væleydnaðu kappingini um The Atlantic Giant 98, og tað er lítið at ivast í, at áhugin fyri kappingini um at gerast Føroya sterkasti ikki hevði verið so stórur tá. Seinastu árini hevur um jólini altíð verið [...] Magnusson. Aftrat Magnusi verður tað so Hilmar Jan Hansen, sum fer at siga frá, so at áksoðararnir fáa fylgt betur við í tí, sum fer fram. Hilmar Jan fer eisini so hvørt at siga frá støðuni í kappingini [...] áðrenn steðgin verður deadlift. Vanliga hevur tað verið so, at tá ið kappast hevur verið við deadlift í Føroyum, so hevur tað snúð seg um at lyfta so nógv sum gjørligt, men soleiðis verður ikki hesaferð.
torført at meta um ítøkiliga úrslitið, sum kemur burtur úr slíkari kunningarferð ? og hjá oljumáladeildini sæst úrslitið neyvan fyrr enn vit komandi ár endaliga fara at evna til uppskot um treytir fyri okkara [...] staðfest er, um olja ella gass veruliga finnast í undirgrundini. Eyðun Elttør greiddi eisini frá tí sum hendi í Anchorage, høvuðsstaðnum í Alaska. Har varð skipað fyri sera áhugaverdum dagskeiði um nærum øll [...] myndugleikarnir vandust við hesar inntøkur. Tá so prísurin fall mitt í áttatiárunum gav hetta álvarsligan baksláttur. Somuleiðis var áhugavert at hoyra um, hvussu ein partur av almennu inntøkunum var latin
hava brúkt ein og sama borilall. Útbjóðing seinkað Hóast einki ítøkiligt er komið fram um fyrstu føroysku útbjóðingina, so hevur Saga longu tikið hædd fyri, at útbjóðingin verður neyvan fyrr enn í 4. ár [...] tað vera so relevant við spurninginum, at tað vanliga skulu borast 10 brunnar fyri at gera eitt fund. -Vit hava fyrireikað okkum so mikið væl, at vit halda tað vera realistiskt við einum fundi um ár 2002 [...] 2002. Sagastjórin sigur víðari, at verður hetta gongdin, so kann útbyggingin av feltinum verða liðug um ár 2008, tá so sjálvur framleiðsluparturin fer í gongd. Tá vit spyrja Sagastjóran, hvussu tað ber til
Myrkjanoyri, grein um lagnuna hjá fleiri bóndum har, og har eisini so mætir menn sum Nólsoyar Páll hava búð. Egon Hansen leggur fram áhugavert tilfar, mest eftir pápan, um staðanøvn fram við Nólsoynni. Andras [...] frammanundan fjølbroytt við søgum, frásagnum, yrkingum og bókaummælum. Sverri Djurhuus heldur fram við at skriva um barnaárini í Kollafirði; hetta er annar partur. Jólanátt á Drangoy er íslendsk søga, sum Leon [...] og Óðin gudur. Eftir Einar Joensen, sála, er grein um Føroyar í gomlum døgum. Petra Arge skrivar um skúlabarnaferð til Danmarkar fyri meiri enn 50 árum síðani. Nicodemus Rasmussen, sum hevur skrivað av
jólum eiga vit at hugsa um tey. Hetta duga vit ikki so væl longur. Tá ið eg var barn var eg altíð við ommu og abba mínum, tá ið tey lótu gávur og pengar til tey ognarleysu. So fekk eg tað í beinið, at [...] skerpikjøt og fisk. - Og eg havi ongantíð smakkað so góða gás sum ta føroysku. Hon er nakað heilt fyri seg, men hon skal bara ikki steikjast so hart, tí so fer alt feittið úr henni. Gásina fylli eg við øllum [...] jólaaftan og í Føroyum er tað so lætt, tí øll hava hjall. Tað hava vit ikki í Finnlandi. Um tað er nakað við teim føroysku jólunum Peter Turtschaninoff fer at sakna, tá ið ella um hann fer aftur til Finnlands
teir í veruleikanum eru. Og ymiskt, ið átti at komið fram í fjølmiðlunum, kemur ikki fram. Fjølmiðlarnir taka nógva tíð, og so má skrivarin meta um uppgávurnar hjá løgmanni, tað hann hevur skyldu til at [...] størri og landið er ríkari. Tað er stuttligt at síggja eitt land, sum klárar seg so væl og sum er so væl skipað. Og nú skal eg so arbeiða í eini fyrisiting sum er upp aftur nógv størri. Støddin er ikki altavgerandi [...] vit eina javnaðarleiðslu. Tað er ein flokkur, sum stendur fyri at býta tað fíggjarliga so væl sum møguligt til so nógv sum møguligt og tað skal ein fíggjarlig orka til. Við endan á 80-unum fingu vit b
Eg eri so heppin, tí eg arbeiði við tí mær dámar so væl. Eg havi aldri gjørt annað í mínum vaksna lívi. Tað er hent so øgiliga nógv á hesum økinum seinastu árini, og tí er tað ógvuliga spell, at so fá fólk [...] nógv broyttar, síðani eg byrjaði, og tað eri eg sera fegin um. Hyggja vit rundan um okkum í dag síggja vit nógv konufólk í leiðandi størvum. So var ikki tá ið eg byrjaði. Eg varð onkuntíð kallað fyri eina [...] trupulleikar við vilja Hvat heldur tú um møguleikarnar hjá kvinnum at gera karrieru? - Konufólk eiga ikki at vera so lítillátin. Tær eiga at halda seg til og ikki at vera so bangnar fyri monnum. Menn hava á
og fram millum borðini og greiddi frá um fimleik og fimleikateori. Hann oysti út við teimum musikalsku latínsku nøvnunum um musklafesti og musklabunti. Um trapezius, hettumusklar og ikki at tala um St [...] nakað gosop, men tó so, her skuldi jólatræið potast niður í og skuldu greinarnar leggja seg út yvir oynna og fjálga um hetta stað, meðan høgtíðin legði seg út yvir staðin. Ikki at tala um ljósperurnar, sum [...] stásiliga bygningi, sum rúmaði so nógvum ? og best av øllum goymdi at teimum bestu jólakotulettunum á Guðs grønu jørð. Vit høvdu snákað okkum eitt sindur. Klæðini vóru ikki so nógv, tó so, at ikki vóru tað skrímsl
verið í vesturlendskari sivilisatión. Um tað so hevur verið í Danmark ella í Onglandi, so hava fyrireikingarnar líkst teimum í Føroyum - nógv titan aftur og fram eftir gøtum og strætum, sum hava verið [...] fyri góðum tveimum vikum síðani. Turrtíðin verður fram til páskar, og áirnar eru longu so lítlar, at tað er ikki hugsingur um at sigla serliga langt. So tað verða fleiri mánaðir, áðrenn góðs, sum skal flytast [...] vit halda jól í ár. Jørðin er rund, og tí ber ikki til bókstaviliga at tosa um endar á Jørðini, men tað kennist sum um vit eru so langt burtur frá tí, vit eru von við, sum tað ber til. Tað ber til at fanga
»Livandi«, so ætlaði hann sær ósæddur at kroysta lívið úr fuglinum. Og svaraði vísmaðurin: ?Deyður?, so skuldi hann sleppa honum á flog. Og hann so gjørdi. Vísmaðurin hugdi at honum eitt bil, so svaraði hann: [...] .. Tí syngja vit vakrar, inniligar hjartagrípandi sálmar um ljós og lív og frið, um gleði og vón, um barnið í krubbuni og einglar og hirðar, um Guð og frelsaran og Mariu moy.... Amen [...] tykist verða friður og gleði, so verða børn borin í heim, børn, sum ikki hava so frægt sum eina krubbu at verða reivað í. Vit vita, at eisini hesa løtuna eru tað tey, sum gráta um síni deyðu. Tey, sum ikki