Øssur Hansen aftur á Toftum

Fótbóltur: Eisini Jákup Eli Olsen skal spæla við B68 komandi kappingarár

Tað spyrst einki burturúr íslendskum ævintýri hjá Øssuri Hansen á hesum sinni. Tað var annars uppá tal, at hann skuldi til Íslands saman við Páll Guðlaugssyni, Una Arge og Jens Martini Knudsen, men nú sigur landsliðsmaðurin, at hetta verður av ongum á hesum sinni:

? Eg skal upp til sveinaroynd í summar, og tað ber ikki til at útseta hetta. Hetta merkir kortini ikki, at eg ikki eri áhugaður í at royna lívið sum yrkisspælari. Um eitt tilboð kemur, eftir at komandi kappingarár og sveinaroynd eru fingin frá hondini, so fari eg fegin at umhugsa tilboðið, sigur Øssur Hansen.


Sær betri

út nú

Øssur Hansen hevur gjørt avtalu við barndómsfelagið B68 um, at hann skal spæla við teimum í 1998. Eftir summarsteðgin í 1997 var Øssur Hansen í Gøtu, men nú verður gula GÍ troyggjan skift út aftur við reyðu troyggjuna hjá B68.

? Eg haldi, at tað sær ljósari út fyri komandi ár, enn tað gjørdi í fjør. Vit hava fingið ein av mest royndu føroysku venjarunum. Hann kennir okkum, og vit kenna hann, og tað verður sjálvandi lættari at byrja samstarvið við ein fremmandan venjara, soleiðis sum tað var í fjør. Eg haldi eisini, at spælaratilfarið tykist vera betri, enn tað var í fjør.


Jákup Eli

verður í B68

Leygardagin endurgóvu vit útvarpið fyri tíðindini um, at Jákup Eli Olsen hevði gjørt av at skifta barndómsfelagið á Toftum út við árstalsfelagið í høvuðsstaðnum. Tað var rætt, at útvarpið bar hesi tíðindini fríggjadagin, og í Dimmalætting leygardagin varð Kristian á Neystabø, sum inntil í gjárkvøldið var formaður í B36, endurgivin fyri at hava sagt, at Jákup Eli skal spæla við B36 komandi ár.

Men tað er ikki rætt. Jákup Eli Olsen fer komandi ár at spæla við B68. Í hesi vikuni er hann burturstaddur, men áðrenn hann fór avstað, varð avtala skrivað ímillum hann og felagið.

? Jákup Eli, Súni Fríði og Abraham hava nógvar royndir. Við teimum á liðnum saman við fleiri av hinum føstu monnunum, sum hava nógvar royndir og við einum royndum venjara, sum hevur gott innlit í føroyskan fótbólt, so haldi eg, at fyritreytirnar eru góðar at røkka einum betri úrsliti, enn liðið gjørdi í fjør, staðfestir Øssur Hansen.

Tað ljóðar á Toftum, at tað verður arbeitt við at styrkja um liðið við onkrm øðrum spælarum. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar spælarar, men hvussu landið liggur hesum viðvíkjandi, fingu vit ikki staðfest í gjár. Tað er ov tíðliga at siga nakað um nakað fer at spyrjast burturúr hesum enn, varð sagt av ábyrgdarfólki í Tofta Ítróttarfelag.