seg niðri í skipinum í vælvardum rúmi. Maskinan í Belfast hevði 4 dampketlar sum góvu skipinum eina ferð uppá 32 míl. Maskinorkan er 80.000 hestakreftur. Í dag er HMS Belfast savnskip og liggur í London Poole [...] Bridge og London Bridge. Eftir seinna heimsbardaga var Belfast við í krígnum í Korea í 1956, og í 1965 gavst Belfast sum herskip og í 1971 var avgjørt at skipið skuldi verða savnskip sum eitt virðiligt [...] Jógvani á Lakjuni, sum er valdur í sama valdømi). Og til tess at fáa sum mest av myndum við í hesum partinum, verður ikki nógvur tekstur. HMS Belfast var liðugt bygdur í 1938 í Belfast. Hann var systurskip
Tordur Niclasen, sum stovnaði Miðflokkin misti sæti í tinginum og teir vilja fegnir hava hann innaftur og einasti máti er at fara í samgongu. Ikki so grumsut í tinginum nú Úrslitið av løgtingsvalinum gjørdist [...] tað er sera torført at gita um hvør endin verður á samgongusamráðingunum. Jákup Pauli Støm er ikki so avgjørdur, sum Zakarias Wang í sínum forsøgnum um samgongumøguleikarnar. ? Stutt áðrenn valið avgjørdi [...] seta í fremstu røð. ? Fólkaflokkurin hevur altíð verið ein borgarligur flokkur, og ein borgarlig samgonga er møguligt enn, hóast Fólkaflokkurin ynskir at tosa um eina sjálvstýrissamgongu sigur Jákup Pauli
Verkamannafylk. 7 Johan L. K. í Smiðjuni 7 62. Hov (Su) Fólkaflokkurin 4 Listin 2 Jákup Olsen 1 Páll Vang 1 Sambandsflokkurin 11 Listin 1 Zacharias Bech 1 Flemming Mikkelsen 6 Jákup Joensen 3 Javnaðarflokkurin [...] Lofti22 Frank Petersen4 Leo Poulsen1 Jákup S. Simonsen4 Sambandsflokkurin179 Listin34 Anfinn Brekkstein2 Súsanna Dam24 Jóhan Petur Davidsen7 Petur Ellefsen2 Bent Jákup Hansen15 Fríalvur Jensen1 Jóhan P. [...] kkurin21 Listin6 Anfinn Brekkstein3 Bent Jákup Hansen1 Heðin Mortensen4 Lisbeth L. Petersen7 Javnaðarflokkurin33 Listin7 Magni Dalsgaard1 Bergur P. Dam3 Jákup Danielsen1 Bjørghild Djurhuus1 Hans Martin
kemur við í allar samráðingar. Innanhýsis rembingar Tað er eingin loyna, at í øllum teimum stóru flokkunum eru tað ymisk áhugamál, sum halda hvørt annað í skák. Í sambandsflokkinum eru tað tey, sum í høgra [...] teirra millum í 1993). Í fólkaflokkinum hava tað altíð verið rembingar millum meiri borgarliga og meiri tjóðskaparliga partin. Fólkafloksmenn í Norðoyggjum og Eysturoy hava hildið teir í Suðurstreymi verið [...] teir tríggir tingmenninir í Norðoyum og Eysturoy heldur vilja hava eina sjálvstýrissamgongu er eingin ivi um. Tjóðveldismenn í Norðoyggjum og í Eysturoy hava hildið sínar partamenn í Suðurstreymi verið ov
róðrarmanningunum eina hylling av í hvørjari venjingarstøðu tey eru, eisini í mun til hini. Fastur táttur í nógv ár Bygdastevnan á Skála hevur, sum nevnt, verið fastur táttur í nógv ár. Øll tey, sum fáast við [...] øðrum. Í bygdasalinum í erva í ítróttarhøllini verður sjavskapping, og allan leygardagin verður eisini skipað fyri kafé við onkrum góðum til matna. Vísusangur við Jónsveini, Birgiri, Hans Jákup og Eivindi [...] fóltbóltur, hondbóltur, tivoli og ymiskt annað. Men í ár ætlar ítróttarfelagið á Skála at størri breidd skal koma í tiltakið. Hondarbeiðsframsýning Í ítróttarhøllini á Skála, fer Føroya Hondarbeiðsskúli
eins og vit vitjaðu í gamla partinum, har vit gingu fyri 50 árum síðan. Hugtakandi var at koma inn í gomlu skúlastovuna, sum í mínum hugaheimi var øgeliga stór og rúmlig, men sum í dag bert er eitt lítið [...] við á Háskúlanum sigur Anna Egholm, at Jákup av Skarði undirvísti í føroyskum, eins og Jóhannes av Skarði. Hjálmar Hátún undirvísti í sangi og kona hansara Brynhild í seyming, umframt Jóhannes av Skarði, [...] gamlar hittust á Farstøðini í Havn. Hiðani varð farið niðan á Sjómansheimið, har borðreitt var við morgunmati. Har sótu vit og prátaðu um gamlar dagar í einar tríggjar tímar. Í fyrstuni var torført at kenna
eftir allari langsíðuni og niðan í húsið, áðrenn dómarin gav toftamonnum boð um at taka frísparkið. Men áðrenn tað kom so langt, var aftur eldur í: nýggi vongverjin hjá B68 í vinstru, Arnfinn Olsen, lá skerflatur [...] eisini í altjóða kappingum, og teir smoygdu seg í stríðshamin, samstundis sum teir hildu høvdið kalt. Magni Jarnskor rann fyri fleiri, og Pauli Jarnskor, Samson Nesá, ið hesa ferð var aftastur í verjuni [...] vísa vilja og vera ágangandi í 2. hálvleiki, men eins og í fyrra umfarinum, so eydnaðist teimum ikki at spæla seg til ein tann einasta upplagda møguleika. Øssur Hansen, Jákup Eli Olsen og onkrir aðrir royndu
at Egin Høgnesen í fyrsta umfari hevði hálvbjargað roynd frá Arnoldi Joensen úr spískum. B36 roynir seg í ár við flatari verju. Jens Kristian Hansen og Bjarni Prior eru einsamallir í miðverjuni, og tað [...] gott tamarhald á John Petersen, og Kurt Mørkøre var tryggur á aftasta skansa. Jákup á Borg var við síðuna av John Petersen í B36 álopinum, men hann var ikki serliga eyðsýndur hesa ferð. Møguleikarnir Fyrra [...] men ungi maðurin smekkaði í stólpan, og so spurdist ikki meiri burturúr. KÍ trýst og ársins mál Tað er afturvendandi og næstan vanligt, at klaksvíkingar hava ilt við at koma í gongd á heimavølli ? bæði
At hvalbingar ætla sær okkurt í ár, man lítið vera at ivast í. Í fyrsta umfari av landskappingini vóru teir á Eiði og vunnu 3-1 á EB/Streymi, og leygardagin var tað NSÍ, sum mátti lúta fyri Royn, ið nú [...] teir satsaðu uppá. Mál í seinastu løtu Royn var omaná so at siga allar teir fyrstu 45 minuttirnar, men tað var ikki fyrr enn í allarseinastu løtu av fyrra hálvleiki, at einasta málið í dystinum kom. Heimaliðið [...] hornaspark, bólturin kom niður við handaru stong, og har stakk Jákup Midjord seg fram um verjuna og fekk sett fótin á, so bólturin fór í málið. Tá høvdu hvalbingar havt fleiri risastórar kjansir seinastu
fekk mál í 80. minutti eftir frálíkt samanspæl við John Petersen, men í tí førinum bjargaði Bjarni Johansen í VB-málinum. Jens Kristian, sum leikti í miðverjuni hjá B36, kom annars fleiri ferðir í seinna [...] Eftir dystin í Gundadali seinasta sunnudag, tá ið B36 noyddist at lúta fyri grannunum í HB, vóru tað nógv, sum høvdu hug til at fílast á álopsspælið hjá B36. Um hesi vóru í Gundadali dýra biðidag, so hava [...] Petersen, og hann sendi bóltin beinanvegin til Jákup á Borg, sum umvegis handara stólpa legði B36 á odda 1-0. VB var tvær reisur nær við at javna. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skeyt Magni Magnussen eitt brandskot