Fyri stuttum fingu fiskimenn ein skattalætta, sum við góðum fiskarí og góðum prísum á okkara tilvildar-leið, hevur givið ikki sørt góða úrtøku til ein bólk í samfelagnum. Í ár fingu so løgtingsmenn eina [...] er einki undantak. Eg skal ikki leggja meg út í samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Flestøll skilja báðar partar í málinum. Málið í hesið grein er arbeiðshátturin hjá Fíggjarm [...] eina rímiliga høga lønarhækkan. Eg eri ein teirra, sum eri samdur í at løgtingsmenn skulu hava góð lønarkor, men tað er so ein veruleiki, at teirra løn hækkaði ikki sørt. Hóast hesi bæði málini onkursvegna
oljuorðalistanum kom í lag, er meira at kalla ein tilvildarlig hending stendur á lesa á heimasíðuni hjá Málnevndini. Formaðurin fyri Føroysku málnevndini var á fundi saman við aðalstjóranum í Oljumálastýrinum [...] verkætlan, sum byrjaði í oktober og skuldi vera liðug 1. mai 2002. FOÍB og Oljumálastýrið fíggjaðu verkætlanina. Ritstjóri varð settur og ein stýrisbólkur hevur verið ritstjóranum til hjálpar í arbeiðinum við [...] oljuorð úr tøkniorðabókini, sum er í gerð á Føroyamálsdeildini, tikin uppí her. Harumframt er ein stórur partur av oljuorðalistum, sum Phillips Petroleum Company gav út í 1980, týddur til føroyskt. Til samans
gingið undan. Nývaskað fór manningin í kirkju. 5. juni var sjómannadagur í Íslandi, og var nógv gjørt burturúr, bæði í býnum og í kirkjuni. Eitt íslendskt kór sang í kirkjuni, skiparin á Jóhannu fekk eina [...] yvir. Uttan at hava verið sjómaður havi eg eins og aðrir føroyingar tó hoyrt nógv um hesa vandasigling - og havandi í huga, at báðir abbarnir hjá mær sigldu í krígsárunum og nógvir av teimum, eg havi kent [...] allir fingu stúva sær koddan í koyggjuni, settu knæið móti skipssíðuni og spentu ryggin mótu koyggjulúkunum. So var at liggja sum best, tí hann var eystan í ættini og trongt í fjarðarmunnanum. Ferðin út
aftur, har kemur ein bilur afturat. Jú, rætt er. Har kemur ein bilur við nógvari ferð oman av stóra svinginum við tunnilsvegin. Ætlar sær ivaleyst at náa ferjuna hendan túrin, men er í seinna lagi sambært [...] sleppa í land. Fartelefonin á brúnni ringir, tá bilarnir eru byrjaðir at koyra í land. Einir fimm minuttir eru eftir, til siglast skal yvir aftur á Oyrargjógv. Tað skilst á skiparanum, at tann, sum í hinum [...] Ternuni. Tað er líka stórt øll onnur vikuskifti um summarið og fyri tann skuld mitt í viku eisini. Seinasti bilurin í bíðirøðini á Oyrargjógv er komin umborð, og teir rópa av dekkinum upp til skiparan,
kl. 11.30 Messa í Kerit 31. des. kl. 11.30 Messa í Kerit 1. jan. kl. 11 Hámessa 2. jan. kl. 11.30 Messa í Kerit 3. jan. kl. 11 Hámessa, aftaná verður kirkjukaffi 7. jan. kl. 20 Taizé-bøn í Kerit 10. jan [...] Gudstænasta, Jens V. Danielsen KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Seinnapartsamkoman. Mikudagin kl. 19 í KFUM: Ten-sing kórið kemur saman. Hósdagin kl. 19.30 í KFUK: KFUK kvøld. Frelsunarherurin Tórshavn [...] ur 37. AA-fundir í Vestmanna Í Skótahúsunum Hósdag kl. 20 AA-fundur. Sunnudag kl. 17 AA-fundur (opin fundur). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn
við at sorla lívið hjá sær sundur og drepa fólk. Í tí filminum sást, hvussu ein dagur kann pilka persónsmenskuna niður. Í hesum filminum hevur hann aftur ein ringan dag, men fær høvi at búnast. Michael Douglas [...] sleppur at doyggja í filmum, og verður krógvaður í bagasjurúminum í einum bili. Hundurin umboðar alt tað, sum persónarnir hava at krógva hvør fyri øðrum og gerst bókstavliga eitt lík í lastini. Tað er sjáldsamt [...] út um, út í regnið, at ringja til fólk í vónleysari roynd at finna eitt heim í verðini. Og Dylan syngur ?It?s not dark yet / But it?s getting there.? Leikarar Frances McDormand er skúlastjórin í filminum
er ein dagur aftur í morgin, og hann hevur størri týdning enn dagurin ígjár. Mín vón skal vera, at Fólkaflokkurin stendur saman í flaggmálinum, og at ein virðilig loysn verður funnin á hesum – ein loysn [...] at fáa steðga vanlukkuætlanini í Reykjavik. Ein skal vera bæði blindur og deyvur, fatar ein ikki tað álvara, eg havi lagt í hetta mál. Eg haldi meg vita, at Fólkaflokkurin í skrivandi stund ikki hevur nakra [...] tá hann í útvarpinum fríggjakvøldið viðgjørdi mín persón í samband við flaggstríðið í Reykjavík. Eg skal her gera nakrar viðmerkingar og rættleiðingar til tað, sum sagt bleiv. Eg skal ikki fara í smálutir
af året” (sic!). Og eins og ein annar karnivalskur Rabelais, tekur hann alt hitt hátíðarliga og ikki minst sjálvhátíðarliga niður á jørðina, ja, heilt niður í runudíkið. Eitt nú í yrkingini “Narrefisse”: [...] hann á ein frálíkan og vakran hátt – eisini uttan at kroysta kenslur lesarans. Í Besøgstid fær Henrik Nordbrandt okkum soleiðis at skilja, at tilveran á fold bert er ein tíðaravmarkað vitjan – ein vitjan [...] yrkingasavnið hjá Henrik Nordbrandt við tað, hann annars hevur skrivað, sæst týðiliga, at hann í Besøgstid eins og í teimum nýggjastu søvnunum nýtir fleiri myndburðir og aðrar málsligar myndir. Nordbrandt hevur
sjálvur, men ein eldri beiggi hansara sum kallast Frits. Hetta er ein vakur bátur, ein fiskibátur helst: Stýrhúsið er aftan og ein stór mastur framman. Júst soleiðis sum dreingir ímynda sær at ein slíkur bátur [...] virkin í svimjifelagnum Skeggjar í Gøtu. Hetta dámar honum sera væl, og hann hevði so víst ætlað sær at luttikið í svimjikappingini sum um vikuskiftið verður í Klaksvík. Tíverri fyri hann er ein stórur [...] bygdur í skúlan, eru ymsar broytingar eisini gjørdar í skúlanum, m.a. hevur hann fingið nýggja høvuðsinngongd. Við skúlan eru umframt Hall Ellingsgaard, ein fastur lærari og ein vikarur. Næmingatalið er í løtuni
hvat sum helst í tilveru okkara í dag, og er ikki nakað nýtt fyribrigdi heldur, segði Annita á Fríðriksmørk millum annað. Setanarrøðan kann lesast í fullum líki á blaðsíðu 25 í blaðnum í dag. Báðar dagarnar [...] Sembach frá Sembach?s í Keypmannahavn og Jan T. Sørensen frá Filatelistisk & Numismatisk Forlag í Keypmannahavn virðismettu. Ole Sembach er víðagitin í savnara høpi. Hann hevur egnan handil í Keypmannahavn og [...] telefonkort í 1993. Higartil eru 38 kort framleid. Tað er tó rættiliga skiftandi, hvussu ofta nýggj kort verða framleidd. í 2001 vórðu 10 kort framleid, men bert tvey í ár, og einki nýtt kort er í stoypiskeiðini