Jan Monrad og Søren Rislund eru tveir sera kendir skemtarar úr Danmark. Teir hava givið fleiri fløgur út og hava upptraðkað síðani 1970. Leygarkvøldið klokkan 19.30 fara teir at framføra í Norðurlandahúsinum. Tað er næstan útselt, og teir ætla ikki at hava nakra eykasýning, so atgongumerkið má fáast til vega beinanvegin, um onkur ætlar sær at síggja teir.
Monrad & Rislund hava verið í Føroyum fyrr. Í 1986 vóru teir og luttóku í Tórshavnar blues- og jazzfestival. Tað er nógv broytt í Føroyum síðani tá. - Eg skilji ikki, at tit eru á hesum vindblástu oyggjum enn, tá ið tit nú hava tvey flogfeløg, sum kunnu hjálpa tykkum at rýma herfrá, sigur Jan skemtandi. - Nei, tit hava eitt deiligt land. Vit fara at steðga her í fimm dagar, har ið vit og konurnar hjá okkum fara at síggja tykkara vøkru náttúru.
Muhammed-kreppan
Framførslan verður bygd á sang og skemt. Øyvind Ougaard, harmonikusnillingur, kemur at spæla undir. Fyrsta partin av framførsluni fara Jan og Søren at improvisera. Teir fara at gera gjøldur við býarslatrinum og ymiskum, sum er viðkomandi í lokaløkinum. Til at hjálpa sær hava teir fingið ein havnamann, sum skal dagføra teir um alt, sum gongur fyri seg í økinum.
Eitt annað evnið, sum teir fara at koma inn á, er Muhammed-kreppan, sum hevur skakað alt Danmark. Teir fara við ironi og speisemi at nema við viðbrekin evni og soleiðis at royna mørkini hjá áskoðaranum. - Skemt er mátin vit samskifta um tabu-evni, sigur Søren.
Talu- og skrivifrælsi er nakað, sum teir hava greiðar meiningar um. - Vit skulu hava talu- og skrivifrælsi við ábyrgd, siga teir báðir. - Tað er ikki meiningin, at ein skal misnýta talufrælsi til at gera seg persónliga inn á onnur. Men við at skemta um tabuevni uttan at gerast persónligir kunnu vit flyta nøkur mørk hjá fjøldini.
Meira kann lesast um Monrad & Rislund á heimasíðuni hjá teimum www.m-r.dk.