rundan um teg at síggja tað nýggjasta nýggja, sum var at siga um fótbólt uttan úr stóru verð. Hesi bløð høvdu myndir av spælarum og hvørjum búnum teir spældu í, ja, enntá í litum. Eg minnist, at tú gavst boð [...] bidnir, og fóru oman í málingahandilin hjá Dánjal málaranum at keypa liting, so mammurnar kundu lita undirtroyggjurnar gular, alt eftir boðum frá tær. Í hesum fótbóltsbløðunum bar til at bíleggja Super [...] hevði verið ólíka lættari at búð hjá familju í Havn, so valdi tú at sigla við Pride hvønn dag aftur og fram. Men tað skuldi ikki ganga meiri enn eitt ár, til tú fekst møguleikan at ganga í skúla í heimbýnum
komið so nær, at hugsingur ikki er um at taka til rýmingar. Men flogfarið flýgur lágt framvið, og trygdarvaktirnir við strondina royna sum frægast at greiða óttafullu strandargestunum frá, at talan er um [...] n. Eftir at hava sagt teimum, at vit ikki hava hernaðarskyldu í tí landi, eg komi úr, standa tær sum kánus. - Hvat gera tit so, um okkurt grannaland loypur á, spyrja tær, og hóast eg royni at sannføra [...] borgarum at ferðast í A-økjum orsakað av mongu samanbrestunum og burturflytingunum. Men í morgun hava vit valt at fara inn í eitt A-øki, til stóran ampa fyri okkara jødiska ferðaleiðara, sum tó velur at koma
býin. Summi hava í hyggju at keypa sær okkurt, og onnur eru farin at hyggja seg um teir tveir tímarnar, tey hava høvi at vera í landi, áðrenn skipið loysir aftur. Vit velja at vera verandi á bryggjuni saman [...] fyri at sleppa í og úr bátinum. Margit sigur, at knøini vóru vorðin so vánalig, at hon at enda ikki fekk gingið. - Tað er langt síðan, at eg fekk staðfest slitgikt. Tá ið tíðin kemur, ætli eg mær at skifta [...] frítíðarbátur, at vit hava brúkt hann til útferðir av ymiskum slagi. Margit heldur, at tað er ikki tað sama at fara á stevnur í Føroyum við bátinum, sum at sigla innanskers í Noregi. Hon heldur, at viðhvørt
Arbeiðið at bøta um gongugøtuna í høvuðsstaðnum av Vaglinum niðan í Steinatún, fer at halda fram, sigur býráðið í tíðindaskrivi. Men lagt verður afturat, at gongugøtan fer ikki at broytast nógv. Tað fer [...] ruskspannir og skelti skulu vera. Koyribreytin í gongugøtuni er skift út, og næsta stigið verður nú at skifta undirlagið á gongubreytini og at seta upp nýggjar lampur frá Steinatúni og oman til Gamla Bókhandil [...] fer framvegis at bera til hjá bilum at koyra gjøgnum gongugøtuna, sum nú er løgd við brúgvasteinum, ið eru slitsterkari og halda betri enn flísarnar, sum vóru frammanundan. Har, sum koyrt verður inn á
Tað er ikki sørt, at tað líkist einum heilt nýggjum vølli, tá hugt verður at Tórsvølli í ársins útgávu. Atfinningarnar at kalla regnaðu oman yvir svørðin, sum í fjør mátti metast sum mest sum ónýtiligur [...] vit við at spenna línur um vøllin í vetur hava forða mongu gæsnum í at seta seg, sigur Poul Michelsen. Í aðrar mátar tykist vøllurin eisini betur røktaður sum heild, og úrslitini má sigast at vera sjónligt [...] ónýtiligur. Boðini frá formanninum í grunninum, Poul Michelsen, vóru tá, at teir vóru í ferð við at kanna, hvussu vøllurin kundi fáast betri, og skal metast eftir fyrsta hálva árinum, so hevur hetta gjørt heilt
hana í upp á turt. Hetta er fyrstu ferð at vit fáa skrubbu her niðri, sigur ovurfegna Vár, sum skundar sær at siga okkum, at tað ikki var hon sum fekk skrubbuna, men at tað var seks ára gamla Julia-Maria. [...] summarfrí. Eg veit ikki, hvat vit fara at gera í summar, men eg elski at fiska, og tað plaga eg og abbi at gera, sigur Vár, áðrenn vit blað- og myndamenn vera kveistraðir burtur aftur av systkinabørnunum [...] a, Henrietta og Djóni leitað sær oman í bátahylin. Ílatin bjargingarvest og við tráu í hond, stóðu tey so fitt og vónaðu, at skrubban tey sóu liggja á botninum fór at býta á. Tey hava roynt í fleiri dagar
fjøltáttað frítíðarítriv. Honum dámdi væl at svimja og froskast og at flóta og serliga at skjóta fugl. Ásla og hann hava altíð gingið nógv, og Leivi hevur dámað væl at spæla fótbólt og fylgja við í fótbólti [...] elriknu IBM skrivimaskinurnar, sum vórðu mettar at vera stórur framburður. Hetta var eini fimtan ár, áðrenn teldurnar gjørdust kendar. Seinni fóru teir eisini at selja bilar og gravimaskinur. Í seksti og fyrst [...] Flog ikki kann avgreiða, og tað er komið væl við hjá mongum, at tað so at siga altíð ber til at fáa fatur á teimum á Fonn Flog. Fonn Flog sá dagsins ljós á Gørðum í kjallaranum hjá Jógvani við Keldu, har
fyriskiparum og gestum at vera vælkomin á stevnuna, og hugleiddi hann í tí sambandinum um tað at vera kreativur. Eitt nú tók hann støðið í teksti um kreativitet hjá Bob Dylan, har hann sigur, at kreativitetur hevur [...] hevur við royndir, eygleiðingar og hugflogið at gera, og at allir hesir lutir mugu vera til staðar, fyri at vera kreativur. - Allir hesir lutirnir eru eisini til staðar í Ung i Norden; royndirnar hava [...] hann vísti á, at tað er eingin loyna, at sólin er gul, grasið grønt og luftin blá. Men, at tað er í tí kreativu tilgongdini, at fólk vísa okkum nakað nýtt og ikki frammanundan kent, og at tað er í sjálvari
bjargaði øðrum, men hitt brast á stólpan. Spakuliga fóru tingini tó at venda rætta vegin. HB kom eftir, at lettisku mótstøðumenninir vóru til at tosa við, og so líðandi komu nøkur álop eisini í lag. Gylta møguleikan [...] flyta fólk niðan. Bara einstaka ferðir varð roynt at spæla út á kantarnar fyri at fáa bóltin inn um mótstøðuverjuna. Nakað sum annars tóktist vera mest upplagda uppskriftin hesa løtuna. Gyltur møguleiki [...] var tað ikki frítt, at føroyskur fótbóltsheimurin sum heild var spentur upp á seinna dystin hjá HB móti lettiska FC Dinaburg. Hóast greiða yvirvág hjá heimaliðnum, so megnaði HB at toga ein 1-1 javnleik
skipasølurnar eiga at fáa okkum at rakna við. -Nú eru tað tó nøkur alvorliga stór tøl, sum talan er um, at tað eigur at bera í sær, at man má inn at hyggja at, hvussu rætt og rímuligt alt hetta er. -Vil tað [...] væl eftir, at vit ikki gera nakrar lógarreglur, sum gera, at tað bráddliga ikki fer at loysa seg at gera íløgur í vinnulívið. Vit hava jú fyrr roynt at fingið entá útlendingar til Føroya at gera íløgur [...] Sosialin, at man eigur at skatta vinning av loyvissølum við upp til 80%. -Eg veit ikki, hvar hann hevur tey tølini frá. Man skal eisini ansa eftir ikki at skatta soleiðis, at eingin tímir at fáast við