambandi við vanlukkuna høvdu havt fleiri beinleiðis skeivar upplýsingar, sum kundu skaða umdømið hjá reiðarínum. Tað, sum kom fram her, vísti, at øll viðurskifti umborð vóru í lagi.
Víst varð á, at skipararnir høvdu fingið boð um at seta trygdina fremst, og hetta var ikki mist galdandi, síðan »Hans Hedtoft« gekk burtur árið fyri. Frágreiðingin til vanlukkuna kundi næstan bert vera tann, at skipið hevur siglt á ís, sum hevur skrætt skipið upp, og at tað er sokkið so skjótt, at eingin hevur havt møguleika fyri at bjarga sær.
Nýtt sjóforhoyr
Sjóvinnufeløgini gjørdu vart við aftaná sjóforhoyrið, at tey visti einki um tað. Tey vildu tí hava eitt nýtt sjóforhoyr, tí tey ivaðust í, um alt mundi vera komið fram, sum hevði týdning í málinum. Eitt nýtt sjóforhoyr varð so hildið tann 31. januar 1961.
Her kom tá fram rættilig ósemja um orsøkina til vanlukkuna. Fram kom ivi um orsøkin kundi vera ísur, tí tað var ikki boðað frá serliga nógvum ísi júst á sigldu leiðini.
Sjóvinnufeløgini førdu fram, at tað var lúkan, sum var orsøkin. Ein funnin vraklutur var nevniliga ein brotin trælúka. »Hanne S« hevði trælúkur, og sjóvinnufeløgini hildu uppá, at skipið hevði fingið ein sjógv, sum hevði brotið lúkuna. Við ongari lúku var skipið prísgivið, og tað fyltist beinanvegin við sjógvi. Við lastini fullari av kryolit sakk tað sum ein steinur. Hevði skipið hinvegin havt stállúkur, hevði tað ikki komið fyri.
Tað vóru royndir grønlandsskiparar, sum hvør sær hildu fast um ymiskar frágreiðingarnar. Ført varð eisini fram, at hetta vóru skip, sum vóru ov veikt bygd. Hildið var eisini uppá, at manningin eisini var ov fáment og ov ung.
Hetta við manning er jú eitt standandi stríð millum reiðarar og sjóvinnufeløg, har hesi ynskja eina so stóra manning sum gjørligt av trygdarávum. Samstundis fáa feløgini fleiri limir. Hinvegin kunnu reiðarar spara pening við minni manning.
Ein av feløgunum reistur spurningur var eisini, um skipið var ovlastað. Hetta tók serliga konu skiparan sera dygt, men tað varð eisini staðfest, at talan var ikki um ovlasting.
Eingin endalig frágreiðing
Nøkur niðurstøða av orsøkini til vanlukkuna var ongantíð gjørd, og tað hevur heldur ikki verið møguligt. Men tað hevur í hvussu er gingið skjótt, tá enntá einki neyðarkall varð sent. Høvundurin av bókini setur fram tann møguleika, at skipið hevur fingið maskinskaða, og síðan hevur fingið feigdarsjógv. Men her kann sjálvsagt heldur einki sigast við vissu.
Reiðarin var Adolf Ejler Sørensen, f. 1896, og hann var ein virkin vinnulívsmaður. Hann doyði í 1974. Sonurin Mogens tók yvir, men í 1988 vórðu skipini seld og reiðaríið upployst.
Tummas, ein lagnusøga
Hovmeistarin Thomas Viggo Andreas Sonne Zachariassen var føddur í Streymnesi tann 24. februar 1935. Hann var annars uppkallaður eftir pápabeiggjunum, Tummas og Viggo, sum fórust við »Lauru« í 1932, eftir at teir vórðu bjargaðir í forlissinum av Queen Victoriu árið fyri sum greitt frá í seinastu Miðviku.
Tummas var fyltur 25 ár, táið hann kom umborð á »Hanne S«. Hann var ein dugnaligur kokkur, og hansara umdømi sum matsnillingur var vælkent í reiðarínum. Tummas var elstur av 7 systkjum. Hann var farin úr skúlanum aftaná 7. flokk og kom í bakaralæru hjá Andreas Jacobsen (Andreas í Køkubúðini) í Tórshavn, áðrenn hann fór til Keypmannahavnar at fáa sær útbúgving á Teknologisk Institutt í Keypmannahavn. Hann var kokkur í 1955 umborð á »Oyrnafjall«, sum var eitt føroyskt farmaskip, sum tað almenna átti, og sum sigldi á langferð.
Frá 1956 til 1958 sigldi Tummas sum kokkur umborð á »Tjaldur«, millum Danmark og Føroyar. Hann hevði eisini siglt við »Bogota« hjá Eysturasiatiska Kompagnínum. Áðrenn hann mynstraði umborð á »Hanne S«, hevði hann í eina tíð siglt við skipinum »Sigrid S« hjá sama reiðarí.
Mamman frættir tíðindini í útvarpinum
Í Streymnesi var mamma Tummas, Davina Zachariassen, í holt við reingeringina, tá hon í útvarpinum hoyrdi, at »Hanne S« var saknað, og at ein leiting var sett í gongd. Hon var einsamøll heima við 10-ára gomlu Kirstin og 9-ára gamla Bjarna. Pápi teirra Hans Jacob var undir Íslandi við fiskiskipinum »Keflavík«. Tann 23 ára gamli sonurin, Viggo, var júst komin til Grønland við »Grímur Kamban«, og 18 ára gamli Leivur var við »Sjóborgini« undir Íslandi.
Sum dagarnir gingu og tað frættist um vraklutirnar, ið funnir vóru, brast vónin um, at nakar hevði yvirlivað skipbrotið. Tá presturin Peter Petersen, sonur Alfred Petersen, kom á vitjan í heiminum, varð tað greitt, at Tummas var sjólátin. Presturin hevði eina langa samrøðu við Davinu og royndi her í hesi álvarsløtu at troysta, so væl sum hann kundi.
Tvey tey yngstu, Kirstin og Bjarni, minnast Tummas, tá hann av og á kom heim millum túrarnar við »Tjaldur«, og hann sat inni í stovuni og spældi á orgul og sang. Tey minnast ein serligan sang, sum hann ofta sang:
Jeg er en fremmed, jeg er en pilgrim,
Kun en aften, kun en aften bor jeg her.
O, stands mig ikke,
Thi jeg vil følge Guds folk til strid
Gennem ørken og bølge.
Jeg er en fremmed, jeg er en pilgrim,
Kun en aften, kun en aften bor jeg her.
Við tónunum frá sálminum í huganum skiltu tey bæði systkini, at tey høvdu mist sín stórabeiggja.
Eisini sorg í Keypmannahavn
Tað var ikki bert í heiminum í Streymnesi, at sorgin rakti. Hjá Sørinu Møller og Arna Ørum í Istedgade í Keypmannahavn, har Tummas hevði búð, meðan hann var undir kokkaútbúgving, kom skipbrotið av »Hanne S«, sum ein hvøkkur. Sambandið millum Tummas og hesa familjuna hevði verið serliga gott. Sørina var hálvsystir Andreas í Køkubúðini, har Tummas hevði lært. Hon var ættað úr Porkeri. Beiggi hennara Óli, sum var fluttur til Norðragøtu við mammuni, tá hon giftist hagar, var ein av teimum, sum fórst við Immanuel í 1932. Pápi Sørinu, Sámal, fór eisini á sjónum, nevniliga við Norðstjørnuni av Tvøroyri í 1910.
Hvørja ferð Tummas kom til Keypmannahavn, hevði hann vitjað tey, og hann hevði altíð okkurt góðgæti við sær. Hann var sera væl lýddur. Tað má hava verið serliga sárt fyri Sørinu, at Tummas skuldi fáa somu lagnu sum beiggi og pápi hennara.
Dreymur um vanlukku
Beint áðrenn skipbrotið hevði Arni Ørum haft ein dreym um Tummas. Hann droymdi, at Tummas stóð í hvítum klæðum. Arni royndi at fáa samband við hann, men hann stóð bara stillur og veittraði til Arna. Orsakað av hesum dreymi var Arne sera óróligur. Tá hann hoyrdi, at sambandið við »Hanne S« var mist, var tað honum greitt, hvat ið var hent.
Í Svendborg búði gentan hjá Tummas.. Hon hevði sæð fram til at fara til Keypmannahavnar at vera saman við Tummas, tá »Hanne S« kom til Danmarkar í byrjanini av mai mánaði. Tá hon, eftir at hava móttikið tey syrgiligu boðini, sorgarbundin gekk ígjøgnum Svendborg og sá øll fløggini á hálvari stong, skilti hon, at hon ongantíð skuldi síggja Tummas aftur.
Álitismaður
Familjan hjá Tummasi møtti nógvari samkenslu yvir mista sonin, og tey fingu eisini váttan um hvør álitismaður hann var.
Ein dóttur til hovmeistaran Napoleon Olsen, kallaður Poli, úr Vestmanna, fortaldi teimum, at pápi hennara, sum sigldi saman við Tummasi umborð á »Oyrnafjall«, vaknaði ein morgun klokkan 06.00 uttan at vera purraður út sum vanligt. Hann fór beint upp á brúnna. Har fann hann Tummas einsamallan standandi við róðrið, og sveittin rann av andlitinum á honum. Poli spurdi hann, hví hann stóð við róðrið, og hvussu leingi hann hevði staðið har. Tummas svaraði, at hann hevði staðið har alla náttina. Hann var farin upp á brúnna, sum hann plagdi at gera um kvøldarnar, áðrenn hann fór í koyggjuna. Stýrimaðurin hevði spurt hann, um hann ikki líka kundi taka róðrið til avloysarin kom á brúnna. Um hann, sum skuldi loysa av, ikki var blivin útpurraður ella um hann var sovnaður aftur, visti Tummas ikki, men tað hevði ikki verið møguligt at farið av brúnni fyri at leita eftir stýrimanninum at fáa hjálp. Alt hetta var hent um náttina í tí stóra trafikkinum í Ermasundi. Hetta segði eitt sindur um, hvussu álítandi og samvitskufullur Tummas var.
Hetta var so søgan um enn ein av okkara landsmonnum sum fekk váta grøv.
-----------
Færøsk Sømand udøver heltedaad
Vit duttu tilvildarliga fram á hendan stubban frá 1940
um enn eitt bjargingarbragd hjá føroyingi
Lørdag den 3. Februar blev der udvist den 22 aarige Færøske Sømand Johan við Stein fra Thorshavn en sjælden og udsøgt ære i Rigsdagsbygningen i Norges Hovedstad Oslo. Her modtog det norske Storting den unge Færing, der fik overrakt en Fortjenstmedalje tillige med en Hædersgave for udvist Heltedaad.
De nærmere Enkeltheder i Forbindelse med den Begivenhed, der ligger til Grund for det, der er passeret i Norges Storting, foreligger det endnu intet om, men efter hvad det er lykkedes os at faa oplyst, skal Forhistorien i store Træk være denne:
I Slutningen af December 1939 observerede man fra den norske Lastdamper Tora Elise, paa hvilken Johan við Stein var paamønstret som Matros, en drivende Tømmerflaade med 8 forkomne skibbrudne Søfolk. Vejret var meget daarligt og omstændighederne for Bjærgning derfor yderst vanskelige. Ikke destomindre tilbød den resolutte færøske Sømand at forsøge at bjærge de Skibbrudne og forsynet med en lang Line omkring Livet sprang han i Søen og svømmede hen til Tømmerflaaden og tilbage til Damperen det nødvendige Antal Gange.
Som følge af de lange Strabadser under Bjærgningsarbejdet var Johan við Stein kommet noget til Skade, da han endelig kunde hales om Bord igen efter ene Mand at have bjærget 8 Søfolk fra den visse Død. Johan við Stein er imidlertid kommet sig helt igen og vender hjem til Fæøerne med første Fart.
Over alt i Norge har denne storslaaede Heltedaad vakt den største Beundring, og de norske Blade kalder den unge Thorshavner: Den færøske Viking.
Tveir manns umkomnir í Havn
So órímiligt var tað, at seinni doyði Johan við Stein undir eini aðrari roynd at bjarga einum vinmanni frá at drukna.
Í Dagblaðnum fyrst í 1952 skrivaði pápabeiggi Johan við Stein, Mourentius Viðstein, hesa frásøgn:
Tung sorgarboð spurdust í Havn áðrenn árið var lokið. Náttina millum leygardagin og sunnudagin druknaðu tveir ungir menn uttanfyri Tinganes. Tað vóru Johan Andreas við Stein (Pollux nevndur) úr Havn og Klæmint Jacobsen, ættaður úr Gøtu.
Saman við einum øðrum ungum havnarmanni, Tummas Poulsen, vóru teir úti í einum lítlum báti. Báturin hvølvdist. Eftir tí, sum Tummas Poulsen hevur kunnað greitt frá, fingu hann og Pollux felagan Klæmint uppá tann hvølvda bátin. Men tá báturin var so lítil, fór hann undan Klæminti. Teir samdust so um, at Tummas skuldi svimja til lands at finna onkrar útvegir til bjargingar, meðan Pollux royndi at svimja við Klæminti. Tað var myrkt.
Tá fólk høvdu hoyrt rópini og komu til var einki at gera. Klæmint var druknaður. Johan kom til lands men doyði og Tummas var illa komin.
Johann við Stein var borin í heim 20. juni 1918, var giftur og átti eitt barn, Kára. Hann var sera væl umtóktir fyri sítt dirvi og arbeiðshug, og við sínum lætta og skemtingarsama lyndi var hann vinur við øll.
Tað var serkent fyri Pollux, at hann sprongdi seg fyri at bjarga einum øðrum.
Sangurin hjá Jógvani var skrivaður í Kollafirði
Í røðini um Ernestinu greiddu vit frá sanginum, sum var funnin í lummanum á tí deyða Jógvan Thomassen. Gitt var, at sangurin var yrktir umborð. Men tað var hann ikki. Ragnhild Poulsen av Oyrareingjum, dóttir Christian Geyta, sum hevði hotel í Kollafirði, greiðir frá, at Jógvan gisti á hotellinum á veg til Klaksvíkar at fara avstað. Tá kundi ikki sleppast allan hendan langa teinin eftir einum degi! Men sagt varð, at Jógvan yrkti sangin á hotellinum. Ragnhild er 91 ára gomul og hevur verið 11 ára gomul tá.
Her kann eisini verða nevnt, at Edvard, beiggi Jógvan, sum fórst við Florence í 1927, eisini yrkti ein sálm. Men hetta koma vit aftur til.
---------------
Komandi partur
Komandi mikudag verður fyrsti partur av frásøgn frá ferðini hjá Norrønu til Íslands seinast í apríl í slóðunum hjá føroyskum fiskimonnum. Vitjað verður millum annað á Vattarnesi, har Merkið heilsaði føroyingunum