66 ára gamli Olgar Hansen úr Klaksvík hevur siglt nógv í sínum lívi bæði við bátunum hjá Føroya Bjór og tey seinastu mongu árini hjá Strandferðsluni. Í morgun hitti eg hann umborð á Dúgvuni, sum røkir farleiðina millum Leirvík og Klaksvík.
Hvussu leingi hevur tú siglt hjá Strandferðsluni?
Eg havi siglt við Strandferðsluni í 20 ár. Og eg havi faktiskt siglt á øllum farleiðunum kring oyggjarnar, uttan millum Sand og Skúvoy.
Hvussu er Dúgvan sum skip?
Dúgvan er eitt gott sjóskip. Hon er behagilig, og er sera vinarlig sinnað mótvegis ferðafólkum, bilum og manningini.
Hvussu verður við arbeiði hjá tær, tá Norðoyatunnilin letur upp og eingin sigling verður um Leirvíksfjørð?
Tú, eg má bara siga sum er, at alt var sera væl timað hjá foreldrum mínum: Eg verði 67 seinni í ár, og tá Dúgvan verður løgd, tá leggi eg eisini frá mær fyri aldur!
Hvat fært tú frítíðina at ganga við?
Vit eru umborð á Dúgvuni í 14 dagar og hava so frí í 10. Tá eri eg virkin í andaliga arbeiðinum í KFUM & K í Klaksvík. Eg syngi m.a. í kórinum, gangi til bíbliutímar, gudstænastur og onnur tiltøk. So dámar mær eisini sera væl at ganga í haganum og at putlast rundan um húsini. Og biður dótturin meg um at hjálpa sær við onkrum, so geri eg tað.
Hvørjum vilt tú heilsa?
Eg kenni so óalmindiliga nógv fólk, tí eg havi siglt so nógv. So tað er ógjørligt at taka nakran burtur úr. Tó ynski eg at heilsa teimum, sum eg hitti á goymslunum kring landið hjá Føroya Bjór, meðan eg sigldi har tey í Skálavík, Leirvík, Havn og á Tvøroyri.