Henrik Nordbrandt: Besøgstid. Yrkingar. Gyldendal 2007. 52 s., Samanbera vit nýggja yrkingasavnið hjá Henrik Nordbrandt við tað, hann annars hevur skrivað, sæst týðiliga, at hann í Besøgstid eins og í teimum nýggjastu søvnunum nýtir fleiri myndburðir og aðrar málsligar myndir. Nordbrandt hevur nevniliga ment seg munandi sum yrkjari.
Prosakendi Nordbrandt
Hóast hann telist millum tey størstu donsku skaldini í dag, var dygdin í fyrstu yrkingasøvnum hjá Henrik Nordbrandt so sum so – og tað sæst m.a. í yrkingini “Taurus”: “Så smukke er Taurusbjergene./Så røde og stærkt duftende er roserne./Præcis så meget elsker jeg dig”. Heldur ikki yrkingar sum “Sørgmodigt digt i anledning af hendes bortnærværelse” ella “Alf og damerne” ella “Karasevda” hava nakað stórvegis virði. Sum sæst, var Nordbrandt, eins og nógvir aðrir danskir og norðurlendskir yrkjarar í sjeytiárunum, ógvuliga prosakendur. Hesar yrkingar eru nevniliga ikki serliga tilvitaðar um formin, tíverri, helst tí at formurin sum so ikki hevði serliga stóran týdning tá. Men tað hevur hann fingið í Besøgstid. Nordbrandt skrivar sostatt ikki longur ‘knækprosa’, men heldur prosayrkingar. Harumframt víðka hesar yrkingar av og á markið fyri tí, ið vanliga ber til at bera fram málsliga. Og tað er ikki lítið. Nordbrandt prógvar sostatt, at málið sum so er ført fyri at miðla nógv meira enn vanliga verður hildið. Hansara yrkingar eru í dag meira hurðar inn í ein annan heim, enn yrkingar, ið spegla veruleikan, og tískil roynir hann við óvanligari setningaskipan at vísa út um hevdbundnar merkingar. Men hóast talan ikki er um at skapa eitt mál, ið er beinleiðis í andstøðu til vanliga gerandismálið, so eru sum sagt orðingar í Besøgstid, ið lata dyrnar upp til heilt aðrar og fullkomiliga nýggjar týdningar: “På sømmet, hvor rebet havde siddet/hang der nu et fuldstændigt/nøjagtigt billede af virkeligheden/som den så ud, før jeg kom ind i den” (s. 49).
“Narrefisse”
Metayrkingar við nógvum tvørsagnum í einum smátosandi stíli, hevur snøgt sagt altíð sermerkt skaldskap Nordbrandts - og soleiðis roynir hann eisini at víðka karmarnar fyri, hvat og hvussu nógv ber til at bera fram á donskum máli. Til dømis nýtir hann ofta málið soleiðis sum í “Nyord”: “Nyord har givet mig denne tanke:/Mine ord er gamle/og modsiger ofte sig selv” (s. 46). Og av og á fer hann so langt sum til at spreingja reglurnar í mállæruni: “Mig er det, der sker med jeg resten af året” (sic!). Og eins og ein annar karnivalskur Rabelais, tekur hann alt hitt hátíðarliga og ikki minst sjálvhátíðarliga niður á jørðina, ja, heilt niður í runudíkið. Eitt nú í yrkingini “Narrefisse”: “Må jeg have lov til at præsentere Dem for et digt/med titlen “Narrefisse”? (...) Hvis man erstattede “komedie”/i Dantes Guddommelige Komedie/med “narrefisse”, ville det ikke gøre værket mindre dybt (...) De såkaldte hellige skrifter/er fulde af vold, hævn og fordømmelse./Den der får narrefisse, bliver ydmyg og mild./Jeg vil påstå, at narrefisse lærer én næstekærlighed” (s. 52). Sig so tað, ja, ja...
Nýroynandi mistak
Á fyrstu síðu er eitt forljóð ella ein inngangsyrking, sum hevur fingið heitið “Programerklæring”. Hetta er ein metayrking, harí skaldið m.a. setur fram stevnu sína og staðfestur, at lesarin ikki skal vænta sær yrkingar, sum ríma. Og sum nevnt omanfyri, gongur sjón fyri søgn. Harumframt eru eisini sjey haiku í savninum. Hetta er ein japanskur yrkingaformur, ið er eyðkendur við at vera órímaður og uttan rýtmiskt ljóðlag, og hesin yrkingaformurin sæst annars eisini aftur í føroyskum skaldskapi, eitt nú hjá Christiani Matras og Guðrið Helmsdal Nielsen. Viðvíkjandi haiku-yrkingum er altso talan um tríggjar ørindisreglur við fastari nøgd av stavilsum í hvørjari (t.e. 5-7-5). Hetta býtið sæst eisini aftur í haiku Nordbrandts. Tó ger hann eitt undantak, og tað kemur her: “Sommerstøvtrapper:/ Dal sank under dal/ og nu regner det.” Sum sæst, hevur Nordbrandt her fimm stavilsi í hvørjari reglu, altso 5-5-5 -, og tað samsvarar í hvussu er ikki við reglurnar fyri haiku-yrking! Tí er sjálvandi eitt sindur torført at taka dagar ímillum, um hetta skal metast sum eitt væleydnað mistak ella ein miseydnað nýroynd hjá Nordbrandt...
Lívsins heyst
Límið, sum heldur alt yrkingasavnið saman, er rot og vátveður og annars alt tað, vit seta í samband við ein heystardag tá alt følnar. Eisini tykist vera umráðandi hjá Nordbrandt at lýsa vakurleikan í øllum tí, ið forferst og annars í øllum tí, sum úrkynjað er. Og lesarin verður eisini varugur við, at yrkingarnar verða alsamt myrkari, sum frálíður. Tí hóast hansara val av orðum er sera fjøltáttað, ganga summi orð aftur og aftur, og sum frálíður verða orð sum “heyst”, “deyðin”, “rot” og “maðkar” meiri átrokandi... segði nakar Baudellaire?! Og yvirhøvur ber til uppfata hesa haiku-yrkingina sum eitt úrtak úr øllum savninum: “Lav sol på skodder:/Sensommeren og døden/På ét koldt hængsel”. Skulu vit loksins kroysta skaldskapin hjá Henrik Nordbrandt inn í onkran bás, so kundi tað kanska verið tann eksistentialistiski. Nú Nordbrandt er komin nakað væl til árs, hugleiðir hann í Besøgstid um lívsins heyst og kvøld – og kanska serstakliga um deyðan. Og tað ger hann á ein frálíkan og vakran hátt – eisini uttan at kroysta kenslur lesarans. Í Besøgstid fær Henrik Nordbrandt okkum soleiðis at skilja, at tilveran á fold bert er ein tíðaravmarkað vitjan – ein vitjan, sum bara styttist sum dagur dettur av degi. Og sum fær ein enda.









