Tað er eingin ivi um, at uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, sum er til viðgerðar í løgtinginum í dag, skapar split í tí føroyska samfelagnum.
Ein teirra, sum nú rópar varskó, er fyrrverandi valevni hjá Sambandsflokkinum, Justinus Eidesgaard.
Eg havi einaferð verið uppstillaður fyri Sambandsflokkin, tað eri eg flovur av í dag og eg rodni, sigur hann á Facebook.
Víðari vísir hann á, at flokkurin áður hevur verið liberalur, men nú er støðan ein onnur.
- Hesin sami liberali og sosiali flokkur gongur nú í móti at samkynd kunnu sleppa at giftast borgarliga. Tað er beinleiðis pínligt og eyðmýkjandi fyri tey sambandsfólk, sum eru liberal og tað eru fleiri sambandsfólk. Eg haldi, at tingmenn í ávísum førum eiga at liva upp til tað álit, sum veljarin hevur givið teimum. Um tit tingmenn Sambandsflokksins atkvøða ímóti hesum borgarligu rættindum, sum samkynd sjálvsagt eiga, tá svíkja tit eisini ein part av tykkara veljarum og vit veljarar gloyma ikki so skjótt. Eg haldi, at tit eiga at seta tykkum spurningin í dag, áðrenn tit atkvøða. "Hvar er liberalisman í Sambandsflokkinum?", sigur Justinus Eidesgaard.
Tað var í samband við aðalfundin hjá Sambandsflokkinum herfyri, at formaðurin Bárður á Steig Nielsen boðaði frá, at flokkurin fór at standa saman, og atkvøða ímóti uppskotinum.
Hetta hóast tað, at fleiri tingmenn fyri Sambandsflokkin áður hava ført fram, at teir eru fyri at geva samkyndum borgarlig rættindi. Enn er tó ógreitt júst hvussu sambandsfólk atkvøða.
Fylg við á in.fo í dag, har vit siga frá tí, sum hendir í Løgtinginum.