Tað eru Heini Lützen, Oddbjørg Poulsen, Durita Jacobsen og Jón Svein Heinesen, sum syngja á fløguni, ið Jón Svein Heinesen hevur framleitt.
"Einki uttan Jesus" er ein fløga við 10 sangum, sum allir hava kristiligt innihald. Tónleikaligi stílurin er tað, vit rópa bleytt country, og ljóðførini eru fjølbroytt. Aftrat øðrum meira "vanligum" ljóðførum, eru violin, steel-guitari og dobro við, og hesi seta sín serliga dám á tónleikaliga partin.
Kend og ókend
Fleiri tónleikarar eru við á fløguni, og millum hesar eru Jan Zachariassen á bassinum og onkrum guitara, Sofus Poulsen leikar á guitara, og Ólavur Øster spælir eisini guitara á einum lagi. Jákup Zachariassen spælir á steelguitar og dobro, og Brandur Jacobsen spælir trummurnar. Framleiðarin av fløguni, Jón Svein Heinesen, leikar á fleiri ljóðføri, eitt nú klaver og harmoniku.
Bakgrundsrøddirnar fella sera væl í oyruni, og teimum standa Linda Petersen, Malan Lützen og Margit Petersen fyri.
Tað er Finnur Hansen, sum hevur staðið fyri ljóðblandingini.
Tekstirnir hava Jesus sum miðdepil. Nakrir sangir eru nýskrivaðir, aðrir eru umsettir og onkur gamal sangur er eisini við.
Framførsla
Seinnapartin hósdagin varð skipað fyri avmarkaðari móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni í sambandi við nýggju fløguna, og við móttøkuna vórðu nøkur av frálíku løgunum sungin.
Heini Lützen sang fyrst nakrar sangir og spældi á guitar, og síðan vórðu nøkur av løgunum á sjálvari fløguni spæld aftur við livandi sangi. Tey, ið sungu í Miðlahúsinum hendan seinnapartin, vóru Heini Lützen, Oddbjørg Poulsen og Jón Svein Heinesen.
Høvið var at seta spurningar, og í einum hugnaligum umhvørvi og við góðum og avslappaðum stemningi, svaraði Heini Lützen spurningum frá teimum, sum komin vóru at lýða á og at ynskja teimum, sum standa aftanfyri fløguna, tillukku og góð ynskir við útgávuni.
Stóran týdning
Heini Lützen helt, at tónleikur hevur stóran týdning í boðanini av Guðs orði.
- Eg trúgvi, at Guð hevur skapt tónleikin, og at tónleikur talar til eitt annað stað í menniskjanum, nevniliga til hjartað.
Við móttøkuna varð Heini spurdur, nær hann við síni frálíku rødd fer at leita sær út um landoddarnar við sínum sangi.
Hann helt fyri, at hann ikki hevur ambitiónir at gerast professionellur tónleikari.
- Hetta er meira at kalla hobby ella ein tænasta. Eg vil fegin tæna teimum, sum eru rundan um meg og øðrum, sum kunnu fáa nakað burtur úr tí, eg syngi.
Heini segði, at hóast hann ikki hevur lagt seg eftir at gera seg galdandi uttanlands, fær hann ofta heilsanir frá føroyingum í øðrum londum, sum eru fegin um tað, hann syngur.
- Men man veit jú ongantíð, hvat framtíðin hevur at bjóða, legði Heini Lützen aftrat.