Gulllaksur
18 fólk hava verið til arbeiðis á Atlantis í Vestmanna, har tey vanliga hava arbeitt alt samdøgnið við at frysta gulllaks, sum eitt nú vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, hava fiskað í vertíðini.
Í løtuni verður eingin gulllaksur frystur í Vestmanna, og tí hava vestmannatrolararnir seinastu tíðina landað fleiri lastir í Skotlandi, har teir eisini hava fingið betri prís fyri fiskin, enn føroysku virkini kunnu bjóða.
Tavan í Leirvík, sum í fyrsta lagi virkar gulllaks til fars og Atlantis í Vestmanna, sum hevur lagt seg eftir at heilfrysta, hava givið 3,25 krónur fyri kilo. Í Skotlandi hava vestmannatrolararnir fingið 3,60 krónur fyri kilo, men tað kostar bæði í tíð og olju at sigla av landinum við veiðini.
Herfyri segði reiðarin á vestmannatrolarunum, Tummas Christophersen, at høvdu skipini fingið 3,25 krónur fyri kilo í Føroyum, høvdu tey helst lagt veiðina upp her.
Seks skip eru á gulllaksaveiði í vertíðini, sum vanliga varar út á heystið, og í ár eins og í fjør hevur fiskiskapurin verið góður.
Tavan í Leirvík keypir í fyrsta lagi fiskin hjá leirvíkstrolarunum, Polarhavi og Stjørnuni og viðhvørt eisini fiskin hjá øðrum skipum, eitt nú Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum, men við so góðari veiði, sum verið hevur higartil í vertíðini, megnar virkið ikki at keypa og virka allan gulllaksin, sum veiddur verður undir Føroyum.
Marknaðarstøðan
Dánjal Jákup Andreassen er stjóri á Atlantis í Vestmanna.
Hann sigur, at í løtuni loysir tað seg ikki at keypa gulllaks til heilfrystingar fyri 3,25 krónur fyri kilo, ið líkasum er ”almenni” prísurin í Føroyum í løtuni.
- Flestu fiskasløg kenna sviðan av fíggjarkreppuni og marknaðarstøðuni, og soleiðis er eisini við gulllaksinum, sum vit hava heilfryst.
Higartil í vertíðini hevur Atlantis heilfryst eini 1000 tons av gulllaksi, men nú er steðgur í, og virkið keypir ikki gulllaks í løtuni.
Dánjal Jákup væntar kortini, at Atlantis fer at keypa gulllaks aftur í hesi vertíðini, men hann dugir ikki at siga nær.
- Vit hava ein steðg í løtuni, men vóna, at virksemið kann takast uppaftur áðrenn langt um leingi, sigur hann.
Atlantis í Vestmanna hevur heilfryst gulllaks, og í aðrar mátar hevur virkið kruvt og avhøvdað ein part av fiskinum, sum síðan er seldur á marknaðum eystanfyri og sunnanfyri.
Higartil í ár hevur virkið tó bara heilfryst.
- Marknaðarstøðan ger, at flestu fiskasløg eru fallin í prísi, men vit vóna, at glið fer at koma á aftur, soleiðis at vit kunnu taka virksemið uppaftur, sigur Dánjal Jákup Andreassen, stjóri á Atlantis í Vestmanna.









