Hvør prædikar evangeliið? Rómbrævið 1:1

Vit kunnu ikki megna nógv meir, um vit hyggja til dømis eftir einum prædikara evangeliums, enn ápostulin Paulus. Í Rómbrævinum 1:1 kunnu vit síggja hvussu Gud Heilagi Andin íblásti henda serstaka mann til at lýsa seg sjálvan sum ein prædikara evangeliums. Við at gera hetta, ímyndar hann eisini allar teir menn, sum trúliga prædika evangelium Kristusar.
»Paulus, tænari Jesu Krists« Tann maður sum trúliga prædikar evangeliið, tann maður ið altíð prædikar evangeliið, tann maður sum prædikar hitt heila evangeliið og bara tað, er ein tænari Jesu Krists. Prædikarar evangeliums eru viligir, sjálvkravdir trælir Sonar Guds. Legg til merkis hvussu Paulus lýsur seg sjálvan. Tað er ikki Paulus prestur, Paulus doktari, faðir Paulus, ella Paulus pávi, men »Paulus, tænari Jesu Krists», Hesin maður roknaði tað sum hin hægsta heiður at vera ein tænari Jesu Krists, ikki tænarin, men ein tænari. Hann var bert ein tænari millum mangar; men hann var ein tænari.
»Kallaður til ápostul« Orðið »ápostul« merkir í grundini »sendiboð.« Tað eru eingir menn í dag sum hava ápostólskt embæti. Men hóast tað, eru Guds tænarar Hansara sendiboð. Prædikarar evangeliums eru kallaðir og av Gudi evnaríkir til at vera Hansara sendiboð, menn sendir við einum boðskapi. Ein prædikari evangeliums er ein maður við einum boðskapi, einum boðskapi frá Gudi, einum boðskapi ið brennur í sál hansara, sum hann má bera víðari. Hann er ein maður við einum messianskum kalli, einum messianskum endamáli, eini messianskari heimild.
Legg til merkis: Um tú nakrantíð møtir einum manni við eini heimild frá Gudi, ella ein maður sum enntá hugsar at hann hevur eina heimild frá Gudi, nýtist tær ikki at undrast á tað. Tú fært at vita tað. Hann letur seg ikki forma, boyggja fyri trýsti, yvirgevur seg ikki, ger onga neyðsemju. Hví skuldi hann? Hann er ein heimild frá Gudi! Tað ger hann ovurhonds ótemjandi av nøkrum, uttan av Gudi, ið sendi hann. Móses hevði eina heimild frá Gudi. Ein og hvør, ið kom í samband við hann, vitsti tað. Jóhannes Doyparin hevði eina heimild frá Gudi. Tað var ikki ein maður ella kvinna ið nakrantíð fór út í oyðimørkina at hoyra hann prædika evangeliið, sum síðani kom aftur og ivaðist um hann var ella ikki var sannførdur um at Gud hevði kallað hann til verkið, sum hann gjørdi. Móses og Jóhannes vóru báðir djarvir sum leyvur tíat teir vitstu at teir vóru sendiboð hjá einum Alvaldum Gudi.
Hygg eftir versinum eina fer aftrat. Eg skal siga tær nakað annað um mannin, ið trúliga prædikar evangeliið. Hann er ein tænari Jesu Krists, ein guddómliga kallaður boðberi hjá Jesusi Kristi, og hann er »kosin til at kunngera evangelium Guds.« Tænarar Guds, sannir prædikarar evangeliums, eru menn sum eru kosnir til evangeliið. Teir taka ikki arbeiðið, at vera tænarar Guds, lættliga. Teir eru menn kosnir til evangeliið: Álagdir av Gudi ? (sum Jeremias og Paulus, við kalli Guds, við gávum Guds á teimum, og við Guds setan teirra í Hansara ríki. Teir eru eisini menn kosnir til evangeliið av teirra egna, altíð vaksandi gudsótta og áseting (Rómbrævið 1:9-17). Tann maður, ið prædikar evangelium Kristusar, er eins og tænari Ábrahams, sum varð sendur til at fáa Ísaki, syni hansara, eina brúður. Hann vil ikki verða drigin frá arbeiði sínum, hvørki av njóting ella trýsti. Hvørki arbeiði ella byrða, familja ella vinir, fíggindar ella fígging, stuttleiki ella lívsvandi vil venda einum slíkum manni avsíðis frá mikla verkinum, sum Gud hevur kallað hann til. Hann er »kosin til at kunngera evangelium Guds!«