- Eg valdi tónleikin fram um tíðindayrkið

- Tú hevur skyldu at gera tað, sum tú brennur fyri. Mín dreymur er at gerast so góður tónleikari sum til ber, sigur Niclas Johannesen, tónaskald

Hann er 31 ára gamal og hevur skiftivís arbeitt sum tónleikari og tíðindamaður.

Seinast hevur hann gjørt vart við seg sum tónaskald. Hann hevur skrivað allan tónleikin til sangleikin ?Skeyk³, sum fekk ógvuliga góða móttøku,. Nú fara Gunnar Hoydal, sum skrivaði tekstin og Niclas Johannesen at geva út fløgu, við Skeyk -sangunum.

Niclas Johannesen tikið avleiðingarnar av sínum eldhuga fyri tónleiki. Hann hevur leingi ivast í, hvar hann skuldi leggja sína arbeiðsorku. Nú hevur hann sagt upp í SvF, har hann hevur arbeitt sum tíðindamaður seinastu átta mánaðarnar. Áðrenn hetta var hann á Dagblaðnum og á Dimmalætting. Tilsamans hevur hann verið í tíðindayrkinum í fýra ár.


Bert teir mætastu undirvísa á skúlanum

Málið hjá Niclasi er at gerast so góður tónleikari sum til ber. Fyri at røkka hesum fer hann 6. oktober á MI- tónleikaskúlan, sum er privatskúli fyri tónleikarum, í Londum.

Bert tveir tónleikaskúlar eru av hesum slag í heiminum. Annar í Londum og hin í Los Angeles. Tað eru yrkislærdir, kendir tónleikarar innan rytmiskan tónleikaheimin í USA, sum hava stovnað skúlan, og bert mætastu tónleikarar undirvísa á hesum skúlum. Jazz, rock og popptónleikur eru lærugreinarnar á skúlanum.

Eitt nú undirvísir kendi gittartónleikarin hjá Michael Jackson á skúlanum í Los Angeles, og hann hevur eisini givið frálæru í Londom.

Av hesum skilst, at tað ikki er ókeypis á fara á slíkan privatskúla, og tað váttar Niclas Johannesen.


Dreymurin samanborið við bilin

- At sleppa inn á henda skúlan er ein gamal dreymur, og hann kostar ikki meir enn ein bilur. Tað skal eg sjálvur fíggja, sigur Niclas Johannesen.

So er tað afturvendandi spurningurin, um tað ber til at liva av tónleiki í Føroyum.

- Tú gerst ikki ríkur, men um tú setir tørvin eftir tí, sum er at forvinna, so ber til, sigur Niclas.

- Tað er heldur ikki tað mest umráðandi. Tað er meira tað, at um tú brennur fyri nøkrum, so er tað tín skylda at gera nakað fyri at røkka málinum.


Ein avbjóðing

-Tað kann gerast í Føroyum, men tað er meira stimbrandi og læruríkt at fara burtur. Tú kemur í annað umhvørvi, har ótrúliga nógv eru um boðið, og har tú veruliga skal stríðast fyri at koma tær fram, sigur Naclas.

Hann heldur, at í Føroyum er lættari at vera hoyrdur, av tí at landið er so lítið. Tað er positivt, men tað krevur hinvegin, at ein er ógvuliga støðufastur í verki, um ein skal koma víðari.

Niclas Johannesen hevur roynt at arbeiða sum tónleikari burturav í Danmark. Hann var annar limurin í ?Duo Cocoon³. Teir fingu bílagdar uppgávur, eitt nú at spæla til ymisk tiltøk, ráðstevnur o.a. Tað lærdi hann nógv av, men hann heldur ikki, at tað var so gevandi, av tí at teir altíð skuldu spæla eftir ynski hjá fólki.


Boð eftir tónaskaldium

Í 1995 fekk Niclas Johannesen eitt bræv, sum vendi upp og niður upp á alt, sum hann higartil hevði fingist við innan tónleik.

Tað var Zacharias Sørensen, lærari í Studentaskúlanum, sum heitti á Niclas um at við í tónleikatiltaki í sambandi við at Studentaskúlin fylti 60 ár.

- Eg havi ongantíð áður fingið eina bílagda uppgávu. Ber tað í sjálvum sær var ein avbjóðing, sigur Niclas.

- Vit tosaðu um tað, og Zacharias Sørensen nevndi at fáa Gunnar Hoydal, rithøvunda, at skriva tekstirnar.

- Eg setti sumtreyt at fáa góðar tónleikarar. Mítt útgangsstøði var, at gera tónleik, sum fall væl í oyrað hjá fólki, av tí at framførslan bert skuldi vera einu ferðina. Tá var bert talan um at framføra tónaverk.

- Alt broyttist kortini sum fráleið. Nú arbeiddu vit við at gera ein sangleik. Mikkjal Helmsdal og Jákup Weihe vóru settir at skriva handrit til leikin. Teir settu sín dám á arbeiðið, og tað var ógvuliga áhugavert og stuttligt, sigur Niclas Johannesen.

- Í sjálvum sær er tað ein persónlig útlevering at gera kreativt arbeiði, og hetta var ein slík, sum munar. Vit sprongdu nógvar karmar, og tað var læruríkt, men eisini strævið.


Hugtakandi samstarv

- Hvussu var tað sum tónaskald at arbeiða saman við rithøvunda?

- Tað var ótruliga gevandi. Gunnar Hoydal er maður, sum kann sita og ikki klíva í tvey. Tú heldur ikki at hann lurtar, men dagin eftir, so hevur hann skrivað mest hugtakandi yrkingina, og tú ert varur við, at hann hevur fingið hvørt orð við, sigur Niclas.

Annað gevandi við samstarvinum við Gunnar Hoydal var eisini, at hann er ógvuliga praktiskur maður, og tað heldur Niclas ikki vanliga er sermerki fyri listafólk.

- Tað, at seta so stórt tiltak upp, átti ikki at borið til eftir okkara umstøðum, men tað vísir bert, at vit skulu sikta høgt. Vit røkka kanska ikki hægstu tindar, men vit koma kortini longur, enn um vit ikki royndu, sigur Niclas Johannesen.


Bert tíðin kann meta um listarliga avrikið

Niclas Johannesen vil ikki vera við, at ?Skeyk³ er eitt meistararverk, so sum nógv hava tikið til. Hann heldur, at sangleikurin var góður, men at tað fyrst ber til at siga um 10 ár ella so, um hetta var eitt listaverk.

- Eg eri kortini ógvuliga fegin um at fólk tóku so væl ímóti sangleikinum, men at mín tónleikur er framúrskarandi, fært tú meg ikki at siga. Hetta er í besta lagi eitt dokument fyri tíðina tá sangleikurin varð gjørdur, sigur tónaskaldið og ger eina samanbering við meira tímiligum innihaldi:

- Eg gjørdi eina rávøru. Um vit siga, at tónleikurin var fiskur, so kundi hugast, at fiskurin endaði á døgurðaborðinum hjá mammu, sum ræstur fiskur. Vit ótu hann og so var ikki meir um tað.

- Um fiskurin endaði á Hafnia og var fyrimyndarliga tilgjørdur, so hevði verið gjørt øðrvísi meira hóvasták burturúr, hvussu væl hann smakkaði o.s.fr..


Ótrúligt um tað

ikki eydnaðist

- Eg var heppin at fáa Zacharias Sørensen, og eitt stórt kór at samstarva við. Harnæst bestu tónleikarar, dugnaligir ljóssetarar úr Íslandi og Edward Fuglø, scenograf at gera pall.

- Tað hevði verið ótrúlig við hesum samstarvinum, um tað skuldi miseydnast mær at gera tónleikin, sigur Niclas Johannesen.

Um avgerðina at broyta kós yrkisliga, sigur Niclas, at tað hevur eisini hevur verið læruríkt at arbeiða sum blaðmaður og seinast í SvF.

- Tíðindayrkið er ein hørð verða at virka í . Hóast hon eisini er áhugavert og spennandi, so er hon ikki tað, sum eg droymi um.

- Tíðindamaður ert tú í arbeiðstíðini, men tónleikari er ein allan sólarringin. Tað er mítt hjartamál, og tí fari eg helst frameftir at halga mær tónleikin, sigur Niclas Johannesen og leggur aftrat, at tað ikki merkir, at hann ongantíð aftur av og á fer at tríva í tíðindayrkið.