vegin At virksemi í Fuglafirði er á veg uppeftir, er ikki bara nakað, sum kommunan vónar fer at henda. Longu nú vísa bæði tøl og hagtøl at soleiðis er. Tað gongur tann rætta vegin, sjálvt um tað ikki [...] lánistovnarnar um skuldina. Best er, um vit klára at gjalda so nógv niður uppá skuldina sum møguligt, áðrenn. Sum gongdin er nú, og um hon fer at halda fram, haldi eg, at vit fara at koma niður á tvær álíkningar [...] hava ofta sagt við meg, at Fuglafjørður er ein blindtarmur. Hyggja vit bara eftir vegnum, so er býurin ein endastøð. Men á annan hátt er býurin als ikki nakar blindtarmur. Virksemið er rættiliga nógv og ymiskt
kappingarnar? ? Tað dugi eg ikki at siga. Av tí at umstøðurnar í Sandágerði eru so góðar, og tað er her teir flestu okkara eru, so er hugsandi at tað verður í Havn, men í Leynum er eisini møguligt at spæla uttan [...] kappingini leygardagin? ? Vit hava víst, at tað ber til at spæla »beach« í Føroyum, uttan stórvegis trupulleikar. Bara veðrið er til tað. Og so rokni eg við at vit hava nakað í gongd í hugaheiminum hjá [...] stóru trupulleikarnar, so tað kann hugsast at vit pakka bilin onkran góðan leygardag og fara norðeftir. Í Gøtu er eisini sandur, men eg eri ikki greiður yvir um tað ber til at spæl har yvirhøvur. Hvat hava
hesum ákærunum er. Er tað so galið sum sagt verður? Hví er tað so galið? Og hví verður onki gjørt við hetta? Tann rætti at spyrja er landsstýrismaðurin í skattamálum. Men ikki ber til at seta fyrispurning [...] undan. Eg haldi ikki at hesin spurningur bara kann standa opin, um tað veruliga er so sum Tórfinn sigur. Ikki minst haldi eg at øll tey vinnurekandi sum greiða allar sínar skyldur, hava krav uppá at vita [...] vinnurekandi er eingin orsøk til at rinda skatt. Tú skal bara lata verða við at geva upp. So einfalt er tað.? Tórfinn sigur seg tó ikki ivast í, at tey flestu vinnurekandi gera sínar skyldur og gjalda skatt
millum allar flokkar á Løgtingi um, at her er talan um eina góða avalu. Javnaðarflokkurin hevur funnist at, at bankamálið ikki er sjónligt í sjálvari avtaluni, og at partarnir, bæði teir føroysku og teir [...] ikki framyvir at leggja seg upp í føroyskan politikk. Hetta er eisini eitt mál, sum vit ferð eftir ferð hava funnist at teimum fyri, og at enda hava bæði Lykketoft og Nyrup viðgingið, at tað, teir gjørdu [...] annars verið greið. Og vit mugu geva Óla Breckmann møguleikan at koma til skil í hesum máli. Eg má satt at siga viðganga, at eg hevði væntað, at ein løgtingsmaður, sum hevur skrivað undir kravið um føroyskan
ikki er um allan bátin. ? Bæði norðmenn og skotar hava fiskað nógvan makrel við dorg, men teirra skipan er nakað øðrvísi, enn tann, vit nú royna at menna, og tað er einki at ivast í, at teir fara at vísa [...] fiskiskap við henni, er talan um stórar broytingar til tað betra, tó at vit kunnu siga, at helst er ikki rokkið á mál enn, í hvussu so er ikki sambært teim nýggju videoupptøkunum sum gjørdar er við kaga á sjálvari [...] una, er ein væl meiri útgjørd snella, nakað væl størri eisini, tá hon m.a. er útgjørd til at taka myndir og tó fiska sum ein vanlig snella, tvs. teknisk ein stór avbjóðing at fáa snelluna at vera so følsama
vit hildu, at tað kundi verið áhugavert at kanna marknaðin fyri tatoveringum í Føroyum. Rani Poulsen sigur, at hann heldur at marknaður er fyri slíkum í Føroyum. Prísurin fyri eina tatovering er rættuliga [...] dagar fer at bera til at keypa sær tatoveringar í Føroyum. Tað er Rani Poulsen í Havn, sum hevur tikið stig til hetta sjáldsama tiltak. Hann hevur fingið samband við ein íslendskan tatovør, sum er sinnaður [...] sinnaður at koma higar at tatovera føroyingar. ? Sjálvur havi eg tvær tatoveringar, og eg kundi væl hugsað mær onkra afturat, sigur Rani Poulsen, sum tá ið hann sigldi í Íslandi í tvey ár kom í samband við ein
na fer nú at orða eitt skriv til Landstýrið, har ætlanin er at gera vart við trupulleikan. Eiga at fáa endurgjald Chris Jan Michelsen sigur, at tað er ein ógvuliga torgreiddur spurningur at svara, hvussu [...] fiskiskapin. ? Men tað er ongin ivi um, at hann órógvar. ? Onkur vil vera við, at seismikkur styggir fiskin 20 fjórðingar burtur, onkur annar sigur 30. ? Onkur vil vera við, at tað gongur ein vika, áðrenn [...] ímillum. ? Men er hon ikki tað er talan um eitt samskiftisbrek ímillum tveir, almennar myndugleikar, og tað fáa vit onki gjørt við. Chris Jan Michelsen leggur tó afturat, at ætlanin er kortini at taka land
ein hátt kann sigast, at tað var kreppan, sum bjargaði gjaldsjavnanum uttan tó at siga, at tað var gott at kreppan kom. Við árslok 1992 vísti gjaldsjavnin enn eitt yvirskot um tað tó ikki var so stórt, [...] harvið er nettoskuldin komin niður á eina mia. Av tí at útlit eru fyri at gjaldsjavnayvirskotið fyri 1998 verður eins gott og í 1997, so sær út til, at nettouttanlandsskuldin hjá føroyingum er burtur við [...] síggjast væl aftur tá vit fara at hyggja at uttanlandsskuldini, tí hon er nevniliga um at verða horvin. Nettoskuldin burtur við árslok Tá nettouttanlandsskuldin var uppá tað hægsta - í 1990 - var hon uppá
fíggjarlógin fór at síggja út um fortreytirnar broytast. Tað er m. a. tílíkum vit arbeiða við nú. Varnir við íløgum Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum, segði hósdagin, at tað er neyðugt, at tað almenna í [...] partinum er so stórur, at um tað almenna eisini fer at gera íløgur, so kann tað virka við til, at búskapurin verður ovhitaður. Ein brádlig niðurgongd í búskapinum tá, kann enda við at landsstýrið er noydd [...] noydd til at gevast við íløgum og so framkallar tað eina enn sterkari niðurgongd, og tað er ikki ætlanin, segði Bjarni Olsen. Eisini her er Karsten Hansen samdur við Búskaparráðnum. ? Tað eru nakrar íløgur
kommunu frá, at vit ætlaðu okkum í gongd, og vit fingu svar frá kommununi, at tey hildu tað vera neyðugt við byggiloyvi. Men tað sýntist fyri okkum, at tað fór at taka ógvuliga langa tíð at fáa hesi loyvi [...] við við at siga at byggiloyvi er neyðugt. Eg kann ikki ímynda mær, at kommunan ger annað enn at halda seg til tær heimildir, sum hon metir seg hava og ikki blandar annað óviðkomandi uppí. Og tað rokni eg [...] eg ikki við, at hon ger. Kommunan hevur fingið alt tilfar sendandi, sum hon hevur biðið um. At kommunan sigur, at byggiloyvi krevst til tað arbeiði, vit skulu gera, er óhoyrt og tað undrar okkum nógv.