Báturin pussast og masturin skiftast

- Einaferð málaði eg eitt flogfar, sum eg hevði gjørt. Men tað bleiv ikki so pent, og tí ætlaði eg mær ikki at mála hetta, sigur 10 ára gamli, Eliesar Eið sum er ættaður av Hellunum.

Hann er ein av 14 næmingum við skúlan í Oyndarfirði. Fyrrapartin í gjár høvdu teir eldru næmingarnir træsmíð.

Hóast talan er um ein skúla, er lítil gangur og óljóð at hoyra.
Eingin næmingur er at síggja uttanfyri skúlan og heldur eingin er inni í stóru gongini. Hvørki næmingar ella lærarar.
Sum vit nærkast smíðstovuni skilja vit hví: Allir teir seks næmingarnir standa so konsentreraðir við borðini og hava sítt at takast við hesa løtuna. Her er ikki nógv tíð til fjant og fjas, og lærari teirra, Hallur ger sítt til at arbeiðið skal ganga skjótt og væl.
Onkur teirra ger ein lut sum helst endar undir einumhvørjum jólatræi í bygdini, meðan tveir av dreingjunum leggja seinastu hondina á eitt flogfar.
Ein teirra er skilamaðurin Eliesar Eið. Hann hevur beint lagt flogfarið frá sær, tí nú ætlar hann undir næstu uppgávuna.
- Tú, Hallur. Kanst tú ikki rætta mær handa bátin. Hann stendur haruppi á hasum skápinum, sigur Eliesar við lærara sín.
Lærarin so ger. Gevur honum bátin, sum er næsta mál hansara henda dagin.
- Jú, tey eru ófør at arbeiða, slær Hallur fast.
Tað gongur tað sjón fyri søgn um, nú smíð stendur á tímatalvuni henda kalda desemberdagin í Oyndarfjarðar skúla.
 
Fleiri uppgávur
Ein av teimum góðu lærugreinunum hjá hesum skilagóða hellumanninum er  smíð.
- Mær dámar sera væl at saga, sigur Eliesar.
Tað var júst tað hann og teir eldru næmingarnir høvdu, tá vit vitjaðu Oyndarfjarðar skúla fyrrapartin í gjár.
Øll vóru tey í gongd við ymisk smíðarbeiði. Eliesar hevði tvær ætlanir sum hann ætlaði at fremja fyrst.
Tá hann var liðugur við tær, ætlaði hann sær undir ta triðju, sum var eitt rúmdarfar, og kanska ta fjórðu við.
Men fyrst mátti hann fáa bátin lidnan.
 
Puss og mastur
Bátin átti hann ikki sjálvur, men ein eldri beiggi hansara sum kallast Frits.
Hetta er ein vakur bátur, ein  fiskibátur helst: Stýrhúsið er aftan og ein stór mastur framman. Júst soleiðis sum dreingir ímynda sær at ein slíkur bátur skal síggja út.
Hóast Eliesar sjálvur ikki eigur bátin, so ætlar hann kortini at snøgga hann og gera hann ordiliga lidnan.
- Fyrst má eg pussa hann. Men eg ætli mær ikki at mála hann. Eg haldi at hann skal bara vera so sum hann er beint nú, greiður Eliesar frá.
Aftanfyri hann stendur lærarin Hallur og smílist. Hann veit, at áhugin fyri smíði og handalag hansara kemur ikki av ongum. Faðirin má onkursvegna hava lagt honum og eldra beiggjanum lag á!
- Og tá eg eri liðugur við tað, so fari eg eisini at skifta mastrina út. Hon er eitt sindur leys, haldi eg, sigur Eliesar.
 
Hent bók
Tað er tó annað enn skip og bátar, sum hava áhuga hansara og hjá einum av skúlafelagum hansara.
Báðir hava teir sjálvir gjørt sær vakrar flúgvarar - eitt nýtt, og helst óroynt slag av jetflogførum, sum helst kunnu flúgva mega nógv skjótari enn ljóðið.
- Tað var hann, sum fann eina mynd av hesum flogfarinum í eini bók. Hann ætlaði at gera sær eitt slíkt flogfar í smíði.
- Tá hann vísti mær myndina, so helt eg, at eg skuldi eisini gera mær eitt slíkt, sigur Eliesar.
Teir byrjaðu báðir samstundis at gera flogførini, og nú vóru tey liðug. Eins og við bátinum, so ætlar Eliesar ikki at mála flogfarið. Tað hevur hin harafturímóti longu gjørt.
Júst hvat slag tey vóru, hevði ikki so stóran áhuga hjá teimum báðum handaligu dreingjunum í Oyndarfirði.
- Hetta er okkurt slag av einum framtíðarflogfari, sigur Bergur, ið var hann sum átti bókina við myndini av flogfarinum.
 
Rúmdarfar
Hóast flogfarið er liðugt og Eliesar nú er farin undir at pussa bátin hjá bróður sínum, Fritsi, hevur hann tvær aðrar ætlanir fyri undirvísingina í smíði.
Í bókini hjá Bergi hevði hann lagt merki til eitt ógvuliga vakurt rúmdarfar. Hetta hevði hann ógvuliga góðan hug at gera eisini.
Trupulleikin var bert hann, at teir funnu ikki bókina aftur. Um so var, ætlaði hann sær eisini at gera tað.
Hinvegin so fær hann um stutta tíð eina koyggju at sova í heima við hús. Har vantaði bert stigin at koma upp, so kundi hann klúgva upp hagar.
- Eg ætli mær eisini at gera okkurt sjálvur til koyggjuna.
- Kanska tað verður ein hill ella okkurt líknandi, sigur altso 10 ára gamli Eliesar.
 
 
 
Dámar væl at svimja
Tá Eliesar ikki er í skúlanum spælir hann við vinmenn sínar.
Teir eru allir úr Oyndarfirði, men tá veðrið er gott, er tað bert eitt spæl at súkkla av Hellunum og yvir um til ta størru bygdina.
Eitt annað fast er kortini á vikutalvu hansara, og tað er svimjingin. Umframt tað at hann svimur tvær ferðir um mánaðin við skúlanum á Strondum, er Eliesar eisini virkin í svimjifelagnum Skeggjar í Gøtu.
Hetta dámar honum sera væl, og hann hevði so víst ætlað sær at luttikið í svimjikappingini sum um vikuskiftið verður í Klaksvík.
Tíverri fyri hann er ein stórur dagur hjá familjuni í Suðuroy um vikuskiftið. Hagar fara foreldrini, í hvussu so er mamman, og tí fer hann neyvan við til kappingina hesaferð.
 
 


14 næmingar

Í sambandi við at nýggjur dagstovnur er bygdur í skúlan, eru ymsar broytingar eisini gjørdar í skúlanum, m.a. hevur hann fingið nýggja høvuðsinngongd.
Við skúlan eru umframt Hall Ellingsgaard, ein fastur lærari og ein vikarur.
Næmingatalið er í løtuni 14, men eingir næmingar eru í 3. og 5. flokki.
Komandi ár fara tríggir næmingar út á Strendur í skúla, meðan eingin kemur í 1. flokk. Sostatt verður næmingatalið komandi ár 11.
fyri seg