Tá valevni í Vágum á valfundi gjørdi nógv burtur úr tí førningi, ið Agnes Louise hevði í lastini, so má veljarin í hvussu so er í Vágum taka hetta sum skemt, tí veruleikin er jú hann, at Agnes Louise tær fáu ferðirnar, hon fór inn at avreiða, tá sigldi hon langt uttan um Vágoynna.
Sostatt fekk Vága Valdømi ikki ein tann einasta stert av teimum fáu fiskunum í vórðu avreiddir.
Sjálvt ikki bergholið til Gásadals hava teir kunnað fingið gjørt í hesi 18 árini teir hava havt buktina og báðar endarnar, so hvussu í allari víðu verð kunnu somu menn ditta sær til at lova veljarunum fast samband, sum kemur at kosta 10 ferðir tað, sum Gásadalsbergholið hevði kostað.
Nei, í dag er bara ein garantur fyri at vit kunnu fara undir at bora aftur, og er hesin garantur Javnaðarflokkurin, tí tað var Javnaðarflokkurin, sum í 1988 fekk eitt samt løgting til at samtykkja ætlanina um fast samband um Vestmannasund, men varð henda ætlan steðgað av teimum borgarligu flokkunum í 1989.
Latið ikki teir borgarligu útseta hesa ætlan í 10 ár afturat, tí tá er flogvøllurin og alt tað virksemi, sum har er í dag, flutt út á Glyvursnes.
Frank Davidsen










