Eitt embætisverk í verkfallstíð

Hesi seinastu árini havi eg alment verið við í orðaskiftinum um ymiskar síður í tí eina málinum: einar Føroyar við einum modernaðum vinnulívi.

Innanfyri hetta málið havi eg roynt at hildið meg til fyrsta prosjektsekvens: at útloysa tilfeingi í tí almenna sektorinum og menna hann, tí uttan hetta verður neyvan nøkur moderna vinna í Føroyum, uttan mun til hvussu vit royna onnur prosjekt.

Hendan greinin er einki undantak. Eg skal ikki leggja meg út í samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Flestøll skilja báðar partar í málinum.

Málið í hesið grein er arbeiðshátturin hjá Fíggjarmálastýrinum, sum kemur at ávirka okkara menningarmøguleikar tey næstu árini. Spurningurin er ikki, um Fíggjarmálastýrið skal stríðast ella ikki. Spurningurin er, hvussu stríðst verður.

Tað var greitt, at fíggjarmálaráðharrin skuldi út í truplar lønarsamráðingar í ár.

Fólk á almenna arbeiðsmarknaðinum og onnur vóru sjálvboðin við til at bera tungar byrðar kreppuárini. Seinni var tann avtala, sum tey høvdu gjørt, at kalla gjørd til láturs av táverandi landsstýri. Uppaftur seinni varð farið heldur lagaligari til verka, og lønin er endiliga komin á sama støði, sum hon var.

Fólk eru óð um viðferðina, tey hava fingið.

Tað eru hesi fólkini, sum nú skulu til samráðingarborðið.

Hinvegin er tað eisini rætt, at í einum landi við eini tilvildar-strategi á vinnuøkinum er tað í høvuðsheitum lønin, sum avgerð kappingarførið.

Tað er hetta kappingarførið landsstýrismaðurin roynir at verja. Tað er hansara uppgáva.


Linjan:

Fyri stuttum fingu fiskimenn ein skattalætta, sum við góðum fiskarí og góðum prísum á okkara tilvildar-leið, hevur givið ikki sørt góða úrtøku til ein bólk í samfelagnum.

Í ár fingu so løgtingsmenn eina rímiliga høga lønarhækkan. Eg eri ein teirra, sum eri samdur í at løgtingsmenn skulu hava góð lønarkor, men tað er so ein veruleiki, at teirra løn hækkaði ikki sørt.

Hóast hesi bæði málini onkursvegna ávirka samráðingarnar, so eru tey ikki partur av málinum.

Fyrsta felagið, sum fór til lønarsamráðingar, var búskapar- og løgfrøðingafelagið. Rættiliga skjótt fekst hesin sáttmálin í lag og alment var sagt, at lønarhækkingin svaraði til umleið 1% Trupult er at meta um úrslitið, men fáur er í iva um, at hækkingin er munandi størri, tá alt verður roknað við.

Føroya Tele gjørdi síðani sáttmála, sum liggur uppá góð 9% lønarhækkan, tá alt verður roknað við.

Embætisførslan:

Búskapar- og løgfrøðingafelagið var fyrsta felagið við samráðingarborðið. Eftir vanligum mannagongdum leggur hetta linjuna fyri onnur feløg, hóast smálutirnir kunnu vera ymiskir.

Trý viðurskifti hava áhuga í hesum sambandi:

- Tey flestu embætisfólkini í Fíggjarmálastýrinum eru limir í búskapar- og løgfrøðingafelagnum (ógegnistrupulleiki)

- Sáttmálin er trupul at gjøgnumskoða, serliga við tí opna hugtakinum ?serkøn? fólk, sum kunnu fara ein triðing upp í løn

- Alment var boðað frá, at lønarhækkingin var 1% Hetta er beinleiðis lygn

Uttanfyristandandi kunnu ikki vita, hvussu embætisfólkini hava ráðgivið landsstýrismanninum. Tað verður ikki sørt áhugavert, tá ið ábyrgd skal staðfestast.

Hvussu er og ikki, so gav hesin fyrsti sáttmálin í veruleikanum politikkinum hjá landsstýrismanninum eitt skot fyri bógvin.

Fíggjarmálastýrið hevur tveir trupulleikar í hesum sambandi:

- Hvaðani stavar lygnin?

- Hvørjar royndir vóru gjørdar fyri at halda ta politisku kósina?

Seinni fylgir Føroya Tele í fótasporini eftir sáttmálanum hjá búskapar- og løgfrøðingafelagnum, sum náttúrligt er.

Fíggjarmálaráðharrin boðaði greitt frá sínum ætlanum í góðari tíð. Í verki eru tveir sáttmálar undirskrivaðir. Hvørgin teirra fylgir teim fráboðaðu ætlanunum.

Vanliga kemur hetta undir heitið ?stýringsineffektivitetur?: tú setir eina kós, men siglir eina aðra.

Vanliga rokna vit við, at tað er uppgávan hjá embætisverkinum at vera stýringseffektivt, meðan politikarar seta kós.


Pískurin:

Hin spurningurin, sum tekur seg upp í sambandi við hetta samráðingarumfarið, er arbeiðshátturin hjá Fíggjarmálastýrinum og miðfyrisitingini yvirhøvur í sambandi við lønarútgjaldingarnar.

Stjórar verða trýstir til arbeiði, sum annars ikki er teirra til gerandis. Verður tað ikki gjørt, so er ALS-billettin tikin.

Eg skal ikki siga fíggjarmálaráðharran ringan fyri, at hann tekur við ráðum um slík tiltøk. Tað er so skjótt at ein verður drigin við, tá ið á stendur.

Eg skal heldur ikki siga stjórar ringar fyri at lata sær slík kor lynda. Bitin er helst ov góður til at verða sleptur úr hondum ella aldurin ger tað trupult at skifta rók.

Ein og hvør má tó hava í huga, at tann dagur kemur fyri tey nógvu, at tey mega velja millum persónligan integritet og breyðið. Eingin bardagi er verdur sína egnu sjálvsvirðing. Spurningurin er so, hvørji virði ein setir í hásæti.

Arbeiðshátturin hjá miðfyrisitingini kann fáa persónligar avleiðingar fyri stjórarnar og kann eisini fáa persónligar avleiðingar fyri tey, sum hava hjálpt til við tí praktiska arbeiðinum.

Hesin arbeiðsháttur kann eisini fáa meira víttfevndar avleiðingar á samfelagið. Verkfall og verkbann er ein rættur í okkara demokratisku skipan og við hesum rætti eru nakrar spælireglur galdandi, sum tey flestu rokna við, uttan at tær eru skrivaðar niður ella eru lógarfestar.

Ein vandi er, at álitið millum feløgini og almenna arbeiðsgevaran gerst uppaftur verri enn tað longu er. Tað vil aftur darva eini menning í tí almenna sektorinum, sum sami fíggjarmálaráðharri ? saman við øðrum - annars eisini hevur boðað frá er eitt politiskt ynski.

Aftur er lítið samsvar millum politiskt ynski, og útinning í verki.

Hvussu stýra vit burturúr tilvildar-strategi okkara?

Í hesum umfari fara vit ikki inn á spurningin um, hvussu frægast slepst burturúr hesi sáttmálatrætu. Tað er ikki setningurin við hesi grein.

Spurningur er, hvussu leingi vit kunnu liva við, at politisk ynski ikki kunnu útinnast í verki vegna stýrings-ineffektivitet.

Eru tað politikarar, sum eru ódugnaligir at seta kós, so mega veljarar taka støðu til tann partin.

Er tað embætisverkið, sum ikki er skikkað til at halda kós, so mega politikarar taka støðu til tann partin.

Uttan vilja og evni til at stýra, verður trupult at berja seg burturúr tilvildar-strategi okkara.


Signar P. Heinesen