Tórsvøllur munandi betri

Tað er ikki sørt, at tað líkist einum heilt nýggjum vølli, tá hugt verður at Tórsvølli í ársins útgávu. Atfinningarnar at kalla regnaðu oman yvir svørðin, sum í fjør mátti metast sum mest sum ónýtiligur. Boðini frá formanninum í grunninum, Poul Michelsen, vóru tá, at teir vóru í ferð við at kanna, hvussu vøllurin kundi fáast betri, og skal metast eftir fyrsta hálva árinum, so hevur hetta gjørt heilt góðan mun.
- Vit hava havt ein serfrøðing her uppi, sum hevur givið okkum holla ráðgeving um, hvussu vit best røkja vøllin. Millum annað taða vit munandi títtari nú, eins og vit við at spenna línur um vøllin í vetur hava forða mongu gæsnum í at seta seg, sigur Poul Michelsen.
Í aðrar mátar tykist vøllurin eisini betur røktaður sum heild, og úrslitini má sigast at vera sjónligt. Bæði leygar- og mikudagin hava dystir verið spældir, og enn er grasið grønari, enn tað nakran tíð var í fjør.