FORSÆTISRÁÐHARRIN kemur til Føroya í dag, og hann skal vera vælkomin á ríkisfund millum teir tríggjar ríkispartarnar - Grønland, Føroyar og Danmark. Men vitjanin hevur fingið eina aðra dimensión, og nógvir føroyingar halda lítið um tað, at Poul Nyrup Rasmussen kemur til Føroya eina viku, áðrenn »bankakanningin« verður kunngjørd.
MEN haðani - at halda, at tað er óheppið, at hann kemur júst nú - og til at nokta fyri at hitta forsætisráðharran á máli, sigur nakað um, hvussu óbúnir nakrir flokkar eru. Enn vita vit ikki við vissu, um forsætisráðharrin hevur verið uppi í ráðagerðini móti føroyingum, og hvussu nógv hann hevur verið uppi í, ella hvat hann sum ovasti politiski myndugleiki í ríkinum hevur góðkent.
Í ØLLUM førum mugu vit bara staðfesta, at eingin kemur víðari í einum máli, ella fær loyst ein trupulleika við at halda seg burtur. Einasti máti at koma víðari er at tosa saman, og nógv skuldi verið at spurt fortisráðharran um, eins og Miðflokkurin vísti á.
TAÐ er eisini tí, at ikki so fá tjóðveldisfólk eru ørg, tí formaðurin í tingbólkinum, Heini O. Heinesen, boðaði frá, at Tjóðveldisflokkurin fór ikki at hitta forsætisráðharran. Eins og í fleiri øðrum førum tók formaðurin upp aftur gamla ókonstruktiva leiklutin hjá Tjóðveldisflokkinum at sita uttan fyri ávirkan, og pussa prinsippini skyggjandi rein.
MEN nú kemur forsætisráðharrin fyrst og fremst á ríkisfund, og tað er at gleðast um, at skipanin við ríkisfundum verður tikin uppaftur, tí so leingi vit eru í einum ríki, sum er so ymisktháttað sum tað er, er neyðugt alla tíðina at partarnir eru kunnaðir um hvønn annan og gongdina hjá hvørjum øðrum.
NÚ er bara at vóna, at forsætisráðharrin hevur eitt erligt ynski eisini at hitta føroyingar, og at vitjanin ikki er ein liður í eini nýggjari ætlan - ella ráðagerð - sum vit hava hoyrt og sæð danskar stjórnarmyndugleikar leggja móti heimastýrinum.
BANKAKREPPAN gjørdi eisini, at kinkur kom í samstarvi millum føroyska og danska javnaðarflokkin. Flokkarnir hava áður samstarvað væl, tí teir hava ásannað, at teir eru partar í eini rørslu, sum gongur tvørtur um landamørk, og tað er at vóna, at vitjanin kann bera í sær, at flokkarnir finna stevið aftur til gans fyri Føroyar og føroyska lønarbeiðaran.










