»Okkara menn«

Var á valfundi á Giljanesi hóskvøldið, og aftur í Sørvági mánakvøldið fyri at vita, um eg nú var á eini leið, tá eg nú átók mær ta stóru ábyrgd at vera stillari hjá Javnaðarflokkinum í Vágum. Har var lítið at heinta, so eg eri nokk á rættari leið.

Fólkafloks- og sambandsvalevnini kunnu vit koyra í ein sekk, tað var mær greitt áðrenn, tí teir hava avgjørt havt møguleikan at vart Vágoynna, men hann hava teir sovið burtur, og tað í ólukkumát.

Sambandsmenninir hava ført innanhýsis kríggj nú í fleiri ár, so handan krígserkleringin fyri undirsjóvartunnilin frá einum av teirra valevnum má merkja, at teir ætla at skipa fyri borgarakríggi í Føroyum, og sostatt seta allar føroyingar upp ímóti hvørjumøðrum.

Taka vit fólkaflokstingmann okkara, himpraðist hann t.d. ikki við at geva fleiri pengar til heimsins dýrasta vendipláss (Skopunar havn) og sambandstingmaður okkara, ið er og var formaður í fíggjarnevndini, talaði heldur ikki at. Og sambandslandsstýrismaður okkara tóktist heldur ikki at »ivast«. Høvdu teir so for ólukkan kunnað hálað eina sandoyarætlan til okkum, men gakk.

Tað er ikki fyri at lasta sandoyingar, at eg taki hetta dømið, men ein staðfestan av, at teir klára síni ting við verri kortum enn »okkara menn«. Tí, veruleikin er tann, at har, ið fáar atkvøður gera stóran mun, mega teir valdu berjast og ofra seg meira enn hvat »okkara menn« hava gjørt, og tí sæst eftir, hvør hevur spískari albogar enn hvør.

Sjálvstýrisvalevnini høvdu bert eittans mál á skránni og tað var undirsjóvartunnilin, løgið nokk. Ikki so frægt, at útróðrarmaðurin á listanum við einum orði nevndi, at hann t.d. ætlaði sær at stríðast fyri at útróðrarmenninir skuldu sleppa at fiska frítt. Eina stuttliga søgu afturat um »Agnes Louise«, tað var alt hann hevði á hjarta.

Á fundinum týskvøldið í farnu viku, har bert Lassi Klein og Jóannes Eidesgaard tordu at møta upp, sóknaðist ein av stillarunum hjá hesum sjálvstýrisvalevnum eftir einum líkinda vinnulívspolitikki, hann ikki evði sæð síðan røddin hjá Kjartani Mohr tagnaði á tingi. Hann má í øllum førum vera vónsvikin av valevnum sínum. Tí kann sláast fast, at sjálvstýrissoðið her vesturi er so turt, at tað helst kann verast fyri uttan í eini samgongu.

Veruleikin er tann, at Javnaðarflokkurin er tann einasti, ið hevur liðugtgerð av undirsjóvartunnlinum við í valskránni og útkastinum til samgonguskjal, og har standa øll valevni floksins aftanfyri, tí flokkurin ásannar, at valið og spurningurin er, um vit skulu brúk 120 mill. til ábøtur og skip um sundið, ella til eina varandi loysn, ið kostar 220 mill. Tað er veruleikin!

Vágafólk, um tit ivast eftir at hava lisið hetta lesarabrævið, eru tit ikki blind, men býtt, og hava ikki fast samband uppiborið til miðstaðarøkið, men kunnu afturvísa tí við at senda tvey javnaðarumboð til Havnar umoðandi tykkum.

Við sosialdemokratiskari valkvøðu,


Napolion Magnussen,

Miðvágur