Vil John Petersen fáa eina klagu skal hann fáa hana

? Men tað skuldi verið óneyðugt at klaga til Landsstýrið einaferð afturat um seismikk-trupulleikan. Tí vit hava gjørt vart við okkum fyrr á røttum stað, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna

? Vit hava sanniliga gjørt vart við okkum á røttum staði. At so samskiftið ímillum almennar myndugleikar ikki virkar nóg væl, átti ikki at verið okkara trupulleiki.

? Men tað er alt í lagi. Vil John Petersen hava eina klagu, skal hann eisini fáa hana.

Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, ætlar at taka landsstýrismannin í fiskivinnumálum uppá orðið.

Útróðrarmenn, helst teir sunnanfyri, hava leingi kært seg um, at seismikk-skjótingin órógvar útróðurin illa, tí tað styggir fiskin, so teir drepa ikki livandi.

Hetta beindi teimum fyri summarróðrinum í fjør og hevur eisini órógvað teir í ár.

Landsstýrismaðurin hevur alment sagt, at hann kennir bara til trupulleikan gjøgnum fjølmiðlarnar.

Enn hevur ongin vent sær til Landsstýrið og vilja útróðrarmenn hava málið viðgjørt, er fyrsta treytin, at teir gera vart við seg hjá landsstýrinum.


Hava klagað

Hesum er formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna als ikki samdur í.

?Vit hava gjørt vart við okkum, og tað á røttum staði eisini.

? Vit hava gjørt vart við okkum hjá GEM samstarvinum og hjá oljufyrisitingini - tvs beinleiðis til umsitingina.

?Vit hava somuleiðis gjørt viðmerkingar til tær metingar, sum umsitingin hevur gjørt sær um, hussu kolvetnisvinnan fer at ávirka umhvørvið.

? Og tað átti at verið nóg mikið.

? Oljufyrisitingin og Landsstýrið hava neyvt samband um alskyns viðurskifi.

? Og tað skal vera løgið, um okkara klaga ikki eisini er borin ímillum.

? Men er hon ikki tað er talan um eitt samskiftisbrek ímillum tveir, almennar myndugleikar, og tað fáa vit onki gjørt við.

Chris Jan Michelsen leggur tó afturat, at ætlanin er kortini at taka landsstýrismannin upp á orðið.

? So vil hann hava eina klagu, skal hann eisini fáa hana.

Meginfelag útróðrarmanna fer nú at orða eitt skriv til Landstýrið, har ætlanin er at gera vart við trupulleikan.


Eiga at fáa endurgjald

Chris Jan Michelsen sigur, at tað er ein ógvuliga torgreiddur spurningur at svara, hvussu illa seismikkur órógvar fiskiskapin.

? Men tað er ongin ivi um, at hann órógvar. ? Onkur vil vera við, at seismikkur styggir fiskin 20 fjórðingar burtur, onkur annar sigur 30.

? Onkur vil vera við, at tað gongur ein vika, áðrenn vanligt fiskarí verður aftur, onnur meir, onnur minni.

Greitt er tó eisini, at seismikkurin styggir verri á harðbotni enn á bleytum botni.

Chris Jan Michelsen heldur, at tað hevði verið eitt langt stig fram á leiðini, hvødu vit kunnað samst um, hvussu nógv seismikkurin veruliga órógvar fiskiskapin.

Men av tí, at tað er staðfest at hann órógvar í ein vissan mun, heldur formaðurin í MÚ, at tað hevði verið rímiligt, at útróðrarbátar fingu endurgjald.

Við hesum meinar hann ikki útróðrarbátar í øllum landinum, men útróðrarbátarnir í teimum ávísu økjunum, har ið seismikkur verður skotin.

Hann sigur, at tað nyttar einki at skáka sær undan einum endurgjaldi við teirri grundgeving, at fiskiskapurin er líka góður, og betri, nú, enn hann hevur verið í nógv ár.

? Tølini fyri fiskiskapin eru heildartøl. Hinvegin er seismikk-trupulleikin lokalur. Tí er tað neyðugt, at hyggja eftir fiskiskapinum hjá útróðrarmonnum í teimum ymsu økjunum fyri at staðfesta missin.

Chris Jan Michelsen sigur, at skal endurgjald krevjast, er neyðugt, at eitt tap verður prógvað, og tað er ikki nakað, sum gerst eftir einum degi.

? Eitt neyðugt stig verður t.d. at kortleggja virksemið hjá seismikkskipunum heilt nágreiniliga at vita, akkurát, hvar seismikkur verður skotin


Hvør - og hvussu nógv

Men í hesum sambandi renna vit okkum í ein nýggjan trupulleika. Og tað er, hvussu nógv skal hvør bátur hava í endurgjaldi.

? Er tað tann, sum hevur fiskað mest, sum eisini hevur mist mest? Tað er eisini ymiskt, hvussu ofta bátarnir eru úti o.s.fr.

Ístaðin fyri eitt endurgjaldskrav, sum tekur langa tíð, heldur formaðurin í MÚ, málið kundi verðið loyst øðrvísi.

Hann vísir á, at ein máti kundi verið at gjørt tað sama í Føroyum, sum er gjørt onkra aðrastaðni, har seismikkur er skotin.

? Eg veit dømi um, at oljufeløgini heilt einfalt hava betalt útróðrarbátum í einum øki pening fyri at liggja inni tað tíðina, seismikkur er skotin, og nakað aftaná.

?Ein líknandi skipan kundi verðið brúkt í Føroyum, sigur formaðurin í MÚ.

Annars heldur hann ikki, at tað kann verða MÚ, sum fer at reisa eitt møguligt endurgjaldskrav.

? Tað mugu bátarnir gera hvør sær, sjálvandi við teirri hjálp sum MÚ kann veita teimum.

Tó er tað greitt, at MÚ fer at taka málið upp og at tosa við teir útróðrarmenn, sum føla seg raktar av seismikkinum.

Annars heldur útróðrarformaðurin, at tað er spell, at skaðabótanevndin, sum skuldi skipast eftir kolvetnislógini, ikki er skipað enn.

Í henni skuldu sita tvey umboð fyri oljufeløgini og tvey umboð fyri fiskivinnuna. Formaður skuldi vera landsrættardómari.