STEVNA
Síðsta vikuskiftið varð stór mynt- og telefonkortsavnara stevna hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.
Tað var Føroya Tele, ið skipaði fyri stevnuni í samstarvi við Myntsavnarafelag Føroya.
Jens Pauli Nolsøe, leiðari á Teleforlagnum hjá Føroya Tele, ið stendur fyri útgávum av telefonkortum í Føroyum, sigur, at stevnan eydnaðist sera væl.
?Vit sóu tað sum um, at vit náddu okkara málið, sigur Jens Pauli Nolsøe. Leiðarin á Teleforlagnum sigur, at teir mettu seg eftir at fáa eini 350 niðan í Norðurlandahúsið, og tað málið rukku teir so.
Sjálv stevnan varð sett leygardagin klokkan 11. Stevnan var opin leygardagin til kl. 17, og sunnudagin var stevnan opin frá kl. 14 til 17.30. Tað var formaðurin í Mentanarnevndini hjá løgtinginum, Annita á Fríðriksmørk, ið setti stevnuna.
? At samla uppá myntir ella telefonkort, hevur ikki bara týdning fyri tykkum, sum samla. Tað hevur eisini ein søguligan samfelagstýdning.
Fert tú inn á eitt fornminnissavn her í Hoyvík ella aðrastaðni í verðini, so finnur tú sum oftast eitt pláss við myntum. Hví tað? Tí hesir vísa, hvussu gongdin hevur verið fyri hetta so specifikka økið. Og myntir - ella pengar - er nú heldur ikki, hvat sum helst í tilveru okkara í dag, og er ikki nakað nýtt fyribrigdi heldur, segði Annita á Fríðriksmørk millum annað. Setanarrøðan kann lesast í fullum líki á blaðsíðu 25 í blaðnum í dag.
Báðar dagarnar kundu fólk fáa virðismett pengaseðlar, myntir ella telefonkort. Ole Sembach frá Sembach?s í Keypmannahavn og Jan T. Sørensen frá Filatelistisk & Numismatisk Forlag í Keypmannahavn virðismettu.
Ole Sembach er víðagitin í savnara høpi. Hann hevur egnan handil í Keypmannahavn og við sær til Føroya hevði hann fleiri forkunnugar myntir. Eisini føroyskar pengaseðlar og myntir eigur hann. Tann eina myntin - frá 1769 ? hevði eitt virðið áljóðandi 38.000 kr.
Valdimar Tómasson helt eisini tveir fyrilestrar á stevnuni.
Stevnan var í høvuðsheitum ætla føroyingum.
Auktión
Leygardagin kundi stevnan borðreiða við einari auktión. Myntir, pengaseðlar og telefonkort verða seld fyri hægsta boð. Eini 120 fólk vóru til staðar til auktiónina. Lutirnir høvdu eitt katalogvirði og nevnt var eitt lægsta/byrjunarboð.
48 lutir vórðu seldir á auktiónini.
Millum lutirnar vóru tvey feilprentaði føroysk telefonkort. Tey vóru ávíkavíst við veðrinum og dúgvuni sum mynd. Undir framleiðsluni varð skeivur dagur skrivaður á fyri nær kortið skuldi ganga út. Dagurin á kortinum var 31. februar, og hetta ger kortini serliga virðismikil. Føroya Tele, ella Telefonverkið, sum tað kallaðist tá, hevur roynt at burturbeint øll hesi kortini, men onkri eru enn at finna millum manna. Bæði kortini eru frá 1994.
Kortið við dúgvuni fór fyri 660 kr., og kortið við feilprenti og mynd av eyðkenda veðrinum varð selt fyri 1.260 kr.
Hesi kortini eru ógvuliga sjáldsom, og kunnu tey valla verða gjørd av nýggjum. Jens Pauli Nolsøe sigur, at teir hava áhuga fyri hesum sløgum av kortum eisini sjálvir.
Føroya Tele byrjaði at framleiða telefonkort í 1993. Higartil eru 38 kort framleid. Tað er tó rættiliga skiftandi, hvussu ofta nýggj kort verða framleidd. í 2001 vórðu 10 kort framleid, men bert tvey í ár, og einki nýtt kort er í stoypiskeiðini.
Jens Pauli Nolsøe greiðir frá, at við fartelefonum og øðrum er áhugin fyri telefonkortunum minkaður nakað, men kortini verða framvegis keypt.
Telefonkortini geva ikki tað stóra útslagið í roknskapinum hjá Føroya Tele. Jens Pauli Nolsøe sigur, at teir meta hetta meira sum ein tænasta fyri kundarnar, enn nakað annað.
Umvegis eitt danskt umboð er Føroya Tele í samband við einar 400 samlarar kring allan heim. Hesir liggja allir framvið at ogna sær føroysk telefonkort. Jens Pauli Nolsøe sigur, at tað eru fleiri føroyingar í eiga øll kortini hjá teimum. Týdningarmikið fyri virðið er, at kortini eru í góðum standi, og tí fáast tey eisini í serligum mappum við fleiri telefonkortum í hvørjari mappu.
Minni format
Savnarastevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum hesaferð, men sambært Jens Paula Nolsøe skulu vit ikki rokna við, at stevnan verður at síggja aftur næsta ár í sama líki.
?Roknast kann við, at vit kunnu luttaka á einari savnarastevnu hjá Myntsavnarafelagnum, men talan verður nokk ikki um nakra líknandi stevnu aftur næsta ár, sigur Jens Pauli Nolsøe.
Tað var Føroya Tele, sum skaffaði stevnuni innivíst í Norðurlandahúsinum, í sambandi leiklutin sum Listastevnuvinur.
Hevur tú vunnið?
Tey 398 fólkini, ið keyptu atgongumerki til savnarastevnuna um vikuskiftið, fingu eisini ein lutaseðil fyri sínar 20 kr.
Millum øll seld atgongumerki varð drigin lut um ein vinning. Vinningurin er ein fartelefon ? ein Nokia 3410. Trupulleikin er bert tann, at vinnarin enn ikki hevur gjørt vart við seg. Atgongumerki nummar 0211 vann fartelefonina, men hvør viðkomandi, eru dreingirnir hjá Føroya Tele enn óvitandi um. Rennur tú teg á nummar 0211, kanst tú seta teg í samband við Jens Pauli Nolsøe hjá Føroya Tele hjá Teleforlagnum á telefonnummar 303030. Inntil víðari liggur telefon still.