Í dýrdarveðrinum sum var týsdagin í Fuglafirði, høvdu systkinabørnini Vár, Julia-Maria, Henrietta og Djóni leitað sær oman í bátahylin. Ílatin bjargingarvest og við tráu í hond, stóðu tey so fitt og vónaðu, at skrubban tey sóu liggja á botninum fór at býta á.
Tey hava roynt í fleiri dagar eftir hesi góðu skrubbu, men tað hevði so ikki eydnast teimum at fáa hana á.
Hetta vistu vit á Sosialinum sjálvsagt ikki, tá vit fóru oman til tey og spurdu hvussu gekk. Hyysj, siga tey spakuliga. Men áðrenn vit vita av, eru fagnaðarróp at hoyra. Skrubban er á, skrubban er á, rópa tey, og í felag baksa tey hana í upp á turt. Hetta er fyrstu ferð at vit fáa skrubbu her niðri, sigur ovurfegna Vár, sum skundar sær at siga okkum, at tað ikki var hon sum fekk skrubbuna, men at tað var seks ára gamla Julia-Maria.
- Í gjár vóru vit í Leirvík og fiskaðu við mammu, babba, abba og teimum, og tá fingu vit 20 fiskar, men vit hava ongantíð fingið nakað her fyrr, sigur Vár smílandi. Hon hevur saman við systkinabørnunum summarfrí. Eg veit ikki, hvat vit fara at gera í summar, men eg elski at fiska, og tað plaga eg og abbi at gera, sigur Vár, áðrenn vit blað- og myndamenn vera kveistraðir burtur aftur av systkinabørnunum, sum heldur vildu fiska enn at práta við okkum.