soleiðis at fjarstøðan skal ikki forða búseting. Tað skal vera ein javnari ferðakostnaður, soleiðis at tann stóri munurin jú longri tú býrt burtur frá miðstaðarøkinum ikki verður so ógvusligur sum nú. [...] hvørjari gyllin, sum er til sølu í útjaðaranum, tí teir hava fragd í at stuttleika sær har um sumrarnar og annars taka av tí tilfeingi, sum er á staðnum. Í dag, tá ið eg kom til Dals, var tað mær ein frøi [...] troyta. Á skipsdekki smæða dalbingar seg ikki burtur, har hava vit sjón fyri søgn. Tað var ein sonn frøi, at koyra suður gjøgnum bergið, mær rann í huga, at hetta ikki er sama farleið ein ódnardag á hávetri
einstaka tað, sum mest fellur okkum í eyguni Vit kunnu til dømis hyggja at ES. Har taka politikarar ferð eftir ferð avgerðir, sum politikarar í Norðurlondum ikki kunnu hugsast at taka uttan at spyrja fólkið eftir [...] greinum var so líkt, at ilt var at síggja nakran mun teirra millum. Báðir nýttu stóran part av greinini til at niðurgera sosialismu bæði her og aðrastaðni í heiminum. Báðir eru lærarar, og báðir áttu sostatt [...] Føroyum hava ta seinastu tíðina av øllum alvi roynt at gera sosialdemokratisku rørsluna her heima til eina ræðumynd. Hetta minnir mest um ein illa gitnan leiðara í Europa, sum nýtti bardagan móti kommunismuni
høgari rentu og stórum eginkapitali bæði til virkir og skip. Javnaðarflokkurin er fyri, at íløgustuðulin til skipini skal niðurtrappast yvir eina tíð, so tey ikki fara av knóranum, við tað at stuðulin verður [...] fíggjar- og búskaparpolitikki. Vónandi fara nógv av tykkum at velja Javnaðarflokkin. Hann hevur víst, ikki minst seinastu tíðina, at stirðil er í honum og hann heldur tað hann lovar. Gott val. Gardar Joensen
hesin missmunur ikki til. Tíðin stendur ikki í stað, fyri nøkrum árum síðani var tað ein sjálvfylgja at børnini skuldi í vøggustovu og síðani í barnagarð, meðan foreldrini arbeiddu til dagsins uppihald [...] arbeiðsloysið vaks og fíggjarliga hekk ikki saman hjá familjum. Bankar og Sparikassar umstillaðu seg til tær ringu tíðirnar, og tillagaðu afturgjaldsháttin í mun til ta inntøku sum familjan hevði. Hetta [...] fingu ein nýggjan gerandisdag sum tey ikki høvdu uppliva fyrr, at koma heim til hús eftir skúlatíð, og verða móttikin av einum av foreldrunum, ístaðin fyri at koma heim til eitt tómt hús. Foreldur funnu skjótt
hon langt uttan um Vágoynna. Sostatt fekk Vága Valdømi ikki ein tann einasta stert av teimum fáu fiskunum í vórðu avreiddir. Sjálvt ikki bergholið til Gásadals hava teir kunnað fingið gjørt í hesi 18 árini [...] sum í 1988 fekk eitt samt løgting til at samtykkja ætlanina um fast samband um Vestmannasund, men varð henda ætlan steðgað av teimum borgarligu flokkunum í 1989. Latið ikki teir borgarligu útseta hesa ætlan [...] árini teir hava havt buktina og báðar endarnar, so hvussu í allari víðu verð kunnu somu menn ditta sær til at lova veljarunum fast samband, sum kemur at kosta 10 ferðir tað, sum Gásadalsbergholið hevði kostað
ósannindir. Til dømis kann eg nevna ta minstu lygnina. Blokkurin sigur hann, fer beinleiðis niður aftur til rentur og avdrøg, so hann vóru vit betri fyri uttan. Hvat skuldu vit fingið pengarnar frá til rentur [...] rentur og avdrøg, um blokkurin ikki var? Fólkaflokkurin? Ja hann er kendur fyir at leggja undir seg fyrst, og so fáa vit tað ið er eftir. Ja so er tað Javnaðarflokkurin. Jú hann hevur eina stevnuskrá, sum byggir
lisið hetta lesarabrævið, eru tit ikki blind, men býtt, og hava ikki fast samband uppiborið til miðstaðarøkið, men kunnu afturvísa tí við at senda tvey javnaðarumboð til Havnar umoðandi tykkum. Við sosi [...] himpraðist hann t.d. ikki við at geva fleiri pengar til heimsins dýrasta vendipláss (Skopunar havn) og sambandstingmaður okkara, ið er og var formaður í fíggjarnevndini, talaði heldur ikki at. Og sambandsl [...] sambandslandsstýrismaður okkara tóktist heldur ikki at »ivast«. Høvdu teir so for ólukkan kunnað hálað eina sandoyarætlan til okkum, men gakk. Tað er ikki fyri at lasta sandoyingar, at eg taki hetta dømið, men
góðskan í fylking Javnaðarfloksins nú til løgtingsvalið fyri seg sjálva, og politiska virksemi floksins hesi bæði seinastu árini hevur eyðsýnliga verið landi okkara til miklan skaða. Tað gongur sjón fyri [...] landsstýrsins gongur ímóti áhugamálum føroyinga og ger seg til tíðindablað breta. Dømini eru ov nógv at nevna í stuttari blaðgrein, men øll eru til taks, um nakar er í iva, nú kvirt hevur verið um marknatrætuna [...] samsvarandi tilmæli búskaparráðsins greitt tilskilað uttan mun til sanna virðið av partabrøvunum í Føroya Banka. Koyrilin hjá Mogens Lykketoft dugir ikki sum umbering í einum sakarmáli. 2.Vit hava her á landi
munnu teir sameindu loysingarflokkarnir ikki vera av somu uppfatan. Ella kanska fortreingja teir tann veruleikan, at tað vóru teir sjálvir, sum vóru upprunin til ta vanlagnu, okkum hevur verið fyri seinastu [...] forsvarligum stigi. Men nú hava bæði Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin slept sínum stuðli til ríkisfelagsskapin og eru farnir yvir á tann veingin, sum vendir øllum samstarvi við Danmørk bakið. [...] oksins á Fólkatingi sveik givin lyfti við formansvalið og gjørdi harvið donsku floksfelagar sínar til láturs. Tað var vorðið sum tøkk fyri sjeytifimm ára samstarv millum danska og føroyska Javnaðarflokkin
fótbólt, og av teimum 23, sum eru úttiknir til venjingarleguna um slakar tvær vikur, eru ikki færri enn sjey, sum spæla við liðum uttan fyri Føroyar. Tað er ikki óvæntað, at einki nýtt navn er at síggja [...] hópinum, sum Allan Simonsen hevur tikið út. Føroyska landskappingin er enn ikki byrjað, og venjarin hevur ikki havt nakað serligt høvi til at hyggja eftir nýggjum spælarum síðani seinast, landsliðið var saman [...] landsliðsvenjari, hevur nú givið 23 spælarum boð um at møta til venjingarlegu á Svangaskarði mánadagin tann 11. mai. Legan er liður í fyrireikingini til fyrsta EM-undandystin í Estlandi. Alsamt fleiri føroyskir