Tjóðveldisflokkurin, ja hvat er hann? Hann er ein flokkur, ið gongur og sigur ósannindir. Til dømis kann eg nevna ta minstu lygnina. Blokkurin sigur hann, fer beinleiðis niður aftur til rentur og avdrøg, so hann vóru vit betri fyri uttan. Hvat skuldu vit fingið pengarnar frá til rentur og avdrøg, um blokkurin ikki var? Fólkaflokkurin? Ja hann er kendur fyir at leggja undir seg fyrst, og so fáa vit tað ið er eftir. Ja so er tað Javnaðarflokkurin. Jú hann hevur eina stevnuskrá, sum byggir á tann meiniga mannin. Hvat gera teir tá á stendur? Jú, tá koma teir eftir tær og lata teg úr, so at tú einki hevur eftir at fara í.
Tit síggja sjálvi at tað er bara eitt alternativ, tað er Sambandsflokkurin, hann vil øllum væl og hugsar seg um, áðrenn hann setur nakað í verk, so at tað tænir fjøldini.
Far tí á val og vel Sambandsflokkin, lista B ella eitt av valevnunum. Takk fyri.
Mikkjal Samuelsen
Valevni Sambandsfloksins
í Norðurstreymoy