- Eg stúrdi fyri lívi mínum

Ein grønlendsk kvinna í góðum árum, sum býr í Herning í Danmark, gjørdist rættiliga sjúk og ússalig av korona.

 

- Eina løtu stúrdi eg fyri, at eg ikki fór at yvirliva hetta, sigur 38 ára gamla grønlendska kvinnan, Helga Rosing, sum býr í Herning í Danmark. Eftir at hon er vorðin frísk aftur, fortelur hon sína søgu í Sermitsiaq.ag

Helga Rosing viðgongur, at sjúkan var ring, ógvuliga ring. Hon fekk nevniliga ein ordans umgang, tá hon stríddist við korona-virus í íbúð sínari í Herning. Í meira enn tvær vikur helt hon seg einsamalla í íbúðini.

- Tá sjúkan hin fjórða dagin var upp á tað ringasta, spýði eg á gólvið. Men, eg var so ússalig, at eg orkaði ikki upp úr sofuni at turka spýggjuna uppaftur. Hetta var hart, sigur grønlendska kvinnan.

Tá hon fekk at vita, at hon hevur fingið korona-virus, var hon sannførd um, at hetta fór nokk at ganga hjá henni. Hon var jú bæði frísk og røsk. Men, Helga Rosing fekk annað at síggja, og í greinini greiðir hon frá síni sjúkugongd.