sofuni at turka spýggjuna uppaftur. Hetta var hart, sigur grønlendska kvinnan. Tá hon fekk at vita, at hon hevur fingið korona-virus, var hon sannførd um, at hetta fór nokk at ganga hjá henni. Hon var [...] løtu stúrdi eg fyri, at eg ikki fór at yvirliva hetta, sigur 38 ára gamla grønlendska kvinnan, Helga Rosing, sum býr í Herning í Danmark. Eftir at hon er vorðin frísk aftur, fortelur hon sína søgu í Sermitsiaq [...] fekk nevniliga ein ordans umgang, tá hon stríddist við korona-virus í íbúð sínari í Herning. Í meira enn tvær vikur helt hon seg einsamalla í íbúðini. - Tá sjúkan hin fjórða dagin var upp á tað ringasta,
Tá tað nú líkasum er reglan, at fólk flest eiga at arbeiða, er Thomas Koba sannførdur um, at hann hevur heimsins besta starv sum filmsmaður í Føroyum. At filmsframleiðsla er so nýggj enn her heima ger eisini [...] fortelja umheiminum eitt sindur um, hvat annað vit eisini gera í Føroyum enn tað, sum vanligu turistfilmarnir vísa. Um filmarnir geva onkrum ferðafólki hug at koma til Føroyar, er tað fínt, heldur Thomas Koba [...] henda, greiðir Thomas Koba frá og leggur afturat, at hetta veldst sjálvandi um, hvat slag av filmi tað er. Fleiri av filmunum snúgva seg til dømis um føroyskt vinnulív. Hesir eru lutvíst lagdir til rættis
okkara tjóðarrættindum – einki minni enn tað. Tí er tað burtur við og heilt undarligt, at ES og Noreg taka slík stig. Hetta er óhoyrt í altjóða samanhangi. Men hetta eru viðurskifti, sum vit hava klárað [...] niðri á Fólkatingi og í miðlunum í Føroyum um, hvat danskir ráðharrar og danska stjórnin kunnu taka støðu til. Eg haldi, at hetta er púra burturvið. Danmark er partur av tí stóra ES-kervinum og hevur ivaleyst [...] allan rættin á okkara síðu. Eingin ivi er um, at vit hava eina góða sak, og henni skulu vit fylgja til endan. Um eingin avtala verður millum standalondini í ár um býtið av heildarkvotuni av makreli, verður
góður, sum hann var í farna kappingarári, men hinvegin er hann enn ungur og kann bara blíva betri. Men um hann skorar líka nógv mál, veit eg ikki. Hetta var seinasta fjepparasamrøðan, áðrenn kappingarárið [...] hugsanir um komandi kappingarárið, og í kvøld er tað ein fjeppari hjá arvafíggindanum hjá Arsenal, Tottenham, ið verður spurdur teir tríggjar, obligatorisku spurningarnar. Hesin fjepparin er Oddbjørn Joensen [...] Eftir 76 dagar langan steðg byrjar Premier League endiliga aftur í morgin. Tað er ongin loyna, at nógvir føroyingar eru eldhugaðir fjepparar av liðum í fremstu bretsku fótbóltskappingini, og hjá nógvum
fáum, at enn er búmerki hjá Skandinavisku Barnamissiónini ikki fest á bussin. Hóast hetta hava fólk longu vant seg við unga prestin við tí hvíta bussinum. Tey vita, at tá hann kemur á gátt, so er tað altíð [...] teimum mat hvønn einasta dag. - Ja, tú sært, at hetta er støðan bert hjá hesi einu familjuni. Men tað eru nógvar familjur sum eru í somu støðu sum hesi. Hetta er bara ein av mongum familjum í neyð, slær hann [...] ikki finst her í býnum. - Okkara land er hart rakt av altjóða fíggjarkreppuni. Dreymurin er at vaksa um arbeiðið, tí eg dugi bara at síggja, at tørvurin á neyðhjálp er her – og hann bara veksur, slær pastor
og í dag er hon bundin at koyristóli. - Tá fólk siga við meg, at tað er gott, at eg havi okkurt at takast við, má eg flenna og hugsi um, at eg havi eitt nógv ríkari og fjølbroyttari lív enn tey, sigur [...] alt til, og mítt motto er, at har viljin er til staðar, kann alt lata seg gera. Lívið myndað meg Tað er hugnaligt og fjálgt í heiminum hjá Leilu á Kambsdali. Tað einasta, ið vitnar um, at her býr ein rør [...] rørslutarnaður persónur, er lyftan. Leila er prátingarsom, og lívsgleðin og áræðið lýsir av henni. - Eg havi verið ígjøgnum ringar tíðir, men eg hevði ikki viljað býtt mítt lív um við nakað. Tryggi up
Spanien er lítil ivi um, at tær eydnast at fáa fatur á hesi vøruni á fleiri støðum. Tú setur teg væl til rættis á matstovuni, og setur tennirnar í henda vælsmakkandi saltfiskin. Men tú hugsar neyvan um, hvagani [...] Absalonsen, stjóri í JMA. JMA er ein stytting av navninum á stjóranum, sum í veruleikanum eitur Jógvan Martin Absalonsen, men sum verður kallaður John. Líkt er til, at spanski keyparin er sera væl nøgdur við føroysku [...] Tað eru ikki bara sólskinssøgur, ein í dag hoyrir úr Vági. Hóast stjórin á JMA er lítillátin, so er her kortini talan um eitt viskisfúsið virki sum fór í gongd, tá illa stóð til í Vági fyri skjótt 10 árum
listagreinunum, Tóroddur fæst við, er poesiin 'einkarbarnið', sigur hann, men letur skilja, at ein mynd jú eisini er poesi. List skal bara vera góð Nær er hon tað? - Tá hon er sublim. Líka sum tá eitt heilskapt [...] og tyggir orðini eitt sindur. Sjálvt um Tóroddur Poulsen hevur bygt hetta listaverkið fyrr, helt hann seg ikki kunna brúka somu bommini aftur hesa ferð. Seinast hetta bommverkið ella bommMerkið varð sýnt [...] allastaðni. Eg lurti eftir orðum í útvarpinum og hugsi um, hvussu tey ljóða, hvussu tey síggja út og hvat tey minna meg um. Tað ger heldur onki, um ongin sigur nakað, tí eg havi nokk av orðum innan í mær
framtíð sum kvinna og mamma. Hugsanin er nevniliga hon, at um ein ikki verður umskorin, hevur hetta fleiri avleiðingar fyri kvinnuna: 1) Hon er ikki góður muslimur, 2) Vandi er fyri at hon ikki verður gift, tí [...] Aïssata kortini ikki hevur fingið kunnleika um fyrrenn nú er, at væl steðgar bløðingin, um ikki beinleiðis orsakað av soðnum. Men verri er tað, at umskeringin er til miklan ampa fyri kvinnurnar í samband [...] Leyslátað lív Nógvir siðir, og uppaftur størri mystikkur, er umgyrdur við umskering av eini 5-6 ára gamlari gentu. Fyri mong í familjuni og umhvørvinum er hetta at meta sum ein inngongd, og haraftrat eitt neyðugt
siga um 10 ár ella so, um hetta var eitt listaverk. - Eg eri kortini ógvuliga fegin um at fólk tóku so væl ímóti sangleikinum, men at mín tónleikur er framúrskarandi, fært tú meg ikki at siga. Hetta er í [...] So er tað afturvendandi spurningurin, um tað ber til at liva av tónleiki í Føroyum. - Tú gerst ikki ríkur, men um tú setir tørvin eftir tí, sum er at forvinna, so ber til, sigur Niclas. - Tað er heldur [...] - Tíðindayrkið er ein hørð verða at virka í . Hóast hon eisini er áhugavert og spennandi, so er hon ikki tað, sum eg droymi um. - Tíðindamaður ert tú í arbeiðstíðini, men tónleikari er ein allan sólarringin