eitt stórt og gott arbeiði, men harfyri er ikki sagt, at tað ikki eru viðurskifti, sum eiga at viðgerast øðrvísi enn skotið upp. Tað er hetta tann politiska viðgerðin er til fyri. OLJUMÁLIÐ er so stórt og [...] enn einaferð ov lítið. Hetta er einª so stór avbjóðing fyri okkara lítla samfelag, at vit mugu brúka ta tíð, sum er neyðug. Men harfyri er ikki sagt, at nøkur orsøk er til at dríggja málið óneyðugt. Tí [...] broytast. NÚ er ikki vist, at vit fara at fáa eitt so drúgvt og hart orðaskifti, sum ein kanska kundi ynskt og vónað, tí málið hevur verið so væl lýst longu. Men tað er uppgávan hjá okkara politikarum at geva
menniskjansliga. Nú er tað so lætt at brúka orð sum samvinna og samstarv. Uttan ítøkiligt innihald eru tað bara innantóm og einkisigandi orð. Hetta mugu vit til at gera nakað við. Vit mugu til at geva hesum orðum [...] Við er eisini konan Kristjana Motzfeldt. Savalimmiunut Tikilluarit - Vælkomin til Føroya - tit bæði og tey, sum eru í tykkara fylki. TAÐ er altíð hugaligt at fáa frægar gestir á vitjan. Men einki er sum [...] mentanarligar. At tað júst í hesum tíðum koma út bøkur um føroyingar í vinnu í Grønlandi sigur so heldur ikki so lítið um, hvat vit hava at takka grønlendingum fyri, tá tað snýr seg um at troyta teirra
skyldum er at vera tilreiðar at svara spurningum frá pressuni. Tvs. at hann verður noyddur at skifta løgmanskasjettuna út við landsstýrismannahúgvuni, tá hesi mál eru frammi. So einfalt er tað. [...] og hvussu vit tippingini fyri bert at taka nøkur av málunum fram. TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku pressuni at fáa hendur á. Sjálvandi er ein løgmaður nógv upptikin maður men [...] SPURNINGUR okkara til løgmann er: fer tú at fyritaka tær nakað, soleiðis at henda ruta ikki dettur heilt niðurfyri. Ella hóvar tær tað fínt, at tað syndarliga syndrið, sum er eftir av hesi rutu, eisini syndrast
hevur at siga til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar [...] útspælið hjá bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at fara inn í eina politiska samráðing sum samtíðis er seinasti útvegurin áðrenn ein fer til dómstólin. TAÐ verður áhugavert at síggja, hvat nýggja [...] biðjur løgmaður starvsfelaga sín í Danmark um at seta seg í samband við Tony Blair, forsætisráðharra í Bretlandi fyri at fáa hann at taka málið upp. ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London
aftur er broyttur fullkomiliga og aftur hevur fingið gamla innihaldið: at føroyingar hava alla skyldina sjálvir, at talan er um oysl og yvirforbrúk og at orsøkin til at støðan er so fræg sum hon er í Føroyum [...] so er tað so mikið meira okkara uppgáva at gera arbeiðið. Tað er tí sera áhugavert at vita, hvat tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so [...] maðurin ikki er enn ein trojanskur hestur hjá donskum politikarum, embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er nettup ein
skriva, sleppa undan at seta sítt navn undir, halda tey, at bløðini kunnu brúkast sum teirra ?ruskspann?. Tað er rætt, at tað verður roynt at skilja tað ringasta frá, men hetta er ikki nøktandi í longdini [...] lesarabrævi, at stíga fram alment. Tað kann gerast við at seta navn undir brævið ella at lata eitt blað taka málið upp. TAÐ verður onkuntíð fýlst at, at støðið í orðaskiftinum í Føroyum er undir alt lágmark [...] bera til hjá miðlunum at taka hesi upp til viðgerðar í blaðnum. Sosialurin bjóðar sær til at taka mál upp, sum lesarin ynskir at vit umrøða, uttan at hansara navn skal vera tengt at tí. Vit vilja - sjálvandi
Djurholm, at løgmaður lutvíst hevur oyðilagt málið við at skriva út val og forhála tað. Jamen, Bjarni Djurholm! Løgmaður er tín egni samstarvsfelgið, hann hava tú og hinir fólkafloksmenninir valt at stýra [...] um nýval? At hetta skuldi vera besti trumfurin hjá teimum at seta allar hinar flokkararnar í skák mát og javnaðarflokkin heilt út av spælinum! EFTIR okkara tykki er einasta rætta avgerð nú at taka - eftir [...] stýra Føroyum. Tað er væl tí, at tit eru í landsstýri saman, ella hevur tykkara landsstýrisarbeiði bara seg seg um at fáa sum mest burtur úr til fólkaflokkin og sektina á Føroyar? Hví hava tit fólkafloksmenn
eisini. Men at tveir flokkar kunnu vera so ?skrupulleysir? og so ábyrgdarleysir - soleiðis sum teir í løtuni bera seg at í banka- og skuldarmálinum - tað hevði fáur torað at droymt um. TAÐ var einaferð [...] segði, at vit føroyingar áttu at standa saman í hesum málinum. At vit áttu at fara til Danmarkar við eini felags stevnu og ætlan. Sami løgmaður tekur síðani alt tað føroyska fólkið sum gísla fyri at skaffa [...] saman. Kann tað vera so galið, at tá politiska søgan fer at verða skrivað einaferð, fer avgerðin hjá løgmanni at útskriva nýval og harvið forpurrað og forbrongla samráðingarstøðu okkara, at verða mett sum
sambandsku linju hansara viðhald, er neyvan hugsandi, at sambandið yvirhøvur fer at kunna markera nakran front í valstríðnum. Sambandið er ?yt?. Gott tað sama. Við at tvíhalda um linjuna hjá Emdund Joensen [...] úr tí annars uppbyggjandi samfelagsorðaskiftinum, sum er og eigur at verða undan einum vali. Tað er rætt og slætt ikki inn longur at fasthalda alt tað gamla, sum sambandið við løgmanni á odda hevur staðið [...] sjónvarpsskíggja, eftir at valið varð útskrivað, sagt frá, at hann helst vil samstarva við sambandsflokkin. So vita vit tað. So veit veljarin tað. TAKA vit búskaparliga politikkin, er greitt, at her kunnu veljararnir
nærmast, hava við at fortelja Føroya fólki og entá dønum um ein óútrokniligan løgmann - enn hana at ávara onnur! HETTA fær okkum onnur at kenna tað sum sína skyldu at seta spurnatekin við tað, sum løgmaður [...] hel. Hetta er ikki nøktandi fyri nakran. At løgmaður var so frægur at skriva út val kann í hesum førinum bara metast sum nakað gott. Tá hava vit møguleika at fáa annan persón, sum umframt at hava greiðar [...] okkara samráðingarstøðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum hesi árini - og hvat tað eru fyri avgerðir og manglandi avgerðir