býarslatrinum og ymiskum, sum er viðkomandi í lokaløkinum. Til at hjálpa sær hava teir fingið ein havnamann, sum skal dagføra teir um alt, sum gongur fyri seg í økinum. Eitt annað evnið, sum teir fara at koma [...] inum. Tað er næstan útselt, og teir ætla ikki at hava nakra eykasýning, so atgongumerkið má fáast til vega beinanvegin, um onkur ætlar sær at síggja teir. Monrad & Rislund hava verið í Føroyum fyrr. Í [...] skrivifrælsi við ábyrgd, siga teir báðir. - Tað er ikki meiningin, at ein skal misnýta talufrælsi til at gera seg persónliga inn á onnur. Men við at skemta um tabuevni uttan at gerast persónligir kunnu
hjá foreldrum mínum: Eg verði 67 seinni í ár, og tá Dúgvan verður løgd, tá leggi eg eisini frá mær fyri aldur! Hvat fært tú frítíðina at ganga við? Vit eru umborð á Dúgvuni í 14 dagar og hava so frí í 10 [...] 10. Tá eri eg virkin í andaliga arbeiðinum í KFUM & K í Klaksvík. Eg syngi m.a. í kórinum, gangi til bíbliutímar, gudstænastur og onnur tiltøk. So dámar mær eisini sera væl at ganga í haganum og at putlast
Kaffi er nú drukkið, og vit gera okkum til at reisa okkum. Men áðrenn vit fara biðja vit hann vísa okkum mylnuna, hann hevur í ánni í havanum. Á veg út spyrji eg til stuttleika, um hann eisini skjýtur harur [...] hann hjá teimum í eina tíð. Síðani gekk leiðin til Íslands, har hann arbeiddi á einum bóndagarði. Og í Íslandi hevur hann vitjað aftur síðani. Aftur komin til Føroya fór Sigurð á Læraraskúla í Havn. Tá hann [...] í starv sum lærari í Sandavági, har hann stutt eftir varð stjóri. Tað starvið hevði hann, til hann fór frá fyri aldur í 1992.
fór út av, setti eg meg upp, soleiðis at eg fór lodrættur út av, við beinunum fyri. Hans Fríðálv minnist, at tað hvítnaði fyri sær, tá ið hann í stóra fallinum rakti vøllin undir húsunum. - Eg var ongantíð [...] VANLUKKA Teir vóru til stuttleikar farnir ein túr uppá takið um útvarpstíð seinasta sunnukvøld, 16 ára gamli, Hans Fríðálv Johannesen og vinmaðurin og javnaldurin, Bjarni Durhuus í Vestmanna. Omanfyri [...] Omanfyri húsini gongur takið so lágt, at til ber at stíga uppá, men niðanfyri er hæddin hálvan sjeynda metur. - Eg ætlaði at ganga oman á niðara enda á takinum, sum er meira slættur. Tað var myrkt, og eg visti
var eg tó ein teirra, ið atkvøddi fyri áðurnevndu býráðssamtykt seinasta hóskvøld; til tess at standa við gjørdar avtalur. Sjálv var eg ein av høvuðsstigtakarunum til, at borgarafundur varð hildin í Kollafirði [...] hevði verið lagamanni at lagt tað soleiðis til rættis, at eitt nú dagstovnarnir høvdu høvið at vitja hagar. Tað hevði borið til at sett wc-/skiftirúm upp til teirra og at bygt onkur ból, so tey høvdu eitt [...] mál samtykt, ið, eftir mínum tykki, ikki er við til at skapa "eina meira náttúru- og umhvørvisvinarligari Tórshavnar kommunu". Avgerðin, eg her sipi til, er samtyktin um at loyva skjótiítróttini innaftur
við konum og børnum til jólaveitslu. Soleiðis var eisini á jólum í 1862. Meðan veitslan varð hildin 2. jólakvøld, vaks vindurin til ódn av útnyrðingi vestri. Menninir, ið kendu til mátt havsins, fylgdu [...] Gøteborg. Skipari umborð var A.F. Lindblom, og var skipið á veg til Gette við last av timbri. Ikki vardi leingi, til bjargingarmenn í sjóklæðum komu til bjargingarhúsið á Nordstrand. Bøndur komu við hestum, soleiðis [...] fingið blund í eyguni veitslunáttina, gjørdu seg til reiðar til ódnartak úti á tí froðandi havi. Komnir út til vrakið, eydnaðist teimum, hóast alt vrakgóðsið, ið fleyt á sjónum, at koma so nær, at ein sjómaður
talar til eitt annað stað í menniskjanum, nevniliga til hjartað. Við móttøkuna varð Heini spurdur, nær hann við síni frálíku rødd fer at leita sær út um landoddarnar við sínum sangi. Hann helt fyri, at hann [...] í oyruni, og teimum standa Linda Petersen, Malan Lützen og Margit Petersen fyri. Tað er Finnur Hansen, sum hevur staðið fyri ljóðblandingini. Tekstirnir hava Jesus sum miðdepil. Nakrir sangir eru nýskrivaðir [...] aðrir eru umsettir og onkur gamal sangur er eisini við. Framførsla Seinnapartin hósdagin varð skipað fyri avmarkaðari móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni í sambandi við nýggju fløguna, og við móttøkuna vórðu
soleiðis at føroysk rækjuskip sleppa til Grønlands at fiska. At enda sigur Jákup Sólstein, at grønlendska reiðarafelagið hevur tosað fyri hesum avtalum og hevur verið við til at lagt trýst á grønlendsku myn [...] smanni, Andrassi Kristiansen og Jens Helga Toftum, embætismonnum í fiskimálaráðnum, um viðmerking til, at grønlendskir myndugleikar drála við at góðkenna avtalur, sum gjørdar eru millum føroysk og grønlendsk [...] kunnu gera sínámillum avtalur um at fiska óbrúktar kvotur hjá hvørjum øðrum. Hetta kom við í sáttmálan fyri tveimum árum síðan, og føroysk skip hava í tvey ár fiskað í Grønlandi eftir slíkum avtalum. Men, leggur
"Estoniu". Tað finnast eingi prógv fyri, at russisk hernaðarútgerð var umborð á ferjuni vanlukkunáttina, men tann sannroynd, at alt er kki komið fram, er nóg mikið til at kanna vanlukkuna umaftur, sigur [...] loynilig vápn umborð á "Estoniu", kann tað vera orsøkin til, at myndugleikarnir vóru so skjótir at leggja lok á vanlukkumálið, sum hann tekur til. [...] hevur gjørt sendingina. -Tað minsta kravið má vera, at kavarar fara niður at kanna dekkið á ferjuni fyri at vita, hvat var í lastbilunum. So vítt vit vita, hava eingir kavarar verið har, og tí vita vit ikki
Vaksandi einstaklingageringin hevur elvt til, at tey veiku detta niður ímillum, og tískil er eitt barn í dag í stórum vanda fyri sálarligum trupulleikum. - Vandin fyri sosialari marginalisering er øktur, m [...] heitinum, "Et barn har brug for en voksen til hver hånd". Álit eitt lyklaorð Danski sálarfrøðingurin byrjaði fyrilesturin at lýsa, hvørjar fortreytirnar skulu vera fyri einum góðum barndómi. Oyru áhoyrarans [...] persónum er ein fortreyt fyri einum góðum barndómi, vóru fyrstu og rámandi orðini hjá Per Schultz Jørgensen. Hann vísti víðari á, at við áliti verða felags normar skaptir, sum síðani føra til tryggleika og fastar