krónur á innflutta breyðnum, so vit fáa ikki somu lagaligu kappingartreytir sum bøndirnir fáa, sigur Sveinur Thomasen. Harmiligt Eigararnir hava roynt alt tað, ið roynast kann, men mugu viðganga, at nú gongur [...] Hørðu tíðirnar hava nú kostað bakarínum Grón lívið. Klokkan 14 í gjár legði Grón alment virksemi sítt niður, og eini 20-25 fulltíðarstørv fóru fyri skeytið. - Vit hava roynt at rationalisera og at minka [...] minka um hølini, men nú var so komið hartil, at einki var at gera meira, sigur Sveinur Thomasen, stjóri í Grón. Teir hava eisini roynt ymiskt annað fyri at fáa tað at mala runt. Eitt nú gjørdu teir døgurða
tinginum nú um dagarnar, tá uppskotið um avtøku av karensdagalógini var til viðgerðar. Tjóðveldismaðurin Finnur Helmsdal legði ikki fingrarnar ímillum, men viðgekk blankt, at: »Havandi í huga, at vit hava [...] rætt, at vit í eini handavend siga farvæl til 10-12 mill. kr.« So er tað sagt. Okkum nýtist ikki at verða skírd fyri at koma við illgitingum og dómadagsprofetium longur. Veruleikin er greiður - at nú er stungið [...] politikk, kemur ikki óvart á. Men at Tjóðveldisflokkurin selur seg sjálvan og slúkar so stórar kamelar, fyri at fáa loysing frá Danmark, er ørkymlandi. Føroyska samfelagið hevur nú ligið í skeljasori í fleiri
røð av innflutningskrøvum verða avtikin. – Hetta eru nýggjar tíðir, men vit fara ikki at niðurraðfesta núverandi kundar okkara. Men um vit kunnu koma inn á amerikanska marknaðin við hesum nisjuvørum, so [...] fyri at fáa fleiri egg. Meira enn 50 milliónir verpingarhønur eru avlívaðar síðani oktober eftir fuglainfluensu Amerika, og høgir eggjaprísir eru vorðnir eitt heitt politiskt mál, sum eisini hevur verið viðgjørt [...] vaskast, sum ikki er loyvt í ES. Samstundis eru herd eftirlits- og matvørutrygdarkrøv, sum skulu lúkast. Umsitari. Stjórin í Dava Foods, Ivan Noes, sær møguleikar á amerikanska marknaðinum. Hetta krevur tó
skal upplivast á pallinum. Tí eru tey nú í gongd við at skipa leikritið til leik, sum tey vilja hava hann. Skapa á gólvinum Í Grímu eru tey von at arbeiða á henda hátt. At skapa leikin á gólvinum. At skapa [...] so brestir ódnarveður á, og tey verða øll avbyrgd á vitaoynni. Leikurin snýr seg um teir samanbrestir, ið eru teirra millum, og um kærleika og øvundsjúku. Egin høli Í Grímu eru tey fegin um veruliga at [...] skrivað, skapað, nógvar leikir á henda hátt. Serliga barnaleikir. Munurin er nú, at tey hava fingið eitt leikrit at arbeiða út frá, sum tey so skulu skapa leikin eftir á gólvinum. At skapa leikrit til
Facebook. Víðari vísir hann á, at flokkurin áður hevur verið liberalur, men nú er støðan ein onnur. - Hesin sami liberali og sosiali flokkur gongur nú í móti at samkynd kunnu sleppa at giftast borgarliga [...] sum nú rópar varskó, er fyrrverandi valevni hjá Sambandsflokkinum, Justinus Eidesgaard. Eg havi einaferð verið uppstillaður fyri Sambandsflokkin, tað eri eg flovur av í dag og eg rodni, sigur hann á Facebook [...] borgarliga. Tað er beinleiðis pínligt og eyðmýkjandi fyri tey sambandsfólk, sum eru liberal og tað eru fleiri sambandsfólk. Eg haldi, at tingmenn í ávísum førum eiga at liva upp til tað álit, sum veljarin hevur
saman í tónleikinum. ? Vit útvikla alla tíðina tónleikin hjá okkum, og tað endar sjáldan við tí, sum vit upprunaliga ætlaðu. Bólkurin er skapandi, og tí vita vit ikki, hvat vit fara at spæla um fýra mánaðir [...] blíva til eitt á eini konsert. - - - Headache Blues Treo Uni R. Debess ? sang og guitar Edvard Nyholm Debess ? bass og sang Rógvi á Rógvu ? trummur Headache Blues Treo hevur eitt lítið ár á baki og hevur [...] professión hevur hann lagt á hillina. Ístaðin fyri skrúvulyklarnar hevur hann fingið sær eina gittar í hendi, og stendur tað til hann, so verður gittarin livibreyðið. ? Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg
er seldur á marknaðum eystanfyri og sunnanfyri. Higartil í ár hevur virkið tó bara heilfryst. - Marknaðarstøðan ger, at flestu fiskasløg eru fallin í prísi, men vit vóna, at glið fer at koma á aftur, soleiðis [...] Herfyri segði reiðarin á vestmannatrolarunum, Tummas Christophersen, at høvdu skipini fingið 3,25 krónur fyri kilo í Føroyum, høvdu tey helst lagt veiðina upp her. Seks skip eru á gulllaksaveiði í vertíðini [...] Gulllaksur 18 fólk hava verið til arbeiðis á Atlantis í Vestmanna, har tey vanliga hava arbeitt alt samdøgnið við at frysta gulllaks, sum eitt nú vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, hava fiskað
Hansen á hesum sinni. Tað var annars uppá tal, at hann skuldi til Íslands saman við Páll Guðlaugssyni, Una Arge og Jens Martini Knudsen, men nú sigur landsliðsmaðurin, at hetta verður av ongum á hesum sinni: [...] kemur, eftir at komandi kappingarár og sveinaroynd eru fingin frá hondini, so fari eg fegin at umhugsa tilboðið, sigur Øssur Hansen. Sær betri út nú Øssur Hansen hevur gjørt avtalu við barndómsfelagið [...] Øssur Hansen í Gøtu, men nú verður gula GÍ troyggjan skift út aftur við reyðu troyggjuna hjá B68. ? Eg haldi, at tað sær ljósari út fyri komandi ár, enn tað gjørdi í fjør. Vit hava fingið ein av mest royndu
Lívfiskastøðin er seinkað av øðrum orsøkum, men vit vóna, at tað fer at koma upp á pláss. Tað er ikki orsakað av tøkugjaldinum, tað eru trupulleikar, sum vit arbeiða við at finna eina loysn uppá, sigur Høgni [...] var frammanundan, sigur Høgni Hoydal, sum vísir á, at her eru ikki fastar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram. – Men vit arbeiða við, hvussu vit kunnu loysa hesi konfliktmál, sum spurningurin um [...] Hatta er eitt mál, sum vit kunnu loysa. Her er sama avbjóðing, sum vit hava sæð í øðrum viðurskiftum. Her kemur eitt nýtt virksemi fram, eins og í alivinnuni og í ferðavinnuni, tá eru okkara mannagongdir
lin – nú Vinnuháskúlin - hava avrikað og ment okkum sum tjóð. Í yvir hundrað ár hevur skúlin virkað og ment seg í høvuðsstaðnum. Hesir skúlar eru víðagitnir um allan heim fyri dugnaskap, og eru næmingar [...] steðga hesi ørvitisætlan. Lat tað vera tey røttu arbeiðsklæðini, tí nú er nóg mikið av tíðindaskrivum, móttøkum og myndum. Nú mugu vit síggja verulig úrslit, ið koma høvuðsstaðnum tilgóðar. [...] taka sína útbúgving uttanlands ístaðin, og tá hava øll tapt og mist. Hvar eru løgtingslimirnir, sum búgva í Suðurstreymoy, nú Vinnuháskúlin í Tórshavn verður niðurlagdur og fluttur til Klaksvíkar? Tað