Fiskivinna
Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, Andrassi Kristiansen og Jens Helga Toftum, embætismonnum í fiskimálaráðnum, um viðmerking til, at grønlendskir myndugleikar drála við at góðkenna avtalur, sum gjørdar eru millum føroysk og grønlendsk reiðaríir um at fiska óbrúktar kvotur hjá hvørjum øðrum.
Eingin teirra var tøkur, tá ið vit ringdu.
Úr fiskimálaráðnum frættu vit annars, at tann parturin av avtaluni millum Føroyar og Grønland, ið snýr seg um avtalur millum reiðaríir, í fyrsta lagi er mál millum feløgini og reiðarafeløgini í londunum báðum.
Ikki so einfalt
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, er ikki vísur í, at tað verður so lætt hjá føroysku reiðaríunum at fáa umtalaðu avtalurnar um at fiska óbrúktar kvotur uppá pláss í ár.
- Vit hava havt eitt ynski um, at sáttmálin millum Føroyar og Grønland eisini fevnir um, at reiðaríir í báðum londunum kunnu gera sínámillum avtalur um at fiska óbrúktar kvotur hjá hvørjum øðrum. Hetta kom við í sáttmálan fyri tveimum árum síðan, og føroysk skip hava í tvey ár fiskað í Grønlandi eftir slíkum avtalum.
Men, leggur Jákup Sólstein, dent á.
- Í avtaluni stendur ikki, at slíkar avtalur skulu gerast, men kunnu gerast. Tí kunnu myndugleikarnir eisini drála við góðkenning, um teir ikki eru so fegnir um slíkar avtalur.
Ikki so heitir
Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur ikki, at nýggi landsstýrisformaðurin og fiskimálaráðharrin í Grønlandi eru so heitir hendanvegin, sum ynskiligt hevði verið.
- Eg veit ikki rættiliga, hvat hetta botnar í, men eg haldi, vit hava merkt, at eitt ávíst stríð er millum føroyskar og grønlendskar myndugleikar á fiskivinnuøkinum.
Jákup Sólstein vísir á, at tað, sum hendi á Grand Bank fyrr í summar, tá ið grønlendsk rækjuskip ? ímóti føroyskum vilja - fóru á hesar leiðir at fiska, er eitt tekin um, at føroyingar og grønlendingar ikki rættiliga "tosa sama mál" í løtuni.
- Hetta kom okkum dátt við, nú føroysk fiskiskip hava verið stongd úti í Kanada so leingi, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.
Vit vóna?
Jákup Sólstein sigur seg ikki duga at meta um, hvussu útfallið
verður við avtalunum, sum føroysku reiðaríir nú hava gjørt við grønlendsk feløg.
- Men vit vóna sjálvsagt, at grønlendskir myndugleikar fara at góðkenna hesar avtalur, soleiðis at føroysk rækjuskip sleppa til Grønlands at fiska.
At enda sigur Jákup Sólstein, at grønlendska reiðarafelagið hevur tosað fyri hesum avtalum og hevur verið við til at lagt trýst á grønlendsku myndugleikarnar í hesum sambandi.