Kunnu tey sleppa undan skatti, sum ikki tíma at gjalda?

Vinnurekandi B-skattgjaldarar kunnu gera sum tey vilja, um tey gjalda skatt ella ei. Tey gera sum tey vilja um tey lata sjálvuppgávu inn. Og tá tey so verða sett í skatt av líkningarmyndugleikanum, kunnu tey gera sum tey vilja, um tey gjalda ella bara lata sum onki

Vinnurekandi B-skattgjaldarar kunnu gera sum tey vilja, um tey gjalda skatt ella ei. Tey gera sum tey vilja um tey lata sjálvuppgávu inn. Og tá tey so verða sett í skatt av líkningarmyndugleikanum, kunnu tey gera sum tey vilja, um tey gjalda ella bara lata sum onki.

Hetta er niðurstøðan í grein hjá Tórfinni Smith, býráðslimi í Havn, í Sosialinum leygardagin 27/6-1998. Hann sigur bart út: ?Tí kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk til at rinda skatt. Tú skal bara lata verða við at geva upp. So einfalt er tað.?

Tórfinn sigur seg tó ikki ivast í, at tey flestu vinnurekandi gera sínar skyldur og gjalda skatt so sum tey eiga. Men hann sigur at dømini eru mong um vinnurekandi sum rætt og slætt sleppa undan at gjalda skatt, tí tey ikki tíma, og tað sleppa tey gott frá, sjálvt um upphæddirnar kunnu vera milliónir.

Nú skilst ikki av greinini, um tað eru vantandi lógargrundarlag, ella ?hol í lógini?, sum er atvoldin til at onki verður gjørt við slíkt ?himmalrópandi órættvísi?, sum Tórfinn sigur. Ella um myndugleikar, fyrisitingarligir ella politiskir, eru mjúkari í síni framferð mótvegis hesum fólkum enn móti øllum hinum, íð gera sínar skyldur og gjalda allan sín skatt - umframt eykaskattabyrðuna av teimum sum snúgva sær undan.

Eg haldi ikki at hesin spurningur bara kann standa opin, um tað veruliga er so sum Tórfinn sigur. Ikki minst haldi eg at øll tey vinnurekandi sum greiða allar sínar skyldur, hava krav uppá at vita, hvat veruleikin í hesum ákærunum er. Er tað so galið sum sagt verður? Hví er tað so galið? Og hví verður onki gjørt við hetta?

Tann rætti at spyrja er landsstýrismaðurin í skattamálum. Men ikki ber til at seta fyrispurning til hansara í tinginum, tí har hendir onki fyrr enn eftir Ólavsøku. Tí má eg venda mær til hansara á henda hátt, eisini so at almenningurin kann hoyra um hvussu tað er vorðið:

Kann landsstýrismaðurin í skattamálum greiða mær og hinum skattgjaldarunum frá, um hetta kann bera til og hvussu tað kann bera til, sum er greitt frá í nevndu grein hjá Tórfinni Smith og sum stutt er samanfatað omanfyri? Og kann landsstýrismaðurin greiða frá, um hann fer at gera nakað við hetta?