við forsætisráðharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda tað vera eitt sindur bakvent fyri ikki at siga næsadjarvt av einum donskum statsministara at koma til Føroya í endanum [...] vælkomnum og tað standa vit við. Vit halda eisini, at tað er skeivt av føroyskum politikarum ikki at vilja tosa við ella lurtað eftir tygum. Vit hava eisini altíð sæð dialogin sum fremsta amboð at fremja demokrati [...] hvat henda tøgn goymdi. Og tað er ikki tespuligt, tað, sum er komið fram. Nú stendur bert eftir at fáa hesar avdúkingar settar í rætta samanhangið og váttaðar ella fyri tað avsannaðar. Nú stendur eftir
vit eru í einum ríki, sum er so ymisktháttað sum tað er, er neyðugt alla tíðina at partarnir eru kunnaðir um hvønn annan og gongdina hjá hvørjum øðrum. NÚ er bara at vóna, at forsætisráðharrin hevur eitt [...] eina viku, áðrenn »bankakanningin« verður kunngjørd. MEN haðani - at halda, at tað er óheppið, at hann kemur júst nú - og til at nokta fyri at hitta forsætisráðharran á máli, sigur nakað um, hvussu óbúnir [...] vit bara staðfesta, at eingin kemur víðari í einum máli, ella fær loyst ein trupulleika við at halda seg burtur. Einasti máti at koma víðari er at tosa saman, og nógv skuldi verið at spurt fortisráðharran
føroysk tjóð. Men at vit eisini skoða víðari enn bert kring okkum sjálvi - at vit hava ein víðan sjónarring og vilja vera partur av umheiminum við tí virðing og ábyrgd tað ber í sær. TAÐ er ein misskiljing [...] nýggju stýrisskipanarlógini er at kunna samstarva meira - at kunnu fáa úrslit tvørtur um floks- og bygdamark. Fortreytin fyri hesum er virðing og dialogur. Ikki kann sigast, at nýggjársrøða løgmans í ár [...] EIN nýggjársrøðu hjá Føroya hægsta manni eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi ein heild. Hon eigur at bera boð um, at samanhald gevur styrki. At undirstrika okkara felags identitet. Vit eru føroyingar
fólkatingsval. Fyri so ikki at gloyma, at vit fara inn í eitt nýtt ár við eini ikki sørt ambuteraði samgongu. MÍN sann ein stórur biti at svølgja. Spurningurin er so, hvat fer at koma burtur úr hesum stórmálum [...] fyri tað fyrsta samtykkja oljulóggávuna. Harnæst skulu vit til at gera av, nær og hvussu tann 1. útbjóðingin skal vera, og loksins skulu vit til at fáa greiðu á, hvussu verður við markinum. HÓAST tað helst [...] bankakanningini. Tað kann ganga fleiri vegir. Eitt nú kunnu føroyingar fáa viðhald í skuldsetingunum, ella verða danir fríkendir. Ella verða tað høgg til báðar síður, soleiðis, at tað verður torført at fara víðari
Sama er í Ruslandi. TAÐ er kanska gott tað sama, at vit júst á jólum, sum vit halda fyri at minnast Jesusbarnið og harvið eisini upphav okkara, verða mint á og ávarað um, at vit ikki røkja tað, sum okkum [...] TAÐ man løgið fyri tey flestu av okkum - at skula halda eini jól við ongum kava. Neyvan eru hetta fyrstu jólini uttan kava, men tó man tað vera eindømi, at tað er so lýtt á jólum sum júst í ár. TOSAÐ verður [...] heiminum - at hon skal vera orsøkin til, at vit nú mugu vera kavajól fyri uttan. Fara vit so í onnur herðashorn av heiminum, sum eitt nú í India, so er gongdin har beint tann øvugta. Har er óvanliga kalt
løgmaður helst at vísa, at tað verða ikki boðin øki út til oljuleiting, um so er, at bretar ikki slaka meira. Løgmaður hugsar kanska soleiðis, at eftirtíðin skal ikki sleppa at siga, at løgmaður ofraði [...] markamálinum. Kann tað vera so, at løgmaður í veruleikanum eisini hevur ynskt at fáa Árna Olafsson frá sum samráðingarleiðara, men at hann ikki hevur fingið undirtøku fyri hesum í Tinganesi! TAÐ er neyvan nakar [...] kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava bretar at innsíggja, at miðlinjan má vera útgangspunktið fyri eini marknasemju. Bretar hava við at skjóta upp miðlinjuna
tá fólk flyta út. Úrslitið er, at Løgtingið játtar 300.000 krónur, so fólkini kunnu flyta innaftur. Í SÍÐSTU viku boðar leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá, at neyðugt er at at skerja ávísar tænastur, um [...] fylgja við. TAÐ kann ikki vera stuttligt hjá Kristian Magnussen, landsstýrismanni í heilsumálum, sum fekk harraboð um, at øll játtanin skuldi vera innan fyri ein ávísan karm, nú at síggja, at alt arbeiðið [...] hjá flotanum, tá íløgustuðulin verður tikin av, og tað kann henda, at rentan hækkar aftur. Harafturat er heldur ikki lagt upp fyri, at vit skulu fara at gjalda uttanlandsskuld aftur næsta ár. V.ø.o. sýnir
á landi ? og tað lága rentustigið hevur gjørt, at vit hava nógv meiri pening at húsast við. MEN spurningurin er, um góði toskafiskiskapurin fer at halda sær, og um rentustigið fer at vera líka lágt næsta [...] uttanlandsskuldini? TÍ eiga vit eisini at seta spurnartekin við, um tað er rætt at gjarða so nógv út, tí val er næsta ár, og eisini eiga vit at seta spurnartekin við, um landsstýrissamgongan sýnir fíggjarligt [...] økjum. T.d. tykist tað trupult hjá Sjúkrahúsverki Føroya at fáa endarnar at røkka saman. Og eitt gott sjúkrahúsverk vilja vit øll hava, líka mikið hvørja politiska áskoðan vit hava. Tí er spurningurin, hvønn
sigur okkurt annað! Spurningurin er, um vágatingmenninir ikki bara látast sum um ein semja er gjørd fyri at bjarga skinni sínum, meðan sannleikin er, at einki er avtalað ? og at teir fjala eina lygn. ? Hvussu [...] AT arbeiðið í landsstýrinum fer fram aftan fyri stongdar dyr er heilt natúrligt, tí helst skal innihaldið í summum týðandi avgerðum ikki rópast út um geilar. Tað kann t.d. vera marknaspurningurin, persónlig [...] og opinskáraði ? siga nú, at teir eru nøgdir við eina semju um at arbeiðið heldur fram! Men samstundis sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, at eingin avtala er gjørd!!! HETTA eru nakrir
Har er tað ?in? at hava jólafrokostar á nærum hvørjum arbeiðsplássi, og hetta er galdandi í stóran mun í Føroyum eisini. SJÁLVANDI er tað gott, at starvsfólk kunnu hittast á henda hátt og gloyma vanliga [...] arbeiðsdagin. Men her er eitt stórt menn, sum vit ikki kunnu ávara móti nóg ofta. TAÐ er ferðslumentanin í sambandi við jólafrokstarnar. Tað vísir seg at vera alt ov vanligt, at fólk taka bilin við og [...] dupultar, og tá er straks vandi á ferð, um hugsað verður um koyring. Hetta er so eisini ein sera vandamikil tíð til koyring, tí tað er bæði myrkt og oftandi hálka eisini. TAÐ skal tí vera okkara inniliga