Poul Michelsen
Men tað gjørdi Jørgin Niclasen, tá hann í útvarpinum fríggjakvøldið viðgjørdi mín persón í samband við flaggstríðið í Reykjavík.
Eg skal her gera nakrar viðmerkingar og rættleiðingar til tað, sum sagt bleiv. Eg skal ikki fara í smálutir – tað man vera tað frægasta beint nu.
Poul Michelsen hevur ikki mist nakran sess í uttanlandsnevndini, sigur Jørgin Niclasen.
Hetta er ósatt. Eg misti sessin orsaka av flaggmálinum, og Anfinn heldur fram í nevndini av somu orsøk – lat ongan iva vera um tað.
Søgan um, at eg skuldi fara í uttanlandsnevndina fyri Anfinn gongur umleið 8-9 mánaðir aftur í tíðina.
Tá varð gjørt eitt yvirlit yvir arbeiðsbýtið hjá tingmanningini.
Yvirlitið bygdi á 2005. Niðurstøðan var, at summir tingmenn høvdu alt ov nógv at gera og aðrir ov líti.
Teir sum høvdu í meira lagi vóru Anfinn Kalsberg og Óli Breckmann.
Avrátt var tí, at Óli skuldi lata fra sær Norðurlandaráðið og Anfinn uttanlandsnevndina.
Eg skuldi so fara í Uttanlandsnevndina og lata sessin í Útnorðurráðnum frá mær.
Óli Breckmann bjóðaði Poul – fyri frið skuld - sín sess í uttanlandsnevndini sigur Jørgin Niclasen.
Hetta er ikki samanhangið og beinleiðis ósatt. Eg kenni samanhangin, men skal ikki fara nærri inn á hetta. Jørgin kennir tað eisini, men eg eri vísur í, at hann heldur ikki er áhugaður í at fara inn á veruliga samanhangin.
Poul Michelsen hevur nógvar nevndasessir og KRAVDI enn fleir, sigur Jørgin Niclasen.
Hetta er ósatt.Eg havi fyri tað fyrsta ikki kravt nakað sum helst. Tað yvirlitið, sum vit gjørdi um arbeiðsbýtið í tinginum var grundarlagið.
Arbeiðsbýtið í tinginum er ikki grundað á, hvussu nógvar nevndir ein hevur, men hvussu nógv nevndirnar hava at gera, og hvørji málsøki einstøku nevndirnar ábyrgdast fyri. Summar nevndir hava ein fund um árið aðrar 50.
Alt hetta veit Jørgin, men fólk veit tað ikki og við bert at vísa til talið á nevndarsessum, gevur Jørgin eina ranga mynd av málinum.
Poul er bara órímuliga grammur var boðskapurin. Hetta er ikki so – eg haldi bara, at arbeiðsbýtið er skeivt. Eg kann siga so mikið, at hesa somu fatan høvdu aðrir tingmenn í flokkinum m. a. bæði Jørgin og Anfinn.
Poul valdi at fara uttan um flokkin við flaggmálinum, sigur Jørgin Niclasen.
Hetta er ósatt. Eg havi vent mær til bæði tingmenn, floksleiðslu, løgmann og umsiting hansara fyri at fáa steðga vanlukkuætlanini í Reykjavik.
Ein skal vera bæði blindur og deyvur, fatar ein ikki tað álvara, eg havi lagt í hetta mál.
Eg haldi meg vita, at Fólkaflokkurin í skrivandi stund ikki hevur nakra felags niðurstøðu til flaggmálið í Reykjavík. Hvussu skuldi flokkurin hjálpt mær?
Aftan á at løgmaður og m. a. eg sjálvur vóru í Reykjavík, har løgmaður og eg umrøddu málið nógv, kendi eg meg vísan í, at løgmaður fór at venda aftur til mín um, hvussu málið kundi loysast á ein nøktandi hátt. Tað gjørdi hann ikki.
Tá vanligt diplomati ikki rakk, og tíðarfreistin fyri at leggja mál fram í tinginum var við at renna út, hevði eg einki annað val enn at taka málið í egnar hendur. Og tí liggur málið soleiðis nú.
Tað skuldi frøtt meg, um Fólkaflokkurin, heldur enn at leggjast eftir mær, stuðlaði málinum og tryggjaði okkum føroyingum eina sendistovu ella umboðsstovu í Reykjavík við føroyskum eyðkenni og ongum øðrum.
Flokkurin vildi ikki ofra Anfinn í Uttanlandsnevndini – ein erfarin og góður
sjálvstýrispolitikkari.
Hetta er ikki satt. Eg havi ikki vilja ofrað nakran sum helst. Talan var um at umskipa arbeiðið,
lætta um hjá Anfinni, og fáa betri javnvág í arbeiðið. Hetta vita floksfelagar mínir alt um –
so hví bera slíkt fram í fjølmiðlunum Jørgin?
Eg haldi, at tað er ótrúligt, at Jørgin Niclasen – sigst kanska at vera komandi floksformaður –
skal fara so langt. Eg eri væl greiður yvir, at vit eru í ringum skørum í løtuni, men viðhvørt
skal rørast í grýtuni, og tað yvirliva vit nokk. Tó er ikki víst, at løgurin tolir, at arsinik verður
koyrt í.
Vánalig floksdiciplin?
Eg skal viðganga, at eg í løtuni ikki gangi í takt við mínar floksfelagar á tingi. Hinvegin haldi eg meg als ikki ganga einsamallan í flokkinum.
Eg haldi meg til stevnusskrá Fólkafloksins.
At eg havi mist mín sess í uttanlandsnevndini er ein veruleiki, sum Jørgin Niclasen ikki skal lúgva seg burturúr. Nakað annað er so, at hetta er nakað, eg góðtaki, og sum eg ikki geri meira við.
Summir skulu hava upp um oyrini í tingarbeiði og tilsvarandi ávirkan. Tað verður av summum mett bæði rætt og rímuligt – kanska einamest av teimum sjálvum.
Tá aðrir bjóða seg fram, verður hetta mett sum, at ein er grammur og frekur.
So sanniliga endaði Jørgin Niclasen við at siga, at sjálvt um Poul Michelsen ikki hevði fortjent tað, so hevði hann fingið ein varalimasess aftrat.
Nú eri eg frammanundan varamaður hjá onkrum tingmanni í onkrari nevnd og skal fyri ein góðan ordan skuld upplýsa, at eg ongantíð enn í hesum valskeiðnum havi møtt á nøkrum fundi sum varamaður.
So ein varðalimasess aftrat má sigast at vera stórt gávumildni – næstan ovmikið. Takki so hjartaliga fyri stórsinni – Jørgin.
Tað er ein dagur aftur í morgin, og hann hevur størri týdning enn dagurin ígjár. Mín vón skal vera, at Fólkaflokkurin stendur saman í flaggmálinum, og at ein virðilig loysn verður funnin á hesum – ein loysn, sum flytur okkum frameftir og ikki afturum 1930. Tað er tað málið, tað snýr seg um og ikki nakað annað.