Ágangurin á høvuðsstaðin heldur fram - nú stóð Vinnuháskúlin fyri tørni!

Seinastu árini hevur verið ein harður ágangur frá sitandi landsstýri á høvuðsstaðin. Í berari politiskari ómegd hevur tað verið eitt aðalmál at niðurlaga virksemi í høvuðsstaði Føroya, og flyta stovnar út um landið fyrilitaleyst.
Havi í blaðgreinum ávarað í móti og heitt á politkarar um at steðga hesum.

Seinastu árini eru vælvirkandi stovnar fluttir úr høvuðsstaðnum, m.a.

Skipaeftirlitið flutt til Vágarnar
Strandferðslan flutt til Suðuroyar
Barsilskipanin flutt til Suðuroyar
Brúkaraumboðsmaðurin fluttur til Suðuroyar
Havnar sjúkrakassi fluttur til Klaksvíkar

Hettar hevur kostað skattaborgarunum 10-tals milliónir í flytingum, umskipanum og øðrum.
Nú stendur Vinnuháskúlin fyri tørni, og skal tæðast sundur og flytast til Klaksvíkar. Hettar verður gjørt í móti fakligari niðurstøðu og uttan nakra haldgóða grundgeving.
Øll, ið kenna til Føroya søgu, vita hvat skúlarnir Føroya sjómansskúli og Maskinmeistarskúlin – nú Vinnuháskúlin - hava avrikað og ment okkum sum tjóð. Í yvir hundrað ár hevur skúlin virkað og ment seg í høvuðsstaðnum. Hesir skúlar eru víðagitnir um allan heim fyri dugnaskap, og eru næmingar eftirspurdir frá hesum skúlum víða um heim.
Við at sundurbýta hendan skúlan í partar, verður tað eitt tap fyri næmingarnar og lestrarumhvørvið sum heild. Tað, sum kann henda, er at næmingar velja at taka sína útbúgving uttanlands ístaðin, og tá hava øll tapt og mist.
Hvar eru løgtingslimirnir, sum búgva í Suðurstreymoy, nú Vinnuháskúlin í Tórshavn verður niðurlagdur og fluttur til Klaksvíkar?
Tað, sum sermerkir hesar flytingar, er at tað er Javnaðarflokkurin, sum gongur á odda. Eg fari tí eisini at heita á borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, um at lata seg í arbeiðsklæðini og fara til arbeiðis innanfloks í Javnaðarflokkinum fyri at steðga hesi ørvitisætlan. Lat tað vera tey røttu arbeiðsklæðini, tí nú er nóg mikið av tíðindaskrivum, móttøkum og myndum. Nú mugu vit síggja verulig úrslit, ið koma høvuðsstaðnum tilgóðar.