Í gjár vóru trý ár liðin, síðani borgarakríggið í Sudan brast á.
Reyði krossur Føroya skrivar at av 50 milliónum íbúgvum hava 33 milliónir tørv á humaniterari hjálp. Milliónir av fólki eru rikin heimanífrá, børn og vaksin liva í ótryggleika, og tørvurin á mati, vatni, heilsuhjálp og verju er ómetaliga stórur. Reyði Krossur heitir staðiliga á partarnar um at virða altjóða humanitera lóg, verja sivila fólkið og tryggja atgongd til neyðhjálp.
Støðan rakar eisini tey, sum hjálpa. Sudanesiski Reyði Hálvmáni arbeiðir undir sera truplum og vandamiklum umstøðum, og síðani kríggið byrjaði hava 22 sjálvboðin latið lív, meðan tey vóru til arbeiðis.
Síðan 2024 hevur Reyði Krossur Føroya latið 1,7 millión krónur í stuðlil til hjálpararbeiði í Sudan í fleiri umførum.
Við stuðlinum úr Føroyum hevur Sudanesiski Reyði Hálvmáni millum annað kunnað veitt mat, reint vatn og aðra neyðhjálp, fyrstuhjálp og heilsukanningar.
Stuðulin hevur eisini verið við til at styrkja humaniterar tænastustøðir og trygg støð til børn og kvinnur. Í Al Afad-leguni í Northern State hevur stuðulin úr Føroyum gjørt tað møguligt at lata eitt nýtt, Child Friendly Space upp, sum er eitt trygt stað, har børn kunnu spæla, vera kreativ, kenna seg trygg og fáa eitt sindur av ró í einum gerandisdegi, sum annars er merktur av ótta og óvissu.
Fanny De Swarte, sum arbeiðir fyri Reyða Kross í Sudan, greiðir soleiðis frá:
- Um alt Sudan eru 11.033 støð, har fólk finna fyribils skjól, so tørvurin á tryggum støðum fyri børn er ómetaliga stórur. Vit vilja takka Føroyum hjartaliga fyri stuðulin til hetta átakið, sum hvønn dag lyftir trivnaðin hjá børnunum í Al Afad.










