Seinasta dømið var undir orðaskiftinum í tinginum nú um dagarnar, tá uppskotið um avtøku av karensdagalógini var til viðgerðar. Tjóðveldismaðurin Finnur Helmsdal legði ikki fingrarnar ímillum, men viðgekk blankt, at:
»Havandi í huga, at vit hava sett seglini fram ímóti fullveldinum, og fíggjarliga grundarlagið undir landskassanum og samfelagnum hevur alstóran týdning, tá haldi eg ikki, at tað er rætt, at vit í eini handavend siga farvæl til 10-12 mill. kr.«
So er tað sagt. Okkum nýtist ikki at verða skírd fyri at koma við illgitingum og dómadagsprofetium longur. Veruleikin er greiður - at nú er stungið út í kortið:
Karensdagarnir verða ikki tiknir av, og heldur ongar ætlanir eru um dagføring, tá tað snýr seg um lønarsamráðingar, fólkapensiónir, barnaansing, og ikki minst lestrarstuðulin.
At Fólkaflokkurin og Sjálvstýriflokkurin føra ein slíkan politikk, kemur ikki óvart á. Men at Tjóðveldisflokkurin selur seg sjálvan og slúkar so stórar kamelar, fyri at fáa loysing frá Danmark, er ørkymlandi.
Føroyska samfelagið hevur nú ligið í skeljasori í fleiri ár, tí einasta vinna okkara sveik. Nú betur stendur til ? yvirskotið í ár verður væntandi 378 mill. kr. og næsta ár 247 mill. kr. Tað er tí nattúrligt, at krøv verða sett til samgonguna, á teimum økjum, sum hava verið ringast fyri. Harvið er ikki sagt, at vit skulu oyðsla yvirskotið burtur, men nógvir borgarar í Føroyum hava verið illa fyri í alt ov langa tíð, og hava tí krav uppá at fáa endurgjald og part í yvirskotinum.
Ein russiskur studentur varð spurdur, hvat hann helt verða betri: Áðrenn jarntjaldið fall, tá tey vóru ófræls og rík, ella nú, tey vóru fræls og fátøk. Hann svaraði tað einasta rætta: Tað var betri um vit vóru fræls og rík!